Javnaðarflokkurin og Ríkisfelagsskapurin

Alt sum tíðin nærkast einum vali til løgting og fólkating, royna politisku flokkarnir í Føroyum og Danmark at framføra síni sjónarmið og tekkjast flest møguligum veljarum.

 

Eftir at danska fólkatingið er samankomið fyrsta týsdag í oktober, og røða statsministarans hevur verið viðgjørd, var tað um reppið, at ministarin útskrivað fólkatingsval, men hetta bleiv av ongum, orsakað av at stjórnarflokkarnir og andstøðan funnu saman um á hvønn hátt núverandi almenna og privata ovurnýtsla kundi tálmast.

Undir viðgerðini av røðuni hjá statsministaranum, eftir orðføraran hjá danska javnaðarflokkinum, nýtti eg, eins og nógvir aðrir enn høvi til undir viðmerkingunum at greiða stjórnarleiðaranum og fólkatingslimum frá tí út av lagi vánaligu støðu ríkisfelagsskapurin var komin í undir núverandi stjórnarleiðara og nevndi m.a. hvat pennaførarin hjá føroyska javnaðarflokkinum í Sosialinum somuleiðis hevði ført fram um sama mál á leiðaraplássi fleiri ferðir.


Stokkut vón

Hesa seinastu tíðina hevur Sosialurin í leiðaranum fleiri ferðir umrøtt Nyrup og stjórn hansara og m.a. sagt at: »Nyrup hevur ikki roynst nakar Føroyavinur«, og í sama andadrátti verður roynt at sissa føroyingar við at siga: »Tað vit seta okkara álit á er, at aðrir politikarar í danska javnaðarflokkinum so sum fólkatingsformaðurin Erling Olsen fáa størri vald á flokkinum.

Tann, sum ikki veit tað, hann merkir væl, hvussu vánalig viðurskiftini hava verið ímillum danska og føroyska javnaðarflokkin í langa tíð, eisini meðan teir seinast høvdu føroyska umboð javnaðarfloksins ímillum sín á danatingi. Tá ið føroyski javnaðarflokkurin nú roynir at billa okkum inn, at alt verður øðrvísi við Erling Olsen, so er tað vónandi av tørvandi vitan og harvið ein stokkut vón, tí Erling Olsen stillar ikki uppaftur til komandi val, so »der lades alt håb ude«.


Onki at frøast yvir

Eg eri samdur við Sosialinum í, at fólkatingsformaðurin Erling Olsen er ein vnur av ríkisfelagsskapinum og eg veit, at hann hevur roynt at gera sína ávirkan galdandi, tíverri til fánýtis higartil.

Tað er onki at frøast yvir, at tvørturímóti, at javnaðarflokkurin innan- og uttanhýsis tykist at hava stórar trupulleikar við ríkisfelagsskapinum. Tað stendur meira uppá spæl enn so í hesum máli og tí eiga allar góðar kreftir, fyrst og fremst teir, ið stovnsettu henda felagsskap, og vónandi aðrir, at sameinast um at finna ein fyri báðar partar brúkiliga loysn á trupulleikunum, sum kann menna og uppbyggja heldur enn hesa óverdugu støðu, vit eru havnaðir í, sum kann føra til óbótaligan skaða fyri føroyingar. Vit hava brúk fyri góðtokka á øllum økjum í hesum tíðum.


    Jóhannes M. Olsen

    fólkatingslimur