Tjóðveldið frítt spæl í Tinganesi

? Løgmansrøðan líkist teimum undanfarnu í uppseting, men í innihaldi er ikki talan um borgarligan politikk. Serligt er at viðmerkja, at nú fáa fullveldismálini hægsta prioritet, og at tey verða framskundað, sigur tingmaðurin

Tað er ikki nógv góð orð Anfinn Kallsberg, løgmaður fær frá fyrrverandi løgmanni Edmund Joensen í andstøðu.

Serliga heftir Edmund Joensen seg við, at tað er eins og hava vit tveir løgmenn í Tinganesi, og at fullveldismálini verða framskundað.

? Løgmaður segði at uppskot um fullveldi verður lagt fram beint aftaná ólavsøku, og tað er ikki sagt áður. Tað er orsøkin til, at vit hava tveir løgmann í sjálvstýrismálum við síðuna av Anfinni Kallsberg. Tað prógvar greitt at Tjóðveldisflokkurin hevur frítt spæl í Tinganesi, sigur Edmund Joensen.

Hann heldur t.d.økta umsetiligheitin í fiskivinnuni, stendur í andsøgn til tað, sum Heini O. Heinesen hevur ført fram í hesum máli.

? Annars haldi eg at løgmansrøðan líkist teimum undanfarnu, tó at hon er í so bjartskygd.

? L.øgmaður leggur stóran dent á netto-uttanlandsskuldina, men sigur lítið um at skuldin í landskassanum og kommunuskuldin er eins stórur trupulleiki og áður.

? Tað verður nærum sett upp sum var skuldin burtur, og tað er hon ikki, sigur Edmund Joensen.


Forbrúkið økist

sum í 80árunum

Hann heldur tað eisini vera løgið, at løgmaður ikki nevndi økta forbrúkið, sum hann metir líkist tí í 801árunum, og heldur, at hetta kann vera við til at fáa gjaldsjavnahallið hækkar.Um sjálvstýrismálini endurtekur Edmundur Joensen, at hesi koma fyri skjótari enn væntað, og at serfrøðingarnevndir skulu setast at kanna ríkisrættarligu viðurskiftini eins og búskapar- og fíggjarmál í sambandinum millum Danmark og Føroyar.

Um blokstuðulsskipanina vita vit, at hon fyribils er í gildi trý ár fram, men tað er eisini fyrstu ferð ført fram, at blokstuðulin ikki skal galda í allar ævir.

?Tjóðveldisflokkurin hevur ført fram, at blokstuðulin órógvar føroyska búskapin, men teir hava ikki víst á, hvar peningurin skal koma frá, um henda skipanin fellur burtur.

? Tað merkir, at ein mia. krónur fara at resta í, um blokstuðulin verður avtikin.

? Búskaparfrøðingar hava sagt, at um vit skulu vinna fyri eina mia. krónur, so skulu vit økja framleiðsluna meir enn tvífalt. Tað merkir, at vit skulu gera íløgur í lønandi vinnur, sum geva nakað av sær. Tað hava vit ikki rávøru til, sum er, og tí er tað óhugsandi, sigur Edmund Joensen.


Blokstuðulin

Hann sóknast eftir at samgongan kemur við alternativum, og vísa á, hvat skal setast ístaðin fyri blokstuðulin, ið ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum, sum partur í danska ríkinum.

? Tað vera vit ikki., tá Føroyar er fullveldi, sigur Edmund Joensen og leggur aftrat, at tingið fær tað, sum tað vil hava tað.

? Hetta var stytsta løgmansrøðan higartil, men har var ikki nakað nýtt - annað enn at fullveldismálini skulu framskundast, og sum áður segt - at Tjóðveldisflokkurin hevur stóra ávirkan á førda politikkin í samgonguni, sigur Edmund Joensen.