kunnu svarast positivt, og positivu svarini verða til veruleika og ikki sum so ofta til orð og orð og aftur orð, men einki hendir í verki, sigur Mamy Dahl Sørensen í viðmerkingunum og samtykt er at landss [...] um og beinleiðis niðan í sjálva bygdina, sum er stytsta farleiðin. ? Tað er prógvað ferð eftir ferð, at fólk hava sýnt dirvi og hegni at fara undir og reka vinnu, tá tað ber til. Men skal dirvið og hegnið [...] rra fyrispurning, og spyr Mamy Dahl Sørensen, nær tunnlarnir og vegirnir millum bygdirnar í Kalsoynni verða liðugtgjørdir? Nær verður farið undir at gera ferjuleguna á Syðradali? Og hvørjar ætlanir eru
leikarar enn »glaðir amatørar«, og at evnini at savna seg um uppgávuna í samfullar 90 minuttir svíkja av og á. Serliga tá vandin ofta kemur, tá leikararnir minst vara tað. Stjørnur og tó Oman á alt hetta, so skerst [...] vinnur bóltin av Johan B. Hansen, og stingur inn um til ein leysan Milosevic. 0-5: Mateja Kezman Milosevic sendir bóltin innfyri, og innleggið ferðast fram við alt og øllum til handaru stong, har Kezman [...] »Nú manglar tað bara eitt