verður sagt í Hávamáli. Leivur Justinussen, við Stein á Glyvrum, er farin í annað ljós at vera. Týsmorgunin spaseraði hann framvið tilbúna veiðireiðsskapinum út í ein sjúkravogn, helst fyrsta ferðin í 87 ár [...] Santiago stóð í bókarókunum í heiminum hjá Leivuri og faðirsystir míni Nancy. Í týðingini hjá Jacob Olsen. Seinri fann eg útav, at tað var alt annað enn tilvildin, sum hevði borið hana inn hagar. Í høvuðspersóninum [...] togarum í afturhvarvinum var meiri enn ivasamt. Minnist hann plagdi at tosa um hendan eina dagin teir lógu uppi við Bjarnoynna. Í góðveðrinum stóðu teir eina løtu og speidaðu út í havsbrúnna, tá letur í Tummasi
90 sekund skal flogfarið vera tómt, um yvirlivandi framvegis skulu hava góðan møguleika«, minnist eg frá sending í sjónvarpinum. Hálvfems sekund eru í hvussu so er gingin. Hví rýmdu tey bara í áðni? Dropar [...] vita kanska ikki, at vit liggja eftir. Men teir søgdu í áðni, at fimm lógu eftir. Eg komi bara upp í fýra umborð. Kanska er onkur longu deyður. – Nú hava vit verið her øgiliga leingi, heldur kvinnan frammanfyri [...] síggi eg onkran millum stólabakini úti í ljósinum við hurðina. Teir eru tveir – báðir í gulum jakkum – blaka tveir posar inn í kabinuna. Teir tosa. Ivast hvussu nógv eru inni, men kempa seg aftureftir
Nervarnir í rygggeislunum eru í vanda, og Eyðun skal tí liggja púra slættur. Tað merkir millum annað, at hann sleppur ikki upp í flogfarið hjá Atlantsflog, tí børan kann ikki berast inn í flogfarið púra [...] Hansen í Fløttisgøtu 6 í Vestmanna. Uttan fyri er alt túnið grivið upp, og arbeiðsmenn eru í holt við at stoypa og fylla upp í brattlendinum, soleiðis at koyrandi er heilt oman til dyrnar. Inni í hugnaligu [...] Mikla í Havn, men hevur búð í Vestmanna síðani 1985. Eftir sjey mánaðir, fyrst á Ríkissjúkrahúsinum, síðani sjúkrahúsinum í Glostrup og til seinast á uppvenjingarmiðstøð í Hornbæk, eru hjúnini í holt við
plaga norðmenn at taka til. Tað gav at bíta í síðstu viku, tá ið harra Sunnuleivur Rasmussen, tóna-skúlalærari lat seg interviewa í Degi & viku um, hvussu ræðuliga illa tónamenn og frítíðarskúli hansara [...] 2500 kr um árið í meirútreiðslu pr. húsarhald. Hetta er lítið offur í mun til tað, sum tær neyðars familjur hjá teimum arbeiðsleysu telefólkunum mugu ofra fyri at fáa endarnar at røkka saman í tilstundandi [...] sum liggja væl omanfyri tvær milliónir í ársløn tilsamans, sluppu at gjalda tónaskúlanum ta hálvu milliónina, sum manglar musikkmonnum. Tí tað eru hesir blokksabotørar, sum eru teir mest seku í, at alt
at forbjóða fólki í at roykja inni hjá sær sjálvum. Í Danmark tosar man enntá um at lóggeva um, at foreldur skulu lesa hart fyri børnum sínum so og so leingi hvønn dag. Vit hava í Føroyum fingið eina [...] okkara egnu ogn, og hvat vit gera innanfyri egnu fýra veggir, so leingi vit ikki skaða onnur. Landið skal í so stóran mun sum gjørligt halda seg frá, at lóggeva innum teir fýra veggirnar hjá fólki. Vit hava [...] kann innrætta sær eitt kamar í kjallaranum, uttan at eitt stórt bureukrati skal aktiverast, og sum loyvir kommunalum inspektørum ella rættari sagt kommiserum inn í húsini hjá fólki uttan dóm
