Seinastur úr vrakinum

Út! Út!, rópar flogskiparin. Tey flestu fara avstað. Ein flogterna situr innanfyri. Hon sær frísk út, men vil bara ikki flyta seg. Longur frammi liggur ein smádrongur og eymkar seg, at hann ikki fær flutt beinini. Soleiðis liggja vit leingi. Spurningurin er, um nakar kemur eftir okkum

Bjargingarvenjing: Eitt buldur. Fáið øll út. Røddin á flogskiparanum sker gjøgnum tøgnina. Myrki drongurin høgru megin meg flennir ikki longur. Hann bløðir í andlitinum.

Eg havi ilt í høvdinum. Eina øgiliga pínu. At reisa seg sýnist ógjørligt og sjálvt at anda er ein trupulleiki. So eri eg eisini í ørviti.

Bæði drongurin og flogternan innan fyri hann bløða. Tey reisa seg og rýma. Eg royni eisini, men tað gongur onki serligt. Hví rýmir flogternan? Skuldi hon ikki hjálpa?

Tað gongur skjótt fyri seg. Nú eru nógv farin upp úr bláu stólinum. Tey klúgva upp um teir koppaðu stólarnar frammanfyri. Blóð rennur á vegginum í kabinuni, og fólkini, sum vóru aftanfyri meg, eru ikki at hoyra.

Men eg eri ikki einsamallur. Innanfyri meg vinstrumegin situr ein ljóshærd eldri dama. Onki sær út til at vera galið við henni. Hon kemur bara ongan veg. Hon bløðir ikki eingong. Hví flytur hon seg ikki?

Ein alarmur er farin í gongd.

Hoyri røddina á flogskiparanum uttanfyri.

– Fimm liggja eftir í hesum partinum.

Ljóðið av sirenum kemur nærri og nærri.

Kanska onkur er á veg eftir okkum.

– Eg føli ikki beinini, eymkar ein ung mannfólkarødd seg longur frammi.

Eg síggi hann ikki, tí stólabakið framman fyri blokerar útsýnið.

»Eftir 90 sekund skal flogfarið vera tómt, um yvirlivandi framvegis skulu hava góðan møguleika«, minnist eg frá sending í sjónvarpinum.

Hálvfems sekund eru í hvussu so er gingin.

Hví rýmdu tey bara í áðni?


Dropar

Sirenurnar koma nú nærri. Tær hoyrast beint við, men ongin kemur inn í flogfarið.

Vatn er at hoyra. Smáir dropar niður á takið. Tað regnar.

Meira vatn. Hatta er ikki regn. Tey spula uttanfyri, tað er nokk eldur í flogfarinum. Bara hann ikki rakar okkum.

Á setrinum frammanfyri meg situr ein onnur ljóshærd kvinna. Hon flytur seg heldur ikki og snakkar um, at ongin kemur eftir okkum.

Byrji at hugsa tað sama. Bjargingarliðini vita kanska ikki, at vit liggja eftir. Men teir søgdu í áðni, at fimm lógu eftir.

Eg komi bara upp í fýra umborð. Kanska er onkur longu deyður.

– Nú hava vit verið her øgiliga leingi, heldur kvinnan frammanfyri.


Slavin teppir

– Er nakar her, kunnu vit hjálpa nøkrum?, rópar ein maður.

Havi hug at svara, men fái ikki.

Nú síggi eg onkran millum stólabakini úti í ljósinum við hurðina. Teir eru tveir – báðir í gulum jakkum – blaka tveir posar inn í kabinuna.

Teir tosa. Ivast hvussu nógv eru inni, men kempa seg aftureftir við teppum.

Hava teir bara teppir?, hugsi eg.

Jú, rætt er. Teir hava bara teppir. Slavin teppir, sum lukta av húsunum hjá gomlum fólki.

Nú balla teir okkum. Finna útav, at teir hava ov fá teppir við, og fara útaftur.

So eru vit aftur einsamøll.


Storknaða blóðið

Nú kennist tað, sum høvdið vil bresta. Eg royni at hyggja meg um, og tað einasta nýggja eg síggi, er at blóðið á vegginum hevur skift lit. Tað er vorðið myrkari og rennir ikki longur.

Vit bíða framvegis. Men nú rópar aftur onkur uttanfyri, at fimm liggja eftir. Veit ikki um fleiri enn fýra sjálvur, men tá teir siga tað, so má tað passa.

Teir koma inn. Hvítir hjálmar omaná svørtum klæðum. Brandmenn.

– Tað liggur ein beint innanfyri. Hann er uttan vit, andar eitt sindur og bløðir gjøgnum oyruni.

So hatta var tann fimti.

