Áhugin fyri Sosialinum á Internetinum bara økist, so hvørt sum tað frættist úti í heimi, at Sosialurin er at síggja á internetinum.
Í síðstu viku vístu vit, úr hvørjum londum vit kundu spora lesarar blaðsins. Síðani tá eru nøkur lond komin afturat á listan, samstundis sum fólk úr ymsum londum tekna seg sum internet-haldarar, og harvið fáa ein e-mail sendandi, tá blaðið verður dagført.
Sum vera man, er tann størsti bólkurin av lesarunum úr Føroyum, hóast talan bert er um 1/3. Næsti bólkurin er úr Danmark. Á triðja plássi kemur so USA og síðani eru londini hesi:
4. Noreg
5. Stórabretland
6. Svøríki
7. Ísland
8. Russiska Samveldið
9. Kanada
10. Týskland
11. Ísrael
12. Grønland
13. Namibia
14. Singapore
15. USSR (former)
Tað ber tó ikki til at spora øll lond, men hetta gevur kortini eina hylling á, at áhugi er at lesa blaðið uttanlands - og at føroyingar eru kring knøttin allan
Vit vita eisini, at blaðið verður lisið í fleiri londum í Ásia, eitt nú í India