Sigmund valdi rættin fram um rættina

Hann var føddur til Stovugarðin í Klaksvík, men gjørdist útvarpsmaður og advokatur í Havn. Sigmund Poulsen valdi rættin fram um rættina og angrar einki. Sum ungur hevði hann ikki hug at bóndast, men var meira áhugaður í popptónleiki, fótbólti og konufólki. Sum tilkomin advokatur kann hann uppliva eitt sindur av hvørjum, og hann heldur, at lívið er ov stutt til at klandrast um jørð

Fólk kring landið kenna hann sum løgfrøðingin, sum á ein lættan og kvikan hátt svarar spurningum frá lurtarum í morgunsendingini í útvarpinum.

Sigmund Poulsen er ættaður úr Klaksvík, men hevur búð stóran part av lívinum í Havn. Hann var føddur til Stovugarðin, men hevði ongan áhuga fyri seyði og bóndalívi, og tá ið hann sum unglingi fór til Havnar at ganga á studentaskúla var eingin vegur aftur – hann kom ongantíð aftur Klaksvíkar, men endaði sum útvarpsmaður og løgfrøðingur í Havn.

- Tá ið eg sum ungur drongur fór á fjall, plagdu teir eldru menninir at siga, at “nú var bóndin her”. Eg orkaði ikki fyri, at teir søgdu tað, tí eg ætlaði mær ongantíð at gerast bóndi. Eg hevði einfalt ikki áhuga fyri tí, sigur Sigmund Poulsen.

- Mín áhugi var popptónleikur, fótbóltur, konufólk og skótalív. Eg gekk nógv á fjall saman við abba mínum, men eg æltaði mær ikki at bóndast. Tað passaði ikki inn í 70’ini – tað var meira áhugavert við Deep Purple og konufólki.

Pápi Sigmund, Hans, festi garðin í nøkur ár, og so var tað yngri beiggin Anfinn, sum tók yvir.

- Eg haldi, at eg mátti skriva undir okkurt skjal fyri at siga garðin formliga frá mær, men eg angri ikki, at eg gjørdi tað. Tað hevði als ikki riggað, at eg varð blivin bóndi. Tað hongur eitt krov úr New Zealandi í Miklagarði fyri hálvan prís av tí, sum eitt krov úr Uppsølum kostar, so eg veit ikki, hvussu eg skuldi klára meg sum bóndi.


Journalisturin kom í blóðið

Sigmund Poulsen var 17 ára gamal, tá ið hann flutti úr Klaksvík, og hann fór ongantíð norður aftur at búgva. Síðani hevur hann búð í Havn, har hann hevur starvast og útbúgvið seg. Fyrst stóð studentaskúlin á skránni.

- Tey trý árini á Kostdeildini í Hoydølum vóru tey bestu árini í lívinum. Eg ivaðist ongantíð í, at eftir studentaskúlan skuldi eg fara at lesa til lækna, og eg søkti eisini inn á skúla niðri. Men so lokkaði Óli Breckmann meg at skriva. Hann segði, at eitt nýtt blað skuldi koma út, og spurdi um onkur hevði hug at skriva. Blaðið var Dagblaðið, og eg og Jákup Andreasen, stjórin á Fiskivinnuskúlanum, skrivaðu í tvey ár fyri blaðið.

- Eg helt, at eg hevði góða tíð til at taka eina útbúgving, men tá ið journalisturin fyrst var komin í blóðið, slapp eg ikki av við hann aftur. Og tá ið eg fekk konu og børn, gjørdist tað mest upplagda – at eg skuldi lesa medisin – ikki til nakað, sigur Sigmund Poulsen.

Lesturin í Danmark varð útsettur, og í desember mánaði í 1977 fór Sigmund í starv í útvarpinum, og har starvaðist hann í meira enn 10 ár sum útvarpsmaður.

- Eg treivst væl í útvarpinum, men eg hevði ikki hug at fara at taka útbúgving sum journalistur. Eg helt, at tað gekk fínt uttan útbúgving, og skuldi eg taka eina útbúgving, skuldi tað verða okkurt annað enn journalistikkur. Okkurt sum eg kanska kundi brúka í mínum starvi sum journalistur.


Vil passa seg sjálvan

Í 1986 hevði Sigmund peilað seg inn á ein lestur, sum hann hevði hug at fara í holt við.

- Eg leitaði eftir onkrum, sum ikki var so bundið, og sum eg kundi lesa heima, og tað gjørdist so til jura. Eg byrjaði at lesa í 1986, og í januar í 1991 fekk eg løgfrøðiligt embætisprógv .

