tískil er øll upphæddin stavandi frá bankamálinum. Hetta er sjálvandi ikki rætt, og tað stendur beinleiðis í avtaluni í parti 2, at fíggjarliga loysnin er ein skuldaravtala og eitt endurgjald. Men hvat er [...] er hvat, tað mugu vit sjálvi velja. Líkt er til, at nakað av orðaskifti verður um júst henda partin, tá Fólkatingið í komandi viku fer undir sokallaðu Færø-debattina. Men eitt er tó vist, og tað er, at hvørki [...] frama fyri land og fólk. Hetta er gott stig fram á leiðina, men nú er ikki at sita ov leingi og renna møðina ella nýta sólina. Enn er langt niðan á røðina, men gøtan er ikki longur huld í mjørka og támi
sett at leiða arbeiði, felag ella stovn. Hvat er tað, sum er so øðrvísi í Føroyum? Tað er neyvan teknikkur ella skipanir, sum eru so serligar. Ein almannaveiting er nøkunlunda tann sama í Føroyum sum í Týsklandi [...] úr hondum, ikki tí fólkið ikki er fullført, men tí virkiskarmarnir eru trongir. Í triðja lagi er tað kunnleikin um smálutirnar. Tað er heilt vanligt í útlondum, at tað er so mangt, ein leiðari ikki veit [...] nøkur viðurskifti, sum kanska eru av serligum týdningi. Í fyrsta lagi er tað stuðulsvirksemið. Tað, sum t.d. Tórshavnar Radioservice ofta er fyri Tórshavnar Skipasmiðju. Ein virkisleiðari í útlondum keypir
ferjulegan á Drelnesi er ein almenn íløga. Tað er ikki beint, og helst skuldu tit halda tykkum til sannleikan. Tað er Tvøroyrar kommuna, sum hevur gjørt tað arbeiði og goldið tað. Í Tórshavn er bygd tann fjar [...] samgonguni. Avgerðin hjá Høgna Hoydal landsstýrismanni um, at oljustøðin er eitt samgongumál, er greið, og fer at vísa, um samgongan er fyri miðsavnan ella fer at forða fyri einari avtoftan av føroyska samfelagnum [...] hevur boðað frá loysing frá Danmark. Tað er ein greið støða, men ein loysing hevur stórar skyldur við sær. Er tað ætlanin at varðveita verðandi bústaðarmynstur, ella er tað ætlanin, at Føroyar eru bert miðstaðarøki
sveinaroynd. Talan er um samráðingarnar við danir. FUNDUR er fráboðaður at vera í næstu viku í Keypmannhavn. Og eftir øllum at døma eru partnir vornir samdir um samráðingarhátt og -karmin. Tað er so eitt stig [...] hóast samgongan stendur saman sum ein maður sum nýggi fíggjarmálaráðharrin málbar seg í sjónvarpinum í vikuni, so er greitt, at sjálvstýris/loysingarpolitikkurin hjá flokki løgmans og varaløgmans er ikki [...] ikki tann sami, líka mikið hvat teir so hava sett á prent í einum samgonguskjali. Tað er heilt greitt, at vit sum frálíður fara at síggja munin millum hesar flokkar, tá tað snýr seg um mátan og tíðina sj
fólkafloksins á møti. SPURNINGURIN nú er, um krav fólkafloksins eisini er ultimativt. Tað vilja komandi dagarnir vísa. Helst er talan um taktikk, sum víst á omanfyri. Tí tað er eingin meining í at skipa eitt [...] flokkar í veruleikanum einki at samstarva um. Og hvat verri er, er, at ein samgonga, sum byggir á slíkt misálit innanhýsis, hon kann gerast Føroyum dýr. Tað er neyvan heldur nøkur loyna, at kreftirnar í f [...] við, at samgongan var í pottinum, hendi tað, sum ikki eigur at henda, nevniliga at flokkar, sum semjast um politikkin, ikki kunnu semjast um málsøkini og persónarnar. Hóast hetta er hent áður, so er tað einki
spurningurin er so, um hann er lykilin til ta borgarligu samgonguna hjá Óla Breckmann og Edmundi Joensen. Sámal Petur í Grund fer ikki í samgongu við Edmund, men skuldi løgmaður dumpað á valinum, so er tann forðingin [...] ongan? fer neyvan at fáa meiriluta. Tí er hon útilokað. Hon treytar so eisini, at sambandið stillar upp við nýggjum formanni. Síðani er tað tann stóra samgongan við javnaðarflokki, tjóðveldisflokki og [...] inum í komandi landsstýri, um so er, at flokkurin heldur fram á tí kós, sum núverandi formaðurin í flokkinum stendur fyri. Tað sær ikki mætari út enn, at flokkurin er í ferð við at grava sína egnu politisku
Nýggja avtalan við danir er ein týðandi fortreyt fyri tí útviklingi, sum teir helst síggja í Føroyum, nevniliga einar sjálvstøðugar suverenar Føroyar. Eitt er málið, annað er hvussu tú røkkur tí og nær [...] uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í samfelagnum, leggja sína vitan fram fyri almenningin. Og tað er neyðugt, at andstøðan [...] fyri, at hetta er rætt. Men er tað so, tá rillar longu sjálvt byrjunnargrundarlagið undir teimum stóru broytingunum, sum gerast skulu á sjálvstýrisleið. Tí eru vit bangin fyri, at samgongan hevur gjørt sær
unnlar er tagnað, nú tað er samtykt at spara upp yvir fíggjarlógirnar komandi árini. Tá valið fer at nærkast, kunnu tunnlarnir nær sagt gravast fram aftur og brúkast til valagn ? í hvussu so er eina ferð [...] ferð afturat! Stóra málið, sum nágreiniliga er lýst í samgonguskjalinum, er tjóðskaparspurningurin. Ætlanin er at hava tvær fólkaatkvøður í hesum valskeiðnum, og tí má roknast við, at farið verður undir [...] hvør er í samgongu. Og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður, men heilt greitt er, at tað næsta árið liggja nógvir arbeiðstímar fyri framman hjá løgtingsmonnunum. Hvussu tað verður við lønini, er upp
Tað hava vit ikki rávøru til, sum er, og tí er tað óhugsandi, sigur Edmund Joensen. Blokstuðulin Hann sóknast eftir at samgongan kemur við alternativum, og vísa á, hvat skal setast ístaðin fyri blokstuðulin [...] Tað er ikki nógv góð orð Anfinn Kallsberg, løgmaður fær frá fyrrverandi løgmanni Edmund Joensen í andstøðu. Serliga heftir Edmund Joensen seg við, at tað er eins og hava vit tveir løgmenn í Tinganesi, [...] Løgmaður segði at uppskot um fullveldi verður lagt fram beint aftaná ólavsøku, og tað er ikki sagt áður. Tað er orsøkin til, at vit hava tveir løgmann í sjálvstýrismálum við síðuna av Anfinni Kallsberg
heimarøktini er vendur eitt sindur á høvdið. ? Onkusvegna hava fólk fingið tað fatan, at tað er hendan samgongan, sum er úti eftir teimum veiku og sjúku. ?Men hetta er jú ikki so. ? Hendan samgongan, hevur hvørki [...] ? Tað er alt ov galið, at ongin ger vart við trupulleikan fyrren nú. Men er støðan átrokandi, er tað heilt greitt, at heimarøktin má fáa meiri pengar. Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, er sinnaður at [...] Hansen, at hann er sera misnøgdur við, at Heimarøktin ikki ger vart við sínar trupulleikar fyrrenn nú, árið er næstan hálvrunnið. Her er ov illa stýrt og hetta kann ikki endurtaka seg. ? Hetta er at seta la