Jonathan Motzfeldt til Føroya í nov.

Grønlendski landsstýrisformaðurin kemur á vitjan í Føroyum seinnu helvt av nov.


Nýggi grønlendski landsstýrisrmaðurin Jonathan Motzfeldt kemur á almenna vitjan í Føroyum í seinnu helvt av november mánað.

Tað var Edmund Joensen, løgmaður, sum fyrr í ár beyð táverandi landsstýrisformanninum Lars Emil Johansen til Føroya at vitja. Lars Emil Johansen var fyrr í ár á óalmennari vitjan fyri m.a. at kunna seg við Heilbrigdið á Velbastað.

Nú Lars Emil er farin frá sum landsstýrisformaður og fyrrverandi landsstýrisformaðurin Jonathan Motzfeldt hevur tikið við aftur hesum týðandi embætinum, verður tað Motzfeldt, sum kemur á vitjan í Føroyum.

Hann er væl kendur í Føroyum og millum føroyingar mettur sum sannur Føroyavinur frá tíðini hann var landsstýrisformaður í Grønlandi. Hann tapti so móti Lars Emil Johansen í valinum um formanssessin í flokkinum og mátti taka til takkar við sessinum sum tingmaður og sum landstingformaður.

Sosialurin skilur, at nógv fer at verða gjørt burtur úr vitjanini hjá Jonathan Motzfeldt. Spurningar sum viðurskiftini millum Grønland og Føroyar og viðurskiftini millum hesar báðar ríkispartarnar og restina av ríkinum fara at standa frammaliga á skránni undir vitjanini. Men eisini uttanríkismál, fiskivinnumál og ráevnismál fara at verða umrødd undir vitjanina.