Teir tosa eisini um, at ein tannáringur liggur við brotnum ryggi.

– Vit mugu hava eina strekkbøru, rópar ein í hálvmyrkrinum.

Nú stendur ein uppi yvir mær og hyggur at mær. Hann roynir at spyrja ymiskt, men eg fái illa svarað honum. Hann flytur meg yvir á stólin høgrumegin.

Ljóshærdu kvinnurnar verða kannaðar. Teir tosa um, at tær kunnu flytast út, og so verða tær leiddar.

– Hesar eru nokk í sjokk, sigur ein av hvítu hjálmunum.


Lagdur á børu

– Vit koma við eini børu til tín, men vit fáa teg ikki út, fyrr enn strekkbøran er komin til drongin frammanfyri teg. Hann liggur fyri, fortelur ein í hvítum hjálmi.

Har kemur ein børa inneftir. Hon er sum tær til fótbóltsdystir. Pínan gerst nú verri og vitið sýnist ikki vera heilt.

Spakuliga taka teir í meg og leggja meg á fótbóltsbøruna aftanfyri setrini.

Nú tendrar hann lyktina á hjálminum. Verði blendaður av ljósinum og velji at blunda.

Tá eg hyggi aftur, síggi loftið á kabinuni. Tí havi ikki hugt at fyrr.

Nú gongur long tíð.

– Oddmar, Tróndur. Vit mugu hava ilt til ein við bløðing í høvdinum, sigur hvíti hjálmurin í eitt walkietalkie.

Hoyri onki svar, men hjálmurin ilskast. Sigur, at ongin iltfløska er nær við. Og so binda teir meg fastan á børuna.


Seinastur út

Niðurbundin kenni eg meg ótryggan, hóast eg ikki sjálvur fái flutt meg.

– Vit hava fingið strekkbøruna til drongin, sigur onkur.

Kanska sleppi eg út skjótt!

Rætt er. Nú taka fýra mans í børuna, og lyfta bulin upp um stólabakini frammanfyri.

Her hendur okkurt. Eg komi út móti ljósinum. Kenni kuldan uttanfyri, men vil ikki lata eyguni upp.

– Hetta er tann seinasti. Koyr hann í bilin, gevur ein boð um.


Fast undir ryggi

Føli eitt bump. Hyggi og síggi á eina kvinnu í gulum klæðum. Blundi bara aftur, tí nú veit eg, at okkurt hendir. Pínan verður verri og eri enn meira í ørviti.

Kenni á mær, at okkurt brot manglar. Havi nokk verið burtur við hvørt.

Bilurin steðgar. Hurðin fer upp og eyguni á mær eisini. Síggi fleiri hvítar hjálmar standa uttanfyri.

Teir leggja børuna hjá mær niður á sement.

– Hvat skulu vit gera við hendan?, sigur ein kvinna.

Síggi Marjus Dam. Eg veit, hann er lækni. Endiliga.


1 ella 4

– Hann hevur álvarsligan skaða í høvdinum. Hatta er antin ein eittari, sum skal upp í tyrluna beinanvegin, ella er tað ein fýrari, sum vit leggja í hornið og ikki gera nakað við, sigur læknin.

Hoyri tyrluna. Hyggi eftir gólvinum. Síggi eina rúgvu á fólki. Summi rópa framvegis.

Var tað ein deyðadóm Marjus las fyri mær?

Nú lendur tyrlan.

– Marjus. Skal hesin við?, spyr kvinnan.

– Ja, gev honum ein kjans og koyr í tyrluna.

Verði tikin upp og borin. Føli sterkan vind og hoyri larmin av rotorunum á hvítu tyrluni.

Verði settur í tyrluna. Síggi rotorarnar. Vit eru tveir á børu. Hin er pakkaður í staniol og tosar.


Helst deyður

So lenda vit. Eg veit ikki hvar, men tá eg hyggi meg um, síggi eg, at tað er eitt verjuskip.

Hoyri onkran tosa og síggi eitt danskt flagg á ermuni á ljósabrúnu skjúrtuni.

– Kan du høre mig?

Eg trýsti eitt ljóð úr mær.

Nú kemur ein annar yvir. Hevur stetoskop um hálsin. Helst ein lækni.

– Ham her skal have ilt. Han har stor skade i hovedet, så der er ikke meget, vi kan gøre. Det er en treer, sigur læknin, og skrivar okkurt á pannuna á mær.

Hyggi yvir á síðumannin úr tyrluni. »T3«, stendur á pannuni hjá honum.

So kemur ein yvir, og gevur mær ilt.

Men hann segði, at teir onki kundu gera, so helst eri eg deyður, áðrenn venjingin er av.

Hví flugu teir meg á verjuskip og ikki á sjúkrahús?