fyri Sosialinum á Internetinum bara økist, so hvørt sum tað frættist úti í heimi, at Sosialurin er at síggja á internetinum. Í síðstu viku vístu vit, úr hvørjum londum vit kundu spora lesarar blaðsins [...] - og at føroyingar eru kring knøttin allan Vit vita eisini, at blaðið verður lisið í fleiri londum í Ásia, eitt nú í India
danska statsministarans mótvegis føroyingum í ávísum málum. Sosialurin ávarar Nú um dagarnar ávaraði Sosialurin føroyingar ímóti Uffa Elleman Jensen: »Teir borgarligu í Føroyum fara skeivir, um teir hugsa, at [...] Elleman hevu verið júst líka so stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er onki gott í væntu«. Mótkandidaturin hjá Eisenhower í síni tíð, Adlei Stevenson, segði einaferð, at tað sum [...] viðvíkjandi tí tilfari, ið skuldi í blaðið, tað sum undraði hann, var hvussu ofta tað mótsatta var tilfellið, nevniliga at kjarnin fór í pappírskurvina og øgnin kom í blaðið. Uffe talsmaður føroyinga Allir
ill um at verða so illa viðfarin...... Mikudagin var Sosialurin í Vágum og loddaði dýpið, nú Fiskavirking hevur gjørt av at steingja flakavirkið í Miðvági fyrsta dagin. Og vágafólk duldi ikki, hvat tey [...] flakavirkinum í 26 ár, tvs, næstan líka síðani tað læt upp ímillum jól og nýggjár í 1970. Ætlar at knúsa okkum Eisini hon er sannførd um, at avgerðin um at lata virkið aftur bara er seinasta stigið í eini miðvísari [...] fólk úr øllum bygdum í Vágum. Og mangan máttu vit hava tey stór skúlabørnini at hjálpa okkum eisini. ? Eg var ofta í skúlanum at biðja børnini til arbeiðis, sigur hon. ? Tá var lív í her vesturi, og dagarnir
sjóneykuna í bløðunum. Tvær atfinninngarsamar greinar mótvegis leiðsluni í Sambandsflokkkinum vóru orsøkin. Ein stóð í Sosialinum og hin í Dimmalætting. Finnbogi og Atli av tilvild sama dag Í Sosialinum [...] eg skrivaði í Dimmalætting. Tað er tí skeivt,sum Sosialurin skrivaði í farnu viku, at málið hevði verið fyri á hægsta stað í Sambandsflokkinum, og at eg havi verið átalaður fyri at fara í fjølmiðlarnar [...] Finnbogi Arge frá, og var í hesum práti rættiliga atfinningarsamur mótvegis leiðsluni í flokkinum. Í Dimmalætting sama leygardag skrivar Atli Hansen viðmerking til samrøðu í Dimmalætting við Edmund Joensen
áfram í síni yrkisleið í tónleikaverðini. Hann vildi heldur stjórna orkestrum enn at spæla við sjálvur, so hann avgjørdi at fara á skúla at læra. Hann seldi violinina fyri at fáa ráð, og fór síðan í skúla [...] skúla - fyrst í Onglandi og síðan til St. Pætursborg í Russlandi. Útbúgvingin er júst av, og nú er hann altráur eftir at sleppa at royna seg. Fyrsta konsertin í vesturheiminum Umboðsmaðurin hjá Trory fann [...] tónleikarar í Føroyum. Um tú ætlar tær at liva av at spæla, mást tú rýma til onnur lond. Hetta er ikki ein støða, tit í Føroyum skulu góðtaka, men Trory skilir væl, at grundarlag ikki er í einum so lítlum
áðrenn hon at kalla er komin í gildi. Fleiri skjøl at útfylla og meira eftirlit við tí, sum útflutt verður, er í øllum førum ein avleiðing av kunngerðini, sum kemur í gildi í vikuni. Tað fer eisini at verða [...] sína veiðu, heldur útflytari, Sosialurin hevur verið í samband við. Og tað er eisini meiningin við kunngerðini, at tað skal verða so trupult, at fiskurin verður handlaður í Føroyum, soleiðis, at allir føroyskir [...] Men hýsuprísurin, sum mangan hevur verið fýlst á, tí hann er so lágur í Føroyum í mun til útlendska marknaðin, hevur verið góður í seinastuni, verður sagt av Fiskamarknaðinum. Útróðrarbátarnir hava fingið
á vitjan í Føroyum. Hann er væl kendur í Føroyum og millum føroyingar mettur sum sannur Føroyavinur frá tíðini hann var landsstýrisformaður í Grønlandi. Hann tapti so móti Lars Emil Johansen í valinum um [...] landsstýrisrmaðurin Jonathan Motzfeldt kemur á almenna vitjan í Føroyum í seinnu helvt av november mánað. Tað var Edmund Joensen, løgmaður, sum fyrr í ár beyð táverandi landsstýrisformanninum Lars Emil Johansen [...] um formanssessin í flokkinum og mátti taka til takkar við sessinum sum tingmaður og sum landstingformaður. Sosialurin skilur, at nógv fer at verða gjørt burtur úr vitjanini hjá Jonathan Motzfeldt. Spurningar
Stokkut vón Hesa seinastu tíðina hevur Sosialurin í leiðaranum fleiri ferðir umrøtt Nyrup og stjórn hansara og m.a. sagt at: »Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur«, og í sama andadrátti verður roynt at sissa [...] lagi vánaligu støðu ríkisfelagsskapurin var komin í undir núverandi stjórnarleiðara og nevndi m.a. hvat pennaførarin hjá føroyska javnaðarflokkinum í Sosialinum somuleiðis hevði ført fram um sama mál á [...] uppbyggja heldur enn hesa óverdugu støðu, vit eru havnaðir í, sum kann føra til óbótaligan skaða fyri føroyingar. Vit hava brúk fyri góðtokka á øllum økjum í hesum tíðum. Jóhannes M. Olsen fólkatingslimur
sjálva, sigur Sámal Petur í Grund í svarinum til løgtingskvinnuna úr Klaksvík. Og vit eru eisini í ferð við at fáa greina út, hvat tað er sum skal gerast fyri at fáa Dúgvuna í sigling alt árið, og bæði [...] stór virði fara fyri skjeyti av hesum, verður sagt víðari í skrivinum. Ternan í pendulfart Men sum støðan er í løtuni, so kemur Ternan aftur í sigling, og enn fyriliggur eingin onnur ætlan enn at allir [...] hon kemur aftur í sigling um einar tvær vikur. Rúna Sivertsen, løgtingskvinna, hevur sett Sámal Peturi í Grund, landsstýrismanni, tveir fyrispurningar um siglingina um Leirvíksfjørð, og í viðmerkingunum
Í góða viku hevur eitt serútgjørt flogfar við støð í Vágum gjørt kanningar á havleiðunum eystan fyri Føroyar. Talan er um eitt flogfar av Navaho-slagnum, sum bretska fyritøkan Oilsearch eigur. Flogfarið [...] tað eru eini 3-4 feløg í bólkinum men kann ikki upplýsa hvørji tey eru. Annars hava eisini onnur oljufeløg møguleika at keypa tilfarið. Ætlanin er at halda fram við kanningunum í einar tríggjar vikur aftrat [...] oljufeløgunum at finna fram til júst hvar, tey skulu seta borin í. Fyritøkan Oilsearch hevur nýliga gjørt eina rættiliga umfevnandi kanning í Rockall Trough og økinum vestan fyri Írland. Úrslitið er eitt