? Ja, hvat kann man hjálpa hesum báðum flottu damunum við?
Spyr djúpmælti maðurin handan diskin, og tær báðar eldru kvinnurnar fremst í køini seta orðini í hálsin tvær ferðir, áðrenn onnur spyr eftir einum av teimum dýraru tendrarunum, sum liggja í handilsdiskinum.
Hann er blíður og tíður, Thorstein Arge, og til tíðir eitt sindur speiskur sum hann stendur har aftan fyri diskin í gamla handlinum hjá Oscar Arge. Handilin keypti hann í 1988 frá pápabeiggjanum, sum stovnaði hann á ólavsøku í 1938.
Síðan tá hava hvørki handilsnavnið, staðið ella útsjóndin broytt seg.
? Eg skal hava eina sigar, sigi eg, sum eri næstur, og seinastur, í køini.
Nú eru vit á heimavøllinum hjá handilsmanninum.
Á vegginum aftan fyri diskin standa stórir sigarkassar á ovaru hillunum. Á miðaru hillunum smærri sigarpakkar, seruttir og sigarillir, og á niðastu hillunum sigarettir.
Men Thorstein Arge kemur út um diskin, og opnar hurðina til eitt træskáp, sum í veruleikanum er ein heimagjørd humidor, tí tað er her hjartabørnini liggja.
Kubanar eru ov dýrir
? Eg havi tíverri ongar kubanskar, tí tað vísir seg at tær eru eitt vet ov dýrar til kundagrundarlagið her í Føroyum. Eg sleppi ikki av við tær. Men tær dominikansku standa nú ikki nógv aftanfyri, og tær havi eg, sigur handilsmaðurin.
Hóast tímalønirnar hjá kubansku sigarrullarunum neyvan teljast millum tær hægstu, so eru kubansku sigarirnar nógv tær dýrastu. At tær eisini eru tær bestu ger, at tær hava sama pláss millum sigarnjótarar, sum Bordeux vínini hava millum vínkennarar.
Men Kuba hevur ikki einkarætt upp á vælsmakkandi royk. Tann Dominikanska Republikkin hevur verið sigarframleiðari alla farnu øld, og sigarirnar haðani hava sera gott orð á sær.
Eftir kubansku kollveltingina rýmdi ein stórur partur av sigarframleiðarunum á Kuba til grannalondini ? teir flestu til Dominikansku Republikkina ? og hetta sást sjótt aftur á dominikansku sigarunum.
So tað er ikki av tilvid at fremstu hjartabørnini í humidorini hjá handilsmanninum á Kongrabrúnni koma frá Dominikansku Republikkini. La Corona eita sigarnirnar, og kosta hálvfjers krónur stykki.
? Hesar selji eg nógvar av. Og tá eg lati handilin aftur í morgin klokkan tvey fyri seinastu ferð hetta árið, verður tað ein kassi av hesum eg taki heim við til nýggjárshaldið, sigur Thorstein.
Kassin kostar 1450 krónur.
Sigarir eru blivanr populerar
Hendan tíðin beint áðrenn gamlaárskvøld er besta sølutíðin fyri sigarir. Men sølan er nú slett ikki so vánalig restina av árinum heldur.
? Sigarsølan kring allan heim minkaði støðugt í nógv harrans ár, til vend byrjaði at koma í einaferð fyrst í hálvfemsunum. Tá byrjaði sølan at batna í USA, og hendan gongdin hevur breitt seg til Europa og síðstu árini eisini her upp til Føroya. Tað er blivið populert at roykja sigar aftur, og tað merkist væl, sigur Thorstein Arge.
Hansara viðskiftafólk eru úr øllum aldursbólkum, og eisini nógvir yngri føroyingar hava fingið smakk fyri ti, sum sigarin hevur at bjóða.
Hvussu skal ein sigar roykjast?
? Tað fyrsta ein má gera er at fáa hol í endan. Har hevur man sigarsaksar og sigarguillotinir at taka til, men eg plagi at gera soleiðis, sigur Thorstein Arge og festir í ein svávulpinn, letur hann brenna eitt sindur, og skavar síðan øskuna av honum. Síðan stingur hann varliga eitt hol í endan á sigarini við tí nú spíska endanum á svávulpinninum.
? Hatta við at bíta endan av sigarini er nakað sum cowboyar gera. Ikki nakað man sjálvur skal gera, tí tað oyðileggur oftast dekkblaðið og so er sigarin klár at blaka vekk. Eitt lítið hol gevur ivaleysa góðan trekk ígjøgnum sigarina, sigur Thorstein og tendrar sigarina við einum svávulpinni.
? Fyrr segði man altíð, at ein sigar ikki mátti tendrast við tendrara. Men gasstendrararnir hava so reina flammu, at teir kann man eisini gott brúka. Men ein bensintendrara má man endiliga ikki brúka.
Hvussu leingi tekur tað at roykja eina góða sigar?
? Leingi. Tað ræður um at hava góða tíð og roykja sigarina soleiðis, at hon bara akkurát klárar at halda glóðini. Hetta er ikki hastverk, sigur Thorstein og bjóðar næsta kundanum vælkomnum.