? Fiskavirking hevur onki gjørt, uttan at royna at knúsa okkkum. Teir hava alla tíðina ført eina miðvísa herferð ímóti okkum. Vit eru kedd, og vit eru ill um at verða so illa viðfarin......
Mikudagin var Sosialurin í Vágum og loddaði dýpið, nú Fiskavirking hevur gjørt av at steingja flakavirkið í Miðvági fyrsta dagin.
Og vágafólk duldi ikki, hvat tey føldu.
Tey føla seg sera illa viðfarin av einum køldum og kyniskum stórveldi í føroyskum vinnulívi, og tey eru heilt uppøst, um, at Fiskavirking skal sleppa at brúka almennar pengar at knúsa eina eitt stórt, vælvirkandi arbeiðspláss - sum harafturat hevur givið yvirskot hvørt ár.
Hanna Hansen úr Miðvági er ein av flakakonunum, sum hava sæð flakavirkið blóma - og sum nú sær tað følna aftur.
Hon hevur arbeitt á flakavirkinum í 26 ár, tvs, næstan líka síðani tað læt upp ímillum jól og nýggjár í 1970.
Ætlar at knúsa okkum
Eisini hon er sannførd um, at avgerðin um at lata virkið aftur bara er seinasta stigið í eini miðvísari herferð, sum Fiskavirking alla tíðina hevur ført ímóti Vágafólki.
? Einaferð var flakavirkið eitt gott arbeiðspláss. Vit arbeiddu 120-150 fólk á virkinum, hvønn dag. Hetta vóru fólk úr øllum bygdum í Vágum. Og mangan máttu vit hava tey stór skúlabørnini at hjálpa okkum eisini. ? Eg var ofta í skúlanum at biðja børnini til arbeiðis, sigur hon.
? Tá var lív í her vesturi, og dagarnir vóru ofta langir, nógv yvirtíð, javnan til klokkan 9-10 á kvøldið. Og virkið gekk væl.
Lumpað uppí
Men so kom Fiskavirking, sigur hon. Og síðani hevur bara gingið afturá.
? Vit vórðu lumpað uppí Fiskavirking. Tí teir dugdu væl at velja sær orðini, og tað, teir søgdu, ljóðaði so óført.
? Jú, 12.000 tons skuldi arbeiða á flakavirkinum í Miðvági um árið.
Fingu fisk við rutuni
Men Hanna Hansen sigur, at beinanvegin, tey vóru komin uppí, byrjaði herferðin ímóti teimum.
? So skuldu vit ikki arbeiða meiri enn 7.000 tons á virkinum, og so bleiv tað uppaftur lækkað til 6.000 tons.
Og síðani hevur tað bara gingið afturat.
Hon sigur, at síðani er meiri og meiri tikið frá virkinum, og hesa seinastu tíðina hevur arbeiðið bara verið til 70-80 fólk, einar teir dagar um vikuna.
Hon heldur, at virkið miðvíst er saboterað, og at alt er gjørt fyri at virkið skal vísa so vánaliga fíggjarligt úrslit, sum gjørligt.
? Fyrst mistu vit ?dinner cod? fiskin. Tá ið Eiði varð stongd, skuldu vit yvirtaka hýsuna, og øll vita, at hýsa er tað ringasta, ið er at hava við at gera.
? Ikki minst rukkulívið ið varð við at flyta fisk ímillum virkið ymsastaðni í landinum. Tí tað fekst ongantíð at virka.
Hanna Hansen sigur, at tað hevur meiri enn so hent seg, at tey hava ført fisk úr Miðvági, norður til Eiðis, men at sami fiskur er komin vestur aftur, eftir at hava staðið á Eiði nakrar dagar. ? Oftast hevur verið talan um hýsu, sum slett ikki tolir slíka viðferð, og hon hevur eisini verið bruknað, táið hon er komin vestur aftur.
Vit hava eisini upplivað at fingið sjey kilo av hýsu í einum kassa, og nú ein dagin fingu vit eina hýsu í einum stórum kassa og tríggjar í einum øðrum.
? Tað hevur eisini hent seg, at vit hava fingið fisk við rutuni.
Hon sigur at fiskavirking hevur eisini fullkomiliga boykotta alla avreiðing í Vágum.
Hesa vikuna kom t.d. Føstuvarði til Miðvágs, sett i manningina av, fór síðani til Vestmanna at landa, og seinni var so ein partur av lastini førdur vestur aftur til Miðvágs.......
? Soleiðis eru vit seigpínd til deyðis. Tí hvussu í víðu verð skal nakað virkið ganga uppá henda mátan, spyr hon.
Roynt at knúsa
Hon heldur, at niðurstøðan kann ikki verða onnur enn, at ætlanin alla tíðina hevur verið at knúsa virkið í Miðvági.
? Tí vit hava ikki fingið nakra sum helst frágreiðing uppá, hví virkið skal verða stongt.
? Stjórin í Fiskavirking hevur sagt, at keyparar hava klagað um fiskin, teir hava fingið frá okkum.
? Eftir 26 ár á virkinum veit eg bara tað, at vit eru ikki von at fáa klagur...
Fiskavirking kann heldur ikki vísa á, at virkið gevur undirskot.
? Tvørturímóti hava vit goldið sjey milliónir til Fiskavirking hesi seinastu fýra árini, sum síðani eru brúktar at fíggja onnur undirskotsvirki við.
? Vit hava eisini fingið at vita frá Fiskavirking, at virkið verður stongt av ?geografiskum ávum?.
? Tað sigur mær so mikið sum tað, at ætlanin er miðvíst at miðsavna alt fiskaarbeiði í Føroyum í miðstaðarøkið.
Hon heldur, at av tí at so nógvir almennir pengar eru uppíí, hevur Fiskavirking eisini skyldur ímóti útjaðaranum í Føroyum.
? Tað ber ikki til at miðsavnað at fiskaarbeiði í Havn, og rundanum Skalafjørðin, tí har er so nógv anna. Latið útjaðarin eiga fiskin, tí har er onki annað, sigur hon.