Jón Brian Hvidtfeldt
Sum advokatur er Annfinn V. Hansen javnan at síggja í almenna rúminum. Hann tosar um tey mál, hann førir. Um teir klientar, hann umboðar. Men nú skal hann tosa um seg sjálvan. Um sítt gegni at vera kanningarstjóri í einum máli, sum longu hevur kostað landsstýrismanninum í innlendismálum høvdið, og sum hevur tyngt løgmann so mikið nógv, at hann fekk misálit reist móti sær í tinginum. Málið um Skálafjarðartunnilin er politiskt eldfimt, og valið av kanningarstjóra er eisini kontroversielt.
- Eg havi sagt meg vera gegnigan til at vera kanningarstjóri. Tað er mín niðurstøða. Og so eri eg ógegnigur til at meta um, hvørt mín niðurstøða er røtt. Tað mugu onnur meta um, og rætta adressan í so máta er væl Løgtingsskrivstovan, ið hevur biðið meg til uppgávuna, sigur Annfinn V. Hansen.
Advokaturin er í brennideplinum fyri sítt gegni. Ivi er sáddur um, hvørt hann er rætti maðurin til at kanna Kára P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen, ella um hansara fortíð og arbeiði annars tyngja gegnið somikið, at pr definitión óhefti kanningarstjórin gerst ógegnigur.
- Ja, tað er eitt trýst. Men tað ger meg ikki ógegnigan. Eg blívi ikki ógegnigur, bara tí at nakrir persónar áhaldandi siga, at eg eri tað. Tá eru vit úti í einari sjálvuppfyllandi profeti, og tað gongur snøgt sagt ikki, sigur Annfinn V. Hansen.
Annfinn V. Hansen gekk gjøgnum nálareygað á Løgtingsskrivstovuni, tá kanningarstjóri skuldi finnast í nógv umrødda málinum um Skálafjarðartunnilin. Metingin á Løgtingsskrivstovuni byggir á viðmerkingarnar í stýrisskipanarlógini, sum áseta at kanningarstjórin skal ikki vera partur av fyrisitingini ella á nakran hátt hava fingist við málið áður. Restin av gegnisspurninginum er fyri so vítt upp til kanningarstjóran sjálvan at meta um.
- Eg gangi tó út frá, at Løgtingsskrivstovan hevur kannað nøkur viðurskifti fyri at tryggja sær, at eg eisini lúki hesar treytir. Men tað er rætt, at frá tí løtu at eg havi fingið í boði uppgávuna, so liggur tað til mín at meta um gegnið. Og tað havi eg eisini gjørt, sigur Annfinn V. Hansen.
Ta metingina gjørdi Annfinn V. Hansen áðrenn hann endaliga tók av uppgávuni:
- Eg kannaði innihaldið í tí arbeiði, eg varð biðin um at gera, og um nakar trupulleiki var fyri meg at átaka mær uppgávuna. Tað hendir nærum pr refleks, tí sum advokatar hava vit skyldu til at gera hesa meting í øllum málum, sigur Annfinn V. Hansen.
Sambært advokatinum byggir metingin á, um hann ella hansara virki hava arbeitt við málinum frammanundan, antin beinleiðis ella óbeinleiðis sum ráðgevar, tað veri seg fyri nú fyrrverandi Innlendismálaráðið ella Løgmansskrivstovuna. Ella um hann hevur verið advokatur fyri Kára P. Højgaard ella Kaj Leo Holm Johannesen áður.
- Í prinsippinum kanst tú siga, at ein advokatur er pr definitión óheftur. Men advokaturin er sjálvandi heftur frá máli til mál. Og tað er her, at gegnið skal vigast. Tí hóast pr definitión óheftur, so kann advokaturin ikki røkja fleiri áhugamál í sama máli. Tá er hann í einari sonevndari ”interessu-konflikt”, sigur Annfinn V. Hansen.
Afturat hesum kemur spurningurin um tað ”viðfødda ógegni”, tað er tá familjubond gera ein persón ógegnigan.