- Í 1989 gavst eg í Útvarpinum og fór í Starvsmannafelagið at arbeiða. Eg hevði brúk fyri einum meira vanligum dagsarbeiði uttan vaktir fyri at kunna fáa tíð til at lesa eisini, men ætlanin hjá mær var leingi, at eg skuldi fara aftur í Útvarpið at arbeiða. Men eg havi tað við at verða fangaður av onkrari dillu, og eg noyddist at staðfesta, at eg hevði fingið so stóran áhuga fyri løgfrøði, at eg fór at arbeiða á eini advokatskrivstovu.

- Jura kann geva góðar pengar, men pengarnir hava ongantíð verið ein drívmegin fyri meg. Eg vil gjarna fáast við okkurt, sum eg tími, og akkurát nú tað er jura, sigur Sigmund Poulsen.

Hann hevur síðani 1994 havt egið advokatvirki saman við Páll Nielsen.

- Eg síggi stórt í, at eg kann passa meg sjálvan. Eg egni meg illa til at hava onkran yvir mær, og eg egni meg heldur ikki væl til at hava fólk undir mær. Arbeiðsgevararollan er einki fyri meg, eg vil heldur arbeiða sjálvstøðugt og passa meg sjálvan, sigur Sigmund Poulsen.

- Vit eru øll menniskju – ikki maskinur – og fólk skulu trívast og hava tað gott, har tey eru. Tað snýr seg fyrst og fremst um at fáa eitt gott lív. Sum advokatur kanst tú koma út fyri at tjena svínaktiga nógvar pengar í mun til onnur, men hinvegin hevur tú eisini eina stóra ábyrgd, og tú skalt eisini sjálvur finna tær uppgávur og arbeiði. Pengar í sær sjálvum eru einki, men hjá summum gongur tað sportur í at samla pengar. Tað dilluna havi eg tó ikki!


Skal tosa í yvirskriftum

Lívið sum advokatur kann bjóða bæði eitt og annað. Fólk hoyra hvørja viku Sigmund Poulsen svara spurningum frá lurtarum í Útvarpinum, og har kann staðfestast, at spurningarnir eru sera ymiskir og kunnu snúgva seg um alt frá hegnpelum til politikk.

- Tá ið eg svari spurningum í Útvarpinum, velji eg spurningar, sum hava ein vissan almennan áhuga. Eg fái ofta rættiliga ítøkiligar spurningar, sum ikki hava nakran breiðan áhuga, men teir lati eg liggja. Tað ræður um at svara spurningum, sum eru áhugaverdir fyri eina stóran skara av fólki.

Royndirnar sum útvarpsmaður koma Sigmundi til góðar, tá ið hann skal svara løgfrøðiligum spurningum í Útvarpinum, men eisini í gerandisdegnum eru hesar royndir hentar.

- Sum advokatur er tað ein stórur fyrimunur, um tú dugir at úttrykkja teg í skrift og í talu. Mín bakgrund sum journalistur er ein styrki fyri meg, tí sum advokatur skal eg eisini duga at tosa í yvirskriftum, og eg skal duga at orða meg greitt á skrift. Tað er eitt handverk at føra eina sak, og tað kann vera trupult hjá advokatum, sum hava ilt við at skriva greitt, heldur Sigmund Poulsen.


Órógvaður av spurningum

Uppgávan sum løgfrøðingur í Útvarpinum ger, at Sigmund Poulsen telist millum teir kendu advokatarnar í landinum, og tað er ikki bara gott.

- Eg haldi ikki, at eg havi fingið nakrar týðandi uppgávur orsaka av mínum leikluti í Útvarpinum, men eg veit í øllum førum, at eg eri blivin nógv órógvaður av hesum. Tað er líkasum, at tá ið fólk hava okkurt juridiskt ivamál, so koma tey í tankar um meg, og so ringja tey til mín.

- Tað kann órógva meg í gerandisdegnum, og mær dámar als ikki at tosa um sakir í telefonini, tí eg vil sleppa at síggja skjøl í málinum, áðrenn eg kann gera nakra meting. Fólk hava tað jú við at gloyma týðandi partar av eini sak, og tí má eg síggja, hvat ítøkiligt er í málinum, áðrenn eg kann svara nakað.

- Tað er eisini komið fyri, at onkur ringir til mín eitt leygarkvøld at spyrja um ein snórapela. Har hevur tað við tíðini lukkast mær betur at vísa fólki til skrivstovutíðina hjá mær, og tað hava fólk yvirhøvur virðing fyri, sigur Sigmund Poulsen.


Klandrast um arv og jørð

Millum stóru juridisku stríðsmálini í Føroyum eru arvur og jørð, og hóast Sigmund Poulsen brúkar nógva tíð til at røkja uppgávur fyri fakfeløgini, kennir hann eisini til hesi privatu stríðsmálini.

