Serfrøðingar gjørdu enda á Dimmalætting

Tað, sum gjørdi enda á Dimmalætting var, at vit keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið. Eg var ikki samd í keypinum, men tað var ringt at standa ímóti, sigur Beata L. Samuelsen, sum veit, hvat tað vil siga at missa

- Ert tú ósamd í eini avgerð skalt tú altíð lurta eftir tær sjálvum, sama hvat serfrøðingar siga.

Tað er ein lærupengi, sum Beata L. Samuelsen hevur fingið burtur úr fíggjarliga samanbrotinum hjá Dimmalætting, har hon var næststørsti privati partaeigari.

Hon sigur, at tað, sum beindi fyri Dimmalætting, var, at tey keyptu Vinnuvitan og Vikublaðið.

- Tað var hetta, sum førdi til fíggjarliga undirgangin hjá okkum, í tann íløgan bar seg yvirhøvur ikki.


Ein dýrur lærupengi

Beata L. Samuelsen sigur, at hon var ongantíð samd í hesum keypinum.

Og sæð í bakspegilin heldur hon, at hon skuldi hildið fast um sína støðu um at vera ímóti keypinum.

- Men eg eri ikki handilsfólk, samstundis sum serfrøðingar og ráðgevarar hálovaðu keypinum og greiddu okkum frá, hvussu fantastisk íløgan var.

Beata sigur, at tí var tað ringt at standa ímóti.

Men hon leggur afturat, at tað, hon hevur lært av hesum, er, at tú skalt altíð lurta eftir tær sjálvum og ikki slaka, sama hvat serfrøðingar siga.

- Følir tú tað í búkinum og í høvdinum, at ein avgerð er skeiv, skalt tú halda fast við tína støðu, sama havt serfrøðingar og ráðgevarar halda.

Tað er lærupengin, Beata L. Samuelsen hevur fingið burtur úr hesum, sjálvt um hon ásannar, at lærupengin var dýrur.


Ikki ókend kensla

Men sjálvt um lærupeningurin var dýrur er onki at gera við tað í dag.

Og kenslan av at missa, er ikki heilt ókend fyri Beatu.

- Í kreppuni í nítiárunum misti eg míni egnu hús, tá ið eg ikki megnaði at rinda rentur og avdráttir so eg veit, hvat tað vil siga, at missa ognir.

- Men eg veit eisini, at tað ber væl til at reisast aftur, tí tað er bara at líta frameftir.

- Hetta eru hóast alt ikki annað enn deyðir lutur og tá ið tú hevur eitt ljóst sinni og áræðið, hevur tað innast inni ongan týdning, sum so.


Mátti ganga galið

Men so staðfestir hon eisini, at hon hevur havt ríkiligt av tíð til at venja seg við tankan um at missa Dimmalætting, tí raksturin hevur leingi verið so tungur.

- Skuldi varð blivin so stór, at tað bar ikki til longur og tí hevur tað rættiliga leingi verið greitt fyri øllum, at broytingar máttu til.

Og innast inni hevur hon tað fínt við hesi loysnini at Dimmalætting nú er seld, tí nú kann blaðið halda fram.

- Tað gongur upp í niður í lívinum og soleiðis sum støðan hjá Dimmalætting var blivin, var hetta nakað, sum ikki slepst undan.

Beata L. Samuelsen vil enntá kalla tað eitt sindur av einum lætta, at ein avgerð nú er tikin, tí tað er eisini ein byrða, sum er tikin av hennara herðum.

- Áðrenn vistu vit ikki, hvar vit flutu. Nú er ein avgerð tikin og vit hava fingið nýggjar eigarar, sum trúgva upp á blaðið. Nú vita vit, at onnur arbeiða víðari við

- Dimmalætting, men at eg sjálv sleppi frá at vera uppi í ella hava fyri neyðini at hugsa um tað


Eitt liðugt kapittul

Nú Dimmalætting er seld, hava nýggju eigararnir beinanvegin gjørt greitt, at Dimmalætting skal seljast burtur úr samtakinum aftur. Kann tað hugsast at Beata L. Samuelsen fer at liggja framvið?

- Nei, svarar hon avgjørd.

- Tað tími eg ikki og tað vænti heldur ikki, at míni børn hava hug til. Hetta er eitt liðugt kapittul og nú er bara at njóta lívið og taka ein dag ísenn.

Les eisini greinina: Eg sovi væl um náttina