Freistingin
Hóast spurningurin um gegnið liggur hjá Annfinni V. Hansen sjálvum at meta um, so hevur advokaturin ilt við at fáa eyga á frægari alternativ:
- Eg veit sjálvandi ikki, hvat løgtingsstjórin veit. Men líka so væl sum hon hevur skyldu til at eftirkanna tey formellu viðurskiftini, so havi eg skyldu til at upplýsa hana um, hvat kann gera meg ógegnigan.
Hóast modellið ljóðar frelst, so hevur tað samstundis innbygt ein sjálvjustits, sum sambært advokatinum forðar fyri møguligum freistingum – til dømis at síggja millum fingrar við gegninum í tráanini eftir attraktiva kjansinum at gerast kanningarstjóri.
- Ja, eg kenni allar hasar søgurnar um advokatar, og har fordómarnir fáa frítt spæl, sigur Annfinn V. Hansen flennandi og heldur fram:
- Men vit advokatar liva faktiskt av okkara trúvirði. Og tá vit liva av at selja eina vøru, sum er pakkað inn í óluksáliga dýrt pappír, so nyttar also ikki at selja dýrar pakkar við vánaligum ella ongum innihaldi. So ja, okkara fakligi stoltleiki og okkara professionalisma stýrir sjálvjustitsinum. So tí skal mín vurdering av mínum gegni eisini vera í lagi. Tí hvat hendir, um tað eftirfylgjandi vísir seg at tú ert ógegnigur í einum máli, har tú annars segði teg vera gegnigan, spyr Annfinn V. Hansen og svarar sjálvur:
- Tá havi eg arbeitt í stríð við góðan advokatsið, og tað gevur mær trupulleikar við Advokatráðnum. Eg kann fáa bót, og í ringasta føri kann eg missa rættin til at virka sum advokatur, sigur Annfinn V. Hansen.
So hóast uppgávan at meta um gegnið liggur hjá advokatinum sjálvum, so heldur Annfinn V. Hansen sum nevnt ikki, at tað er ein trupulleiki.
- Nei, tí harumframt hevur tað eisini nakað við trúvirðið at gera. Kemur tú í ringt orð sum advokatur, so sæst tað aftur í ordrabókini. Eisini tí er neyðugt at hjúkla um professionalismuna, sigur Annfinn V. Hansen.
Grázonan
Sjálvur hevur Annfinn V. Hansen eina rímiliga greiða fatan av gegni og ógegni. Men samstundis ásannar hann, at ivamál kunnu lættliga stinga seg upp:
- Eg kann tó ikki upplýsa møgulig ivamál í samband við mítt gegni. Tað ber ikki til. Tí antin eri eg gegnigur ella ógegnigur, har er einki mitt í millum, sigur Annfinn V. Hansen.
Fríggjadagin vísti tíðindaportalurin in.fo á, at Annfinn V. Hansen í næstum skal í rættin, umboðandi Løgmansskrivstovuna í rættarmáli móti Starvsmannafelagnum.
- Nei, eg tosaði ikki við løgtingsstjóran um júst hetta málið. Hetta er eitt mál, sum hongur eftir úr gamla Uttanríkisráðnum, og eg sá tað satt at siga ikki sum ein spurning um gegni, sigur Annfinn V. Hansen.
Málið hevur tó elvt til eitt sindur av høvuðbrýggi á advokatkontórinum á Bryggjubakka 21.
- Eg veit ikki enn, hvat eg geri við hatta málið. Antin verður tað lagt til síðis, ella má eg biðja eitt annað advokatkontór um at taka sær av tí. Triðja alternativið er so, at Løgmansskrivstovan letur eitt annað aðalráð koyra málið, sigur Annfinn V. Hansen.