- Sjálvt í teimum bestu familjunum blíva tað ósemjur um arv. Tað kemur altíð okkurt uppí, og eg skilji tað eisini væl, tí tað liggja so nógvar kenslur í arvi. Uppgávan hjá einum advokati er at halda høvdið kalt, at skilja partarnar og royna at skapa semjur, sum fólk hóast alt kunnu góðtaka. Tað er langt frá altíð eitt gott hugskot at fara í rættin við eini ósemju, sigur Sigmund Poulsen.

Og tá ið tað kemur til stríðsmál um jørð, fær Sigmund aftur eitt smíl í andlitið.

- Lívið er ov stutt til at klandrast um jørð, og tað er í grundini ótrúligt, at fólk skulu berjast so nógv um nakað, sum tey fáa í gronina, tá ið tey doyggja.

Uppgávan hjá einum advokati er stundum at fáa fólk at síggja dokumenteraða veruleikan í einum máli, sum tey ikki vilja viðurkenna.

- Tað er ofta eitt arbeiði at fáa fólk at skilja veruleikan í einum máli. Fólk kunnu halda eitt, men skjøl vísa nakað annað, og her kann ein advokatur ikki lata eyguni aftur og gera, sum fólk halda at hann skal gera. Fólk koma javnan til mín og skumpa avgerandi upplýsingar til viks, tilvitað ella ótilvitað, tí tær passa ikki til teirra fatan av málinum.

- Tá má eg við hvørt toga fólk niður og vísa teimum á, hvussu málið veruliga sær út, og tað kemur eisini fyri, at eg sigi við fólk, at eg kann ikki umboða tey í einum máli, tí tey hava ikki nakað mál. Eg royni altíð at verða erligur við fólk og geva teimum góð ráð, og tað hendir eisini við hvørt, at fólk siga við meg, at so fara tey til ein annan advokat. Tað er eisini í lagi, at tey gera tað, og eg komi ikki til illnar við fólk av hesi orsøk, sigur Sigmund Poulsen.


***


Fakta

Navn: Sigmund Poulsen

Aldur: 53 ár

Familja: Giftur við Ásu. Tey eiga tríggjar døtur.

Bústaður. Tórshavn

Útbúgving: Løgfrøðingur

Starv: Advokatur 


***




Sigmund um tónleik

Tað verður nógvur góður tónleikur gjørdur nú á døgum, men eg sakni vulkanina, sum goysti í 70’unum. Tað var ein ótrúlig tíð við nógvum nýggjum og spennandi tónleiki. Tá ið eg lurti eftir tónleiki heima sunnudagar, lurti eg eftir ofta eftir Led Zeppelin ella klassiskum tónleiki. Mær dámar eisini væl bólkar sum The Beatles, Bee Gees og Deep Purple. 




Sigmund um politikk

Einasti týðandi spurningurin í føroyskum politikki er, um vit vilja taka loysing ella ikki. Alt annað er eitt slag av heimabókhaldaríi, sum er fult av privatum áhugamálum. Vit mugu avgreiða spurningin um loysing, og um vit ikki vilja hava loysing, so hevði tað kanska verið líka so frægt, um vit bara blivu til dømis ein donsk región – so visti mann í hvussu er, hvar evsta ábyrgdin fyri tí heila lá.




Sigmund um fjølmiðlar

Eg eri ikki samdur við teimum, sum siga at føroyskir fjølmiðlar eru vánaligir. Sjálvandi er altíð okkurt, sum kundi verið øðrvísi, men eg haldi, at vit hava góðar miðlar. Útvarpið er sera gott, og seinastu árini er ein sonn kollvelting hend á bløðunum. Sjónvarpið er í dag einki aftan fyri DR, tá hugsað verður um tíðinda- og mentunnar- og fólkalívssendingar generelt.



Sigmund um seyð

Tað var ein lækni, sum einaferð segði, at tað einasta góða við seyði er, at tú mást renna eftir honum. Eg havi ongantíð tímað serliga væl at runnið eftir seyði, men mær dámar væl mat av seyði. Tað hevði kanska verið betur, um tað var øvugt.




Sigmund um fartelefonir

Fyri tað mesta er fartelefonin heilt forferdilig, men hon kann eisini verða góð og hent í hendinga føri. Tá ið eg flutti til Havnar í 1972, noyddist eg at biða um Klaksvík á telefonstøðini. So bíðaði eg í 20 minuttir eftir sambandi, tosaði við mammu mína í tríggjar minuttir (bað um pengar, kanska), og tað var tað. Nú ganga øll við eini fartelefon.




Sigmund um fótbólt

Eg havi altíð havt áhuga fyri fótbólti, og eg spældi nógv fótbólt sum ungur. Eg havi altíð hildið við KÍ, og KÍ hevur eisini fylgt mær, og ger tað enn, hóast eg havi búð í Havn síðani 1972. Eg haldi fyrst við KÍ og so við HB.