Politiskt villleiðandi tala

Líka so áhugavert og skilagott mangt og hvat kann vera, sum javnaðarurgan Sosialurin sum tíðindablað ber fram, líka so misvísandi út av lagi kann politiski leiðari blaðsins vera ímóti teimum, sum ikki

í einum og øllum taka undir við tí politikki, blaðið umboðar.

Rætt skal vera rætt, Sosialurin hevur ikki lagt fingrarnar ímillum, tá ið talan er um at siga sína meining um vánaligu leiðslu núverandi danska statsministarans mótvegis føroyingum í ávísum málum.


Sosialurin ávarar

Nú um dagarnar ávaraði Sosialurin føroyingar ímóti Uffa Elleman Jensen: »Teir borgarligu í Føroyum fara skeivir, um teir hugsa, at bara vit fáa Nyrup vekk, og eina borgarliga stjórn ístaðin, so verður støðan ein onnur. Uffe Elleman hevu verið júst líka so stívrendur móti Føroyum í sínum úttalilsum sum aðrir, so her er onki gott í væntu«.

Mótkandidaturin hjá Eisenhower í síni tíð, Adlei Stevenson, segði einaferð, at tað sum var allar mest umráðandi fyri ein blaðstjóra var at skilja øgni frá kjarnini (avner fra kernen) viðvíkjandi tí tilfari, ið skuldi í blaðið, tað sum undraði hann, var hvussu ofta tað mótsatta var tilfellið, nevniliga at kjarnin fór í pappírskurvina og øgnin kom í blaðið.



Uffe talsmaður

føroyinga

Allir føroyingar hava sæð og hoyrt Uffa hesi seinastu trý árini barst fyri ríkisfelagsskapinum, hann er á fólkatingi kendur sum heitasti talsmaður á hesum øki, allir føroyingar, so leingi vit hava ríkisfelagsskap, hava brúk fyri monnum sum Uffa Ellemann. Allir, ið kenna hann, vita hvar teir hava hann, eisini tá ið ein ikki er samdur við honum. Sosialurin átti, sum eitt undantak, um ikki annað at nýtt kjarnina og ikki øgni, dumbuna, í umrøðu síni av tílíkum monnum sum Uffa yvirfyri føroyingum.

Nú er støðan tann, at vit vita hvønn vit hava sum statsminitara, men ikki hvønn vit møguliga fáa. Hvussu ein sum Uffe fer at roynast í hesum sessi kenna vit av góðum grundum heldur onki til, men tað vit vita er, at hann hevur stuðlað Føroya Løgtingi og føroyingum higartil sum for-maður fyri Vinstra flokkin hesi seinastu trý árini.

Varðveita og útbyggja

Tá hetta er sagt, vil eg skunda mær at skoyta uppí, at tað eru aðrir á fólkatingi umframt Uffa Elleman Jensen, sum av heilum huga ynskja at varðveita og útbyggja ríkisfelagsskapin, t.d. ein góður maður sum fólkatingsformaðurin Erling Olsen, sum tíverri ikki stillar uppaftur.

Vit hava í hesum tíðum, nú so nógv stendur upp á spæl, ikki ráð og enn minni brúk fyri tí hugsan, ið kemur til sjóndar í oman fyri umrødda leiðara í Sosialinum, at teir sum hava roynst okkum frægast, óansæð politiskan lit, verða niðurgjørdir og vrakaðir, bert tí teir ikki eru sosialistar, tílíkt er ørkymlandi og villleiðandi politisk tala, ið bert miðar ímóti at hippa upp um sín egna flokk og ideologi.


Jóhannes M. Olsen,

fólkatingslimur