Ítøkiliga málið skuldi koma fyri í rættinum nú í desember, men er fyribils útsett, tí at eitt vitni fær ikki møtt tann ásetta dagin. Málið er gamalt, frá 2010, og snýr seg um lønarkrøv hjá fyrrverandi starvsfólkum í gamla Uttanríkisráðnum. Tað hevur tí einki við setningin hjá kanningarstjóranum at gera. Og sum longu nevnt metir metir Annfinn V. Hansen seg ikki vera ógegnigan av tí:
- Nei, tað geri eg ikki. Politiska ábyrgdin av tí, sum tað málið snýr seg um, liggur ikki hjá løgmanni. Men sjálvandi hevur Løgmansskrivstovan ”arvað” málið frá Uttanríkisráðnum, og situr jú løgmaður. So tí havi eg gjørt av, at eg møti ikki upp í rættinum í hasum málinum, so leingi eg eri kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen.
Ordrabókin
Men ítøkiliga málið rørir tó við grundleggjandi spurningin, um ein kanningarstjóri kann arbeiða fyri tann, ið hann skal kanna?
- Tað avgerandi er interessu-konfliktin. Advokaturin er pr definitión óheftur, men er heftur í mun til tey mál, hann førir, argumenterar Annfinn V. Hansen.
Nýsetti kanningarstjórin hevur hug at seta tingini enn meira upp á spíssin:
- Eg vit fara so langt sum at spyrja, um eg kann føra eina sak fyri ella ímóti tí almenna. Tí ert tú ógegnigur av at føra eitt mál fyri tað almenna, so ert tú eftir mínum tykki eisini ógegnigur av at føra eitt mál ímóti tí almenna.
Gegnið gongur báðar vegir. Og er tað ein trupulleiki, so kann væl eingin føroyskur advokatur vera kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen við einum skeivum smíli.
Samstundis sum Annfinn V. Hansen sigur seg ikki vilja arbeiða fyri Løgmansskrivstovuna, meðan hann er kanningarstjóri, so sær hann ongan trupulleika í at átaka sær uppgávur fyri onnur aðalráð ella stovnar undir aðalráðunum..
- Nei, tað geri eg absolutt ikki. Sjálvandi skal eg ikki átaka mær uppgávur, har eg komi í eina interessu-konflikt við mín setning sum kanningarstjóri. Men annars síggi eg ikki trupulleikan í at arbeiða fyri tað almenna, samstundis sum eg eri kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen.
Politikkurin
Annfinn V. Hansen hevur eisini eina fortíð í politikki. Hann stillaði upp fyri Fólkaflokkin, og umboðaði eisini flokkin sum varamaður á løgtingi. Seinast var í november 1995.
- Ja, eg stillaði upp, væl saktans av somu orsøk sum flestu onnur. Eg vildi broyta nakað, vildi gera ein mun. Men eg má bara spyrja, um tað skal útihýsa mær frá mínum faki, spyr Annfinn V. Hansen og svarar enn einaferð sjálvur:
- Sjálvandi havi eg ikki gloymt tað, sum hendi tá. Men eg haldi ikki, at tað sum hendi fyri 18 árum síðani er viðkomandi í hesum sambandi. Og forrestin eru tað heldur ikki fólkaflokspolitikarar, sum eg skal kanna, leggur hann flennandi afturat.
Hóast hann sjálvur brúkar argumentið við teimum 18 árunum, so heldur Annfinn V. Hansen ikki, at støðan hevði verið so nógv øðrvísi, um aktiva, politiska lívið lá færri ár afturi.
- Nei, í prinsippinum ikki. Men tað valdast sjálvandi, hvønn leiklut eg hevði havt í politisku skipanini tá, sæð í mun til mín arbeiðssetning sum kanningarstjóri í dag, svarar Annfinn V. Hansen.
Relatiónirnar
Ikki minst í einum lítlum samfelag sum tí føroyska er lætt at koma í ta støðu, at kennskapur vinskapur gerst ein trupulleiki fyri gegnið.
- Jú, persónligu relatiónirnar hava avgjørt týdning, tá eg skal meta um mítt gegni at vera kanningarstjóri, sigur Annfinn V. Hansen og tekur fram eitt dømi:
- Um tað til dømis vísti seg, at Kaj Leo og eg spældu bridge saman, so hevði tað givið mær ein gegnistrupulleika, nú eg skal kanna leiklutin hjá løgmanni í málinum um Skálafjarðartunnilin. Tað sama hevði gjørt seg galdandi, um eg plagdi at rógva út saman við Kára. Markið gongur, tá persónligu relatiónirnar kunnu hava ávirkan á, hvussu tú viðger ein persón, sigur Annfinn V. Hansen.