fíggjarliga undirgangin hjá okkum, í tann íløgan bar seg yvirhøvur ikki. Ein dýrur lærupengi Beata L. Samuelsen sigur, at hon var ongantíð samd í hesum keypinum. Og sæð í bakspegilin heldur hon, at hon skuldi [...] Men sjálvt um lærupeningurin var dýrur er onki at gera við tað í dag. Og kenslan av at missa, er ikki heilt ókend fyri Beatu. - Í kreppuni í nítiárunum misti eg míni egnu hús, tá ið eg ikki megnaði at rinda [...] skalt altíð lurta eftir tær sjálvum og ikki slaka, sama hvat serfrøðingar siga. - Følir tú tað í búkinum og í høvdinum, at ein avgerð er skeiv, skalt tú halda fast við tína støðu, sama havt serfrøðingar
Stjóraskiftið í Atlantsflogi snýr seg hvørki um kalda luft millum nevdarformann og stjóra ella um tað ræðuliga, at ein danskari nú skal stýra felagnum í eitt ár ella tvey - málið snýr seg um at brúka [...] stjóraskiftið til at seta brúkaran í miðdepilin Í kjalarvørrinum av stjóraskiftinum í Atlatsflogi er orðaskiftið fyri ein part farið av sporinum. Tað er farið at snúgva seg um eina konflikt millum nev [...] nevndarformann og stjóra. Um at tað er synd í fráfarna stjóranum. Um eitt ov stórt gylt lógvatak. Um hvussu ræðuligt tað er, at ein danskari er settur at stýra í einari skiftistíð. Og soleiðis frameftir.
diskin, og tær báðar eldru kvinnurnar fremst í køini seta orðini í hálsin tvær ferðir, áðrenn onnur spyr eftir einum av teimum dýraru tendrarunum, sum liggja í handilsdiskinum. Hann er blíður og tíður, Thorstein [...] heldur. ? Sigarsølan kring allan heim minkaði støðugt í nógv harrans ár, til vend byrjaði at koma í einaferð fyrst í hálvfemsunum. Tá byrjaði sølan at batna í USA, og hendan gongdin hevur breitt seg til Europa [...] speiskur sum hann stendur har aftan fyri diskin í gamla handlinum hjá Oscar Arge. Handilin keypti hann í 1988 frá pápabeiggjanum, sum stovnaði hann á ólavsøku í 1938. Síðan tá hava hvørki handilsnavnið, staðið
gamal fór hann út í heimin at sigla við skipum hjá reiðarínum ØK. Vestmenningar og onnur í Føroyum kenna hann sum Verner á Rógvi Hansen, men hann skifti navn til Erik, tá hann í mei mánaði í 1970 gjørdi av [...] sínum slag, hann fer at sigla. Verður liggjandi Men báturin skal heim aftur. Tað verður tó ikki gjørt í bræði, og helst fer hann at liggja í Føroyum veturin yvir, tí amerikanska kona Erik, Janet, hevur [...] fer hann at taka sær av løttum í Føroyum næstu vikurnar. Hann hevur ongar ætlanir um at hetta skal vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið, sum røkist
Poulsen. Lesturin í Danmark varð útsettur, og í desember mánaði í 1977 fór Sigmund í starv í útvarpinum, og har starvaðist hann í meira enn 10 ár sum útvarpsmaður. - Eg treivst væl í útvarpinum, men eg [...] og tað gjørdist so til jura. Eg byrjaði at lesa í 1986, og í januar í 1991 fekk eg løgfrøðiligt embætisprógv . - Í 1989 gavst eg í Útvarpinum og fór í Starvsmannafelagið at arbeiða. Eg hevði brúk fyri [...] hann skal svara løgfrøðiligum spurningum í Útvarpinum, men eisini í gerandisdegnum eru hesar royndir hentar. - Sum advokatur er tað ein stórur fyrimunur, um tú dugir at úttrykkja teg í skrift og í talu