Serfrøðin sum vil verja Palliba móti sær sjálvum

Thomas Arabo

-----


Í paragraf 73 í grundlógini stendur, at “ejendomsretten er ukrænkelig”. Vit hava frælsi til at ráða yvir okk­ara egnu ogn, og vit kunnu sjálvi ráða yvir, hvørjum vit loyva inn á okkara egnu ogn, og hvat vit gera innanfyri egnu fýra veggir, so leingi vit ikki skaða onnur.
Landið skal í so stóran mun sum gjørligt halda seg frá, at lóggeva innum teir fýra veggirnar hjá fólki. Vit hava eina mekanismu, sum eitur at biða um dómarakennilsi, um okk­urt er áfatt, og mynd­ugleikarnir noyð­­ast at koma óumbiðið um gátt. Tað er prinsipielt sera viktugt, at dóms­­­valdið má uppí, so at lóg­gev­andi og útinnandi vøld­ini ikki kunnu hóreiggja sær, sum teimum lystir inni á privatu ognini hjá fólki.

Tá serfrøðin vil diktera lívsførslu
Tað er eitt sera óheppið rák, vit síggja í løtuni, har ser­frøð­ingar av øllum møguligum slag vilja lóggeva innum teir fýra veggirnar fyri at verja Palliba og Marsannu móti sær sjálvum.
Vit hoyra Fólkaheilsuráðið vilja sleppa at forbjóða fólki í at roykja inni hjá sær sjálv­um. Í Danmark tosar man enn­tá um at lóggeva um, at foreldur skulu lesa hart fyri børn­um sínum so og so leingi hvønn dag.
Vit hava í Føroyum fingið eina nýggja byggilóg, sum sigur, at man ikki longur kann inn­rætta sær eitt kam­ar í kjallaranum, uttan at eitt stórt bureukrati skal akti­­verast, og sum loyvir kommu­nalum in­spek­tørum ella rætt­­ari sagt kom­miserum inn í hús­ini hjá fólki uttan dóm­­ara­kennilsi fyri at kanna eftir, um kamarið ella wc um­bygg­ingin nú eina­ferð er gjørd eftir for­skrift­unum.


Meiniga fólkið má ikki lítast nakað til
Tað kann gott vera, at inten­tión­irnar eru góðar við slíkum hug­skotum, men tað er einki at ivast í, at grundtankin aftanfyri slík hugskot er, at vanligi borgarin er býttur, og má verjast frá sær sjálvum.
Hatta er tankin aftanfyri alla atferðsregulerandi lóg­gávu, og tað er ein niðurgering av vanliga fólkinum.
Sjálvandi eru nøkur øki, har okk­um tørvar serfrøðina, at fortelja okk­um, hvussu landið liggur, men tað má vera eitt prinsipp, at ein borg­­ari, sum er við síni fullu fimm, sjálvur má biða um serfrøðingahjálp fra tí almenna. Vit fara til lækna av og á, um vit ynskja tað.

Tann óneyðuga »eksper­ti­fiseringin« av øllum
Eitt eru neyðug ting sum lækn­ar, men vit síggja tí­verri, at so at siga alt verð­­ur “ekspertifiserað” í hes­­um døg­­um. Borgarin dug­ir einki, um vit skulu lurta eftir Fólka­­­heilsu­­ráð­num. Vit mugu forða van­liga fólk­inum í at sleppa at ciga­rett­um, brennivíni og sukri, tí annars roykja, drekka og eta tey seg um rygg. Hetta er hugburðurin hjá Fólka­heilsu­ráðnum. Palliba og Mar­sanna duga ikki at ansa sær sjálvum, og tí mugu eks­pert­arnir við lóggávu og for­boðum gera tað fyri tey.
Gongdin virkar ikki sørt totaliter. Bara navnið Fólka­heilsuráðið minn­ir um DDR, og man bíðar bara eftir, at ordrin kemur um, at nú skulu øll út at gera obligatoriskan fólka­heilsumorgunfimleik hvønn morgun.

Borgarin hildin til rukku fyri egnar pengar
Vit hava alment løntar kost­ráð­gevar, sum í útvarpinum fortelja mær fyri mínar egnu pengar, hvat slag av vist­frøði­ligum nøtum eru best fyri meg. Vit fáa at vita, at vanligi borgari ikki longur dugir at smyrja matpakka til síni egnu børn, og at man skal hava eina bachelor­grad fyri at kunna uppala børn. Hvat er hetta fyri samfelag, vit eru í ferð við at skapa?
Vit eru í ferð við at skapa eitt samfelag, har øll lív­sins viðurskifti vera “eksperti­fiserað” og har vanligi borg­arin verður fullkomuliga ómynd­­ug­­gjørdur og viðfarin sum ein býtt­­lingur av einari elitu, sum vil sleppa at de­finera “røttu” lívs­førsl­­una smalri og smalri fyri hvønn dag sum fer.

Vardar íbúðir og stuðulspedagogar til øll?
Sjálvandi eru fólk, sum detta ígjøg­num av sínum lastum ella missa heilsuna av tí sama, men vit kunnu ikki viðfara øll eftir tí. Um gongdin í dag heldur fram, har vit lóg­­geva og ómynduggera eftir lægsta felags­nevnara, so kunnu vit tað sama øll fáa eina kommunalt bygda stats­autoriseraða varda íbúð við hvør sínum stuð­uls­peda­gogi. Fólka­heilsu­ráðið kann fáa lyklar til vardu íbúðina, so tey kunnu kanna, at einki spik ella sjokolátapálegg ligg­ur í køliskápinum.
Lívið er annað enn at eta og liva rætt. Fólk eru ikki so býtt, sum Fólkaheilsuráðið og herurin av óumbidnu serfrøðingum vil vera við. Tá vit eta feitan ella søtan mat, fáa okkum ein lítlan afturvið røstum kjøti ella festa okkum í, so vita vit, at tað er ósunt. Vit velja sjálvi, og skulu hava loyvi at velja sjálvi.

Vælferðarsamfelagið handlar um tilboð, ikki forboð!
Tað almenna vælferðarsam­felagið skal vera har, tá lívið byrjar og tá lívið endar. Landið skal syrgja fyri, at børn og ung fáa ta útbúgving og teir møguleikar til út­búgv­ing, sum evnini røkka til. Samfelagið skal eisini vera har, fyri at tryggja sømulig kor fyri teimum eldru og teim­um veiku annars. Hjá fólki í góðum árum, sum eru við síni fullu fimm, skal stat­urin vera eitt trygdarnet og ein veitari av um­bidnum tæn­astum og einki annað.

Frá einari yvirstætt til eina aðra
Tað er ein ávís ironi í, at vit í eina øld arbeiddu fyri, at van­ligi borg­arin skuldi fáa nakað at siga í samfelagnum, og at meiniga fólkið skuldi fáa eina demokratiska rødd, sum man lurtaði eftir og tók fyri fult. Vit brúktu 100 ár, at rysta elitustýring av okkum, og nú eru vit í ferð við aftur at ómynduggera meiniga fólkið við einum øðrum slagi av elitustyring. Fyrst í farnu øld var elitan ein aðalstætt. Nú fáa vit eina ekspertstætt, sum hevur sama grundtanka, sum aðalstættin hevði fyri 100 árum síðani: Meinigi borgarin er býttur, og má ikki sleppa at ráða sær sjálvum í nøkrum sum helst.
Ironiskt, at man aftur er komin hartil.