Aftur her er tað upp til Annfinn V. Hansen sjálvan at meta um sítt egna gegni.
Stormurin
Sjálvur hevur Annfinn V. Hansen ongan hug at blaka frá sær, hóast gegnisspuringurin hevur hingið í luftini, síðani hann tók av kjansinum at gerast kanningarstjóri.
- Ja, tað er eitt trýst, ásannar Annfinn V. Hansen og heldur fram:
- Men tað trýstið kann og skal ikki fáa meg at broyta meining. Tí so eru vit úti í sjálvuppfyllandi profetiini.
Annfinn V. Hansen sigur seg sakna substans í kritikkinum:
- Eg haldi at málið er farið í sjálvsving, har søgurnar skapa seg sjálvar, sigur Annfinn V. Hansen, sum hevur hug at skjóta aftur, bæði eftir fjølmiðlunum og serfrøðini:
- Tað tykist vera ein spurningur um, hvussu pressan fær eina pannukøku at síggja øðrvísi út frá einum øðrum vinkli. Og serfrøðingarnir áttu at vitað, at sjálv lógin fyri Gjaldstovuráðið ásetir, at limirnir skulu ikki starvast í fyrisitingini, og at teir eisini verða valdir eftir tilráðing frá yrkisfeløgunum.
Annfinn V. Hansen heldur ikki, at hansara formanssessur í Gjaldstovuráðnum gevur honum nakran gegnistrupulleika. Og heldur ikki formanssessurin í Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum (AMEG) er ein trupulleiki.
- Eg eri formaður í AMEG, einans tí eg eri formaður í Gjaldstovuráðnum. Tað er ásett í lógini, sigur Annfinn V. Hansen og heldur fram:
- Gegnisspuringurin bleiv einans aktuellur, tí at AMEG í summar fekk ein fyrispurning um, hvørt grunnurin kundi seta pengar í Skálafjarðartunnilin. Men grunnurin hevði ikki lógarheimildina og tí varð fyrispurningurin so at siga vendur í hurðini. Longri er tann søgan ikki, og tí meti eg meg ikki hava ein gegnistrupulleika av hesum, sigur Annfinn V. Hansen.
Úrslitið
Annfinn V. Hansen varð útnevndur kanningarstjóri 19. november, og hann er nú farin at savna saman tilfarið í málinum. Úrslitið av arbeiðinum verður savnað í eina frágreiðing, sum lýsir, hvørt fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendissmálum ella løgmaður hava gjørt nakað skeivt.
- Eg skrivi eina fakliga frágreiðing við løgfrøðisligum niðurstøðum. Eg skal ikki fella nakran dóm, men frágreiðingin skal lýsa fakta í málinum, og um nakað skeivt er farið fram, sammett við galdandi lóggávu, sigur Annfinn V. Hansen og heldur fram:
- Frágreiðingin skal vera somikið greið og niðurstøðurnar somikið væl lýstar, at serfrøðingar tá kunnu síggja neyvt, hvørji løgfrøðislig argument liggja til grund fyri niðurstøðunum. Tað skal bera til at eftirkanna tað úrslit, sum eg komi fram til.
Kanningarstjórin biður tí atfinningarsomu røddirnar goyma krútið:
- Tá frágreiðingin er liðug, ber til at gera fakligar metingar av tí arbeiði, sum eg havi gjørt. Tá kunnu onnur so meta um mítt arbeiði. Og tá fær løgtingið eisini frágreiðingina og kann gera við hana, sum løgtingið vil, sigur Annfinn V. Hansen.
Enn vil kanningarstjórin hvørki seta dato ella prís á kanningina av Kára P. Højgaard ella Kaj Leo Holm Johannesen.