Siglt einsamallur heimaftur til føðilandi

Eftir 47 dagar á víðum havi, uttan samband við umheimin, stevndi 62 ára gamli Erik á Rógvi Hansen inn á Havnina sunnukvøldið. Tá hevði hann lagt 8.200 sjómíl handan seg, síðan hann ein juni dag legði frá landi frá Virginia Beach - einsamallur í einum seglbáti

 

- Tað kundi gerast eitt sindur trivielt, og onkuntíð hugsaði eg við mær sjálvum, hvat hundan geri eg her - ja, eg kom enntá upp at skeldast við meg sjálvan - men eg las og skrivaði nógv, og góðveðursdagarnar sat eg úti á dekkinum og hugdi eftir hvalunum, ið svumu framvið, og hevði tað av tí besta.

62 ára gamli føroyski amerikubúgvin Erik á Rógvi Hansen kom sunnukvøldið á mál eftir at hava framt eina ferð, sum fáur annar hevði hættað sær undir, og sum flestu fólk á hansara aldri ikki so mikið sum tora at hugsa um. Einsamallur setti hann kós í 37 føtur langa stálseglbáti sínum úr Virginia Beach í statinum Virgina á amerikonsku vesturstrondini við beinari kós ímóti Føroyum.


Ikki sæð havn

Við trýhundrað litrum av vatni, nakað tað sama av olju, provianti til 60 dagar og einari rúgvu av bókum og bløðum umborð setti hann sær fyri at náa til Føroya uttan at fara í havn á vegnum. Og sunnukvøldið sat hann so hjá barndómsvinmanninum Árna Konradson í Havn og át ræstkjøt. Tað hevði hann glett seg til leingi.

- Eg ætlaði at náa til Føroya áðrenn ólavsøku. Eg hevði sett 37 dagar sum mál, men eg kom ofta í vindstilli, so tað bleiv ein væl longri og strævnari túrur, enn eg hevði ætlað og roknað við.

Seinast seglbáturin hjá Erik lá í vindstilli var leygarkvøldið. Tá var hann staddur einar 60 fjórðingar úr Mykinesi. Men so gjørdist byrðurin góður, og hann náddi inn á Havnina um sjey tíðina sunnukvøldið.

- Tá eg vaknaði um morgunin helt eg meg síggja land og fór beinanvegin at sigla ímóti tí. Men eftir at hava siglt í lítlan tíma var landið burtur. Tað vísti seg bara at vera skýggj. Eg havi annars lært, at man altíð skal líta á tólini - ongantíð á eyguni - men eg man hava longst so nógv eftir at síggja land, at eg bara sigldi.


Eisini flogið til Føroya

Regluna um ongantíð at líta bert á eyguni hevur Erik lært ígjøgnum tredivu ára royndir sum flogskipari. Seinast hann var í Føroyum, fyri tíggju árum síðan, fleyg hann sjálvur úr USA beinleiðis til Føroya. Tað gekk sum vera man nakað væl skjótari enn við seglskipi.

- At koma inn í Vestmannasund og sigla framvið Vestmannabjørgunum var deiligt. Og so stevna inn á Havnina har eini 2-300 fólk tóku ímóti, og har eg sá familju, eg ikki havi sæð í nógv harrans ár, var ótrúligt fyri meg, sigur Erik, ið er vestmenningur av uppruna.


Flutti til San Francisco

Mamma Erik var Kalla á Rógvi úr Vestmanna, og Erik varð føddur og vaks upp í bygdini, men longu sum 14 ára gamal fór hann út í heimin at sigla við skipum hjá reiðarínum ØK. Vestmenningar og onnur í Føroyum kenna hann sum Verner á Rógvi Hansen, men hann skifti navn til Erik, tá hann í mei mánaði í 1970 gjørdi av at flyta til USA.

- Eg hevði verið í USA fleiri ferðir við skipi, og mær dámdi væl. Serliga væl dámdi mær San Francisco og økið harum, og tað var har eg búi tey fyrstu 17 árini. Í San Francisco lærdi Erik seg lidnan sum flogskipari, og hann hevur flogið síðan. Hesi seinastu árini hevur hann tó ikki flogið so nógv sum fyrr. Bert nakrar farmaflutningstúrar fyri postfyritøkuna FedEx, tí sum 62 ára gamal er hann longu blivin ov gamal til at flúgva við ferðafólki, sambært amerikanskum reglum.


Altíð verið sjógarpur

Men eftir eina væleydnaða sigling á opnum Norðuratlantshavi í 47 dagar kunnu Erik og onnur ikki annað enn staðfesta, at hann so ikki er vorðin ov gamal til at sigla av amerikonsku vesturstrondini til føðilandið.

- Eg havi altíð havt hug á sjónum. Tá eg var smádrongur í Vestmanna skúla plagdi eg at sita og droyma meg burtur, og so skjótt eg slapp at sigla, fór eg eisini burtur. Og tí er tað eitt sindur skemtiligt at í míni tíð sum flogskipari, fleyg eg mest við vatnflúgvara. At sigla við seglbáti til Føroya hevur leingi verið mín ætlan og mín dreymur.


Góður bátur

Seglbátin, sum hann hevur livað sítt lív umborð á í 47 dagar nú, keypti Erik fyri 7 árum síðan. Við honum hevur hann millum annað siglt úr Miami til New York, ein 800 fjórðingar langur teinur, men tað er lítið samanborið við ta ferðina, sum hann júst hevur endað.

- Báturin er sera góður. Hann kann stýrast bæði innanifrá og uttanifrá, og er sera sterkur og turrur eisini. So hann hóskar væl til endamálið. Uttan ein bát av hesum slagnum hevði eg ikki hættað mær undir ferðina, sigur Erik, og leggur afturat, at hesin túrurin um Norðuratlantshavið til Føroya, er tann seinasti av sínum slag, hann fer at sigla.


Verður liggjandi

Men báturin skal heim aftur. Tað verður tó ikki gjørt í bræði, og helst fer hann at liggja í Føroyum veturin yvir, tí amerikanska kona Erik, Janet, hevur longu bílagt honum ferðaseðil heim um ein lítlan mánað. Ætlanin hjá Eriki er so at koma aftur til Føroya og gera bátin siglingarkláran komandi summar. Væntandi verður báturin tá sigldur niður til Miðalhavið og har frá um Kanarisku oyggjarnar og Bermuda yvir til amerikansku vesturstrondina. Á hesum nakað væl høgligari túrinum verður kona Erik eisini við.

- Ætlanin var upprunaliga at vit bæði skuldu sigla til Føroya saman, men hon er enn ikki komin so væl fyri seg eftir eina skurðviðgerð fyri tveimum árum síðan, at hon var nóg byrg til at koma við hendan túrin. Men gott tað sama, tí við tíðini fór eg at hugsa um, at tað nokk var best, at hon ikki kom við undir øllum umstøðum.


Lá á liðini

Tað fekk Erik góða orsøk til at hugsa um, tá rættiligur vandi tók seg upp.

- Eftir at tað hevur verið vindstilli kemur ofta ein lítil stormur. Eina kvøldið, eftir at eg hevði ligið í vindstilli eina tíð, byrjaði vindurin at taka til, og eg valdi at taka seglini niður, áðrenn eg fór í koyggjuna. Um náttina gjørdist rættiligur stormur og eg var so óheppin at báturin fekk ein ordans sjógv og legði seg á liðina. Har mundi hann liggja í eini 30-40 sekund, og eg var av álvara bangin fyri, at hann ikki fór at reisa seg aftur. Tá tonkti eg mítt. Men tíbetur reistist hann aftur - spurningurin er, um hann eisini hevði gjørt tað, um seglini vóru uppi.


Flytur neyvan aftur

Komandi dagarnar fer Erik at fáa sær eina nógv tiltrongda hvíld, og so fer hann at taka sær av løttum í Føroyum næstu vikurnar. Hann hevur ongar ætlanir um at hetta skal vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið, sum røkist fyri.

- Mær dámar væl í USA, og mær hevur eisini altíð dámt væl í Føroyum. Men tá eg flutti var tað mest tí at seg sá nakrar møguleikar har yviri, sum eg ikki hevði her. Og eg má siga, at tað hevur gingist mær væl har yviri. Eg og konan hava ofta tosa um møguleikan at flyta aftur til Føroya, men vit hava enn ongantíð gjørt álvara av tí. Vit hava flestu av okkara børnum í USA, og vit hava okkara heim og nógvar vinir har yviri, so tað er ikki so lætt at fara frá, sigur Erik, sum tosar flótandi gott føroyskt uttan nakrar trupulleikar, men tónalagið avdúkar eina amerikanska ávirkan.

Hvussu ber tað til at tú tosar so væl føroyskt enn?

- Mítt føroyska er blivið nógv betur upp á tað seinasta. Eg haldi at tað kemst av, at eg havi tosað føroyskt við meg sjálvan allan vegin hertil. Eg byrjaði enntá at droyma á føroyskum, og tað er nokkso stuttligt, tí tað eru nógv ár síðan at tað gekk upp fyri mær, at eg var farin at hugsa á enskum, sigur Erik á Rógvi Hansen, ið mánanáttina slapp at sova í song á fastari grund aftur.