Virgar T. Dalsgaard
???????????????
Nú samfelagið er komið álvarsliga á trot á so mongum øki, er sjálvsagt, at mangur stovnur, mong fyritøka og onkur einstaklingur við verða hart rakt av lívs-neyðugum sparingum - vit hava jú í ørsku og ábyrgdarleysum ovurhuga á løgtingi eftir vitleysari høgnesiskari hoydalsuppskrivt sagt neitakk til heilar 360 milliónir av góðum og tiltrongdum donskum blokkpeningi.
Og so má svíða sum svøllur! Tað nyttar einki at gremja seg aftaná við mannminkandi eftir-rationaliseringum um egnan kleyvarskap. Óumhugsaðar og fyrilitsleysar gerðir fáa altíð konsekvensir, - tað eru nøkur, sum eftir øllum at døma enn ikki forstanda hetta til fulnar! Men »det koster at være kar», plaga norðmenn at taka til.
Tað gav at bíta í síðstu viku, tá ið harra Sunnuleivur Rasmussen, tóna-skúlalærari lat seg interviewa í Degi & viku um, hvussu ræðuliga illa tónamenn og frítíðarskúli hansara vóru raktir av niðurskurði! Skúlin manglaði eina hálva millión - hetta kundi føra við sær, at umleið 200 børn ikki fingu undirvísing, serliga í fagott, obo, klarinett og tubu! Eisini klaverspælið á skúlanum var meint rakt! Ja, sjálvt sangurin var í stórum vanda og var við at steintagna!
Sterkt skelkaðir hyggjarar sóu Sunnuleiv við grátirødd og næstan kykkandi eftir ondini proklamera, at hetta dygga slag frá landsins myndugleikum móti musikkfólki var einki minni enn ein katastrofa.
Men hart fyrispenta landsins stýri skal royna at redda rovini av tí trotabúgvi, sum ábyrgdarleysu partamenn Sunnuleivs, harra Høgni Hoydal og finansgeniið, harra Karstin Hansen hava leivt til núverandi samgongu at umsita.
Hetta er ikki nøkur løtt uppgáva at arbeiða við, tvørturímóti, og hetta eru hartil sjálvgjørd og sjálvskapt tjóðveldisproblem, sum tíanverri koma at raka allar føroyingar í langa tíð, og tí má og skal prioriterast nú, harra Sunnuleivur, so sárt tað enn kann vera!
Samstundis sum Føroya landsstýri hevur úr at gera og kýtir seg fyri at fáa sum frægast burtur úr minkandi inntøkugrundarlagi eru ábyrgdarleysar moldvørpur úr tjóðveldisflokkinum farnar til Danmarkar at mótarbeiða landsins stjórnarmonnum. Hesir destruktivu svíkjarar móti føroyskum áhugamálum lúgva fyri dønum og sabotera arbeiðið hjá sitandi føroyska landsstýri! Hetta er tað mest landsskaðiliga virksemi, sum nakar føroyingur higartil hevur troystað sær, og tað hevði í øllum øðrum londum fingið sera álvarsamar avleiðingar fyri mold-vørpurnar!
Afturvið við destruktiva moldvørpuaktivitetinum í Danmark hjá partamonnum Sunnu-leivsins, noyðist eitt samvitskufult og konstruktivt landsstýri at taka alla ábyrgd og skyld frá tjóðveldisflokkinum, sum hann feikliga skákaði og skulkaði sær undan! Av solidariskum grundum má Landsstýrið skerja næstan øll øki, sum ikki eru beinleiðis lívsneyðug! I slíkari neyðstøðu mugu musikkgarpar Sunnuleivsins dvína!
Hvat skuldi annars víkt fyri musikk-ynskjum frá Sunnuleivi? Hvørjir aðrir sektorar skullu skerjast uppaftur meira fyri tónakrøvunum hjá Sunnuleivi? Skal tað vera sociali sektorurin, skullu tað vera sjúkrahús ella skullu tað vera minni veitingar til vanligar skúlar, sum skullu fíggja estetisku krøvini frá musikkmonnum? Nei, mentamenn mugu sum allir aðrir vera disciplineraðir, hjálpa landsstýrinum og á solidariskan hátt tola nógvan niðurskurð í komandi árum! Annars verður kaos, tí, sum danir plaga at siga, »når krybben er tom, bides hestene»!
Neyð er altíð relativ
Sjónvarpsmenn dvaldu leingi og dúgliga við katastrofuna hjá Sunnuleivi og musikk-skúlanum, og sjálvandi er tað syndarligt at missa vunnin rættindi, men at vága sær at kalla henda niðurskurð til ein con amore frítíðarskúla fyri katastrofu er bæði hyklarí og grotesk skeiklan av øllum proportiónum!
Alvaratos - í somu viku vórðu tretivu fólk uppsøgd og koyrd úr starvi með alla á Føroya tele. Var sparingin av frítíðarítrivi hjá havnarbørnum ein katastrofa, so má hendingin á Føroya tele næstan kallast ragnarok! Hevði sjónvarpið líka djúpa samkenslu við teimum húsarhaldum, sum eirindaleyst vórðu rakt av hesum fíggjarliga lúsingi, beint áðrenn summarferiuna?
Hóast onkur høvuðleysur búskaparmaður og ein ódugiligur landsbankastjóri enn royna at muta ímóti, eru allarflestu føroyingar greiðir yvir, at fíggjarligi undanvindurin hevur lagt seg, og nú verða vit skjótt í herviligum andgletti!»Permanenti» sunnudagurin er liðugur, harra Sunnuleivur - nú er grái gerandisdagurin komin, eisini til musikkskúlan!
Men skuldi estetiskur offurvilji verið hjá musikk-hugaðum fólki, og øll royna at spenna seg eitt sindur út, skuldi ikki verið nakað til hindurs fyri, at 200 fólk kundu fíggja 500.000 kr. við at átikið sær at goldið 2500 kr um árið í meirútreiðslu pr. húsarhald. Hetta er lítið offur í mun til tað, sum tær neyðars familjur hjá teimum arbeiðsleysu telefólkunum mugu ofra fyri at fáa endarnar at røkka saman í tilstundandi gerandisdegnum.
Síðst, men ikki minst átti Sunnuleivur at sent tað moralsku rokningina hjá musikkskúlanum beinleiðis til politiska charlatanin harra Høgna Hoydal og fíggjarliga faktotum hansara, harra Hermannin Oskarsson. Hesir báðir samvitskuleysu blokkhatarar hava fílst á danskar peningaveitingar í áravís, og hava trætt við skeptiskar skilamenn og monomant júkað um, at vit hava als ikki brúk fyri einum einasta donskum oyra.
So var ikki meira enn rímuligt, nú tað knípir av álvara, at hesir bádir roknimeistarar, sum liggja væl omanfyri tvær milliónir í ársløn tilsamans, sluppu at gjalda tónaskúlanum ta hálvu milliónina, sum manglar musikkmonnum. Tí tað eru hesir blokksabotørar, sum eru teir mest seku í, at alt samfelagið er við at hokna , og at neyðugt verður nógvastaðni at skera heilt inn á bein!
Hesi politisku høsnarhøvd hava ivaleysa nóg leingi billað naivum veljarum inn, at tað ber væl til hjá føroyingum bæði at blása í lúðurhorn og hava munnin dýrandi fullan av fullveldis-flosklum og øðrum innantómum orða-skvaldri!









