Grind
Sandavági:
Tað var at loypa á dyr, tá grindaboðini komu. Oman í bátahylin og sleppa sær inn í ein bát, sum var á veg í grind.
Vit fara spakuliga út við landinum. Lurtað verður á VHF'inum eftir, hvar grindin man vera, og skilja, at hon liggur nakað vestur úr Koltri einar seks fjórðingar úr Presttanga.
Vit halda spakuliga móti einum báti, vit síggja, og halda, at tað man vera hann, sum sigur seg liggja hjá grindini.
So vælsignað veður, sum tað kann vera á jóansøku. Stilli og klárt, so góð likindi eru at reka.
Tosa um streym, og hvussu rekur. Eystfallið er ikki rættiliga liðugt, men tað átti at borið til a fingið hana vestur yvir kortini.
Jú, tað er skjótt, so siga teir, at nú er hon hálvansætta fjórðing úr Tanganum, so tað gongur rætta vegin.
Og tað var skjótt sum í grindavísuni, at:
»En Båd í den stille Morgenstund, begyndte de hvaler at drive, men da de var komne nord i Sund, var Baadene tresendstyve.«
Hóast nú var nátt, og vit vóru á veg á Sandavág, líktist støðan rættiliga nógv.
Einar tvær ferðir vendi hon og kom upp aftur aftan fyri bátarnar, og tikið var í ørindi um, at nú...» blev den bange og vendte.«
Men aftur gekk sum í vísuni, at .. »dog for silde den Flugten tog, ej længere Vejen var aaben,« tí bátarnir vóru nógvir og gingu skjótt, so tað var reiðiliga skjótt, at hon var innan fyri Tangan, og »tá er hon í pottinum«, siga vágamenn.
Hildið varð til á Sandavági beinanveg, og tað gekk skjótt og væl. Sleipað varð síðan inn á havnarlagið í Miðvági, har seðlarnir komu úr tíðliga mánamorgunin.