Nógvur politikkur liggur og bíðar eftir løgtinginum

Jóannes Hansen, samfelagfrøðingur, hevur skrivað hesar politisku hugleiðingarnar í sambandi við, at tað ólavsøkudag verður farið undir nýggja tingsetu

Ólavsøkudag verður hol sett á fyrsta heilu tingsetuna í hesum valskeiðnum. Løgmaður fer at halda ólavsøkurøðuna, og hann hevur longu boðað frá, at hon verður stutt. Vanliga plaga nýggjastu hagtølini um støðuna í samfelagnum at vera flýggjað út sum fylgisskjøl hjá sjálvari røðuni.

Í ólavsøkurøðuni í fjør hevði Edmund Joensen eitt yvirlit ella eitt katalog, sum tað ofta verður nevnt, har hann, umframt í sjálvari røðuni at tosa um meiri generellar politiskar ætlanir, ítøkiliga boðaði frá, hvørji lógaruppskot, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar, landsstýrið ætlaði at leggja fyri tingið. Ólavsøkudag fáa vit at síggja, um hetta verður eitt afturvendandi fyribrigdi.


Valini eru burtur

Fyrr varð fyrsta punktið á dagsskránni á ólavsøku at velja formansskap og skrivarar, men soleiðis er tað ikki undir nýggju stýrisskipanarlógini. Síðsta ferðin, at formaður varð valdur á ólavsøku, var í 1995. Skrivarar verða ikki valdir longur. Ta uppgávuna tekur løgtingsskrivstovan sær av.

Undir gomlu skipanini vórðu føstu nevndirnar valdar á fyrsta fundinum eftir ólavsøku, men nevndirnar verða nú valdar fyri alt valskeiðið. Tá nevndirnar vórðu valdar, varð samgongan ein valbólkur. Hetta var ikki í tráð við tað, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður, annars hevur hildið um valið av løgtingsnevndum. Síðani nýggja stýrisskipanarlógin kom í gildi, hevur hann fleiri ferðir sagt, at grein 20 í stýrisskipanarlógini, sum hevur við býti av nevndarsessum at gera, skal tulkast soleiðis, at lutfallið skal vera í mun til styrkina, sum flokkarnir hava í tinginum. Við at gera hetta og ikki at lata valbólkar ? samgongu og andstøðu ? manna nevndirnar, hevur Anfinn Kallsberg hildið, at tingið sum so var leysari av landsstýrinum og samgonguni. Men hetta sjónarmiðið hevur eftir øllum at døma ikki vunnið frama, tá tingingarnar um býti av landsstýrismonnum, málsøkjum og nevndarsessum gekk fyri seg, eftir at samgongan varð skipað.


Tíðarkarmurin

Undir nýggju skipanini er tingárið ein tingseta, sum gongur frá á ólavsøku og til á ólavsøku. Undir gomlu tingskipanini nýttu teir hugtøk sum vetrar? og vártingseta, men nú eru hesi hugtøkini bara søga.

Tað er ikki nakar ávísur dagur ásettur, tá løgtingið skal fara í summarfrí. Í Danmark verður altíð miðjað eftir, at fólkatingið fer til hús grundlógardag, 5. juni, men tað heldur ikki altíð. Í Føroyum fór tingið ofta fyrr til hús flaggdagin, 25. apríl, men tey seinnu árini hevur tingið verið longri saman enn so.

Einasti tíðarkarmurin, sum er ásettur, er viðvíkjandi framløgu. Í tingskipanini verður sagt, at uppskot til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og uppskot til samtyktar skulu, fyri at verða viðgjørd, verða framløgd innan 5. mars. Dagurin er ivaleyst ásettur fyri at tað skal bera til at fara í summarfrí í hampuligari tíð, men higartil hevur dagurin at kalla verið misnýttur av skiftandi landsstýrum, tí tey hava bíðað við at komið við flestu uppskotunum til henda dag. Tað hava tingmenn og so nógv onnur verið sera misnøgd við, og landsstýrini hava givið lyfti um bót og bata, men higartil hevur skilið verið tað sama á hvørjum ári.


Ólavsøkuarbeiðið

Fyrr plagdi løgtingið at gera heilt skjótt av eftir ólavsøku. Tá plagdi at vera tikið til, at tingmenn skuldu til hús at fáast við hoyggj. Ivaleyst eru tað onkrir tingmenn, sum framvegis fáast við hoyggj, men tað ber illa til hjá tingmonnum at seta á at sláa beint eftir ólavsøku. Tað er ásett í stýrisskipanarlógini, at tingið við støði í røðu løgmans innan seks yrkadagar skal taka støðu landsins til umrøðu. Tað orðaskiftið plagar at taka einar tveir dagar.

Lógin um fiskidagar skal verða lýst í seinasta lagið 18. august, og tá tingskipanin sigur, at tað frá framløguni og til 3. viðgerð skal ganga ein arbeiðsvika, so skulu tað ikki ganga nógvir dagar eftir ólavsøku, áðrenn farði verður undir hesa viðgerðina, sum plagar at vera eitt orðaskifti um fiskivinnupolitikk í síni heild.

Hesa seinastu vikuna hevur landsstýrið roynt at fingið fíggjarnevndina at játta eyka upphæddir til heimahjálpina og fólkaskúlan, men fíggjarnevndin hevur víst umsóknum frá sær, og tí kann roknast við, at landsstýrið beinanvegin eftir ólavsøku fer at koma í tingið við uppskoti um eykajáttanarlóg.

Í mars mánaði legði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum uppskot fyri tingið um endurnýgging av feskfiskaflotanum og um umleggingar og javnskipan av veiðuorkuni. Uppskotið datt burtur, tá valið varð útskrivað. Tað er boðað frá, at uppskotið kemur fram aftur saman við uppskotinum um fiskidagar, men tað er einki í vegin fyri, at viðgerðin av hesum uppskotinum bíðar. Tað verður upp til formannin at velja ímillum hoyggj og hetta uppskotið. Ger hann av at viðgera uppskotið beinanvegin, so fáa bæði tingið og vinnunevndin nóg mikið at takast við.


Gomlu uppskotini

Hvat annars verður á skránni velst um, hvat landsstýrið hevur í posanum, og um andstøðan ætlar sær at leggja uppskot fyri tingið.

Í ár átti tað at borið til hjá landsstýrinum at fingið nógv mál niðan í tingið heilt skjótt. Av teimum 188 málunum, sum vórðu framløgd í tinginum frá á ólavsøku í fjør og til valið varð útskrivað, vóru bara 70 avgreidd. Hini høvdu onga viðgerð fingið, ella vóru tey ikki avgreidd. Nógv av hesum málunum eru av slíkum slagi, at tað næstan er líka mikið, hvønn politiskan lit landsstýrið, sum leggur tey fyri tingið, hevur, og tá tey eina ferð eru løgfrøðisliga skorin til, mátti tað borið til at fingið tey framløgd av nýggjum, viðgjørd og avgreidd so skjótt, sum tað ber til.


Fíggjarlógin

Landsstýrið skal fyri 1. oktober leggja uppskotið um fíggjarlóg fyri fíggjarárið 1999 fyri tingið. Politiska semjan í samgonguni um rakstrar? og íløgukarmin komandi ár varð gjørd mitt í hesum mánaðinum, og 27. august skulu hini aðalstýrini boða fíggjarmálstýrinum frá, hvussu teir hava lutað teirra upphædd út á stovnarnar. Í september verður nógv virksemi í samgonguni, áðrenn endaliga uppskotið verður lagt á tingborð fyri 1. oktober.

Fíggjarlógin skal vera samtykt og lýst fyri nýggjár.


Tjóðskaparmálini

Orðingarnar í samgonguskjalinum, sum hava við, skulu vit kalla tað vanligu, málsøkini at gera, eru rundar, men út frá signalunum higartil kunnu vit rokna við, at tað verða nøkur uppskot løgd fram um betringar á heilsuøkinum og á samferðsluøkinum. Her verður serliga hugsað um landssjúkrahúsið og nýggj skip til onkrar av farleiðunum. Tosið um undirsjóvartunnlar er tagnað, nú tað er samtykt at spara upp yvir fíggjarlógirnar komandi árini. Tá valið fer at nærkast, kunnu tunnlarnir nær sagt gravast fram aftur og brúkast til valagn ? í hvussu so er eina ferð afturat!

Stóra málið, sum nágreiniliga er lýst í samgonguskjalinum, er tjóðskaparspurningurin. Ætlanin er at hava tvær fólkaatkvøður í hesum valskeiðnum, og tí má roknast við, at farið verður undir prosessina sum skjótast. Løgmaður segði í blaðnum í gjár, at tað verður ikki klárt at fara undir samráðingarnar við danir fyrrenn um ársskiftið. Men fyrst av øllum skal landsstýrið í uppskoti til samtyktar biðja tingið um heimild at fara undir samráðingarnar. Allar orsøkir eru at rokna við, at tað orðaskiftið verður bæði lívligt og drúgvt.


Arbeiðslagið

Nú tað av álvara verður sett hol á politiska arbeiðið eftir løgtingsvalið, er spuringurin um arbeiðslagið, bæði í samgonguni og ímillum samgongu og andstøðu, áhugaverdur.

Skiftandi løgmenn plaga í ólavsøkurøðum at bjóða andstøðuni uppí arbeiðið. Undir gomlu skipanini vístu royndirnar, at talan so at siga bara var um orð. Tey seinastu árini hevur verið eitt sindur meiri í hesum.

Ein spurningur er, hvat andstøðan fer at gera. Í Danmark hevur vinstri flokkurin sett sær fyri at samstarva við stjórnina og harvið so at siga at eta smáu flokkarnar við vón um framtíðar stjórnarsamstarv við teir fyri eyga. Javnaðarflokkurin í Føroyum hevur sagt seg fegnan vilja hava ávirkan í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar. Løgmaður hevur sagt, at tað snýr seg fyrst og fremst um hvønn politikk løgtingið kann semjast um, heldur enn um, hvør er í samgongu. Og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður, men heilt greitt er, at tað næsta árið liggja nógvir arbeiðstímar fyri framman hjá løgtingsmonnunum. Hvussu tað verður við lønini, er upp til teir sjálvar at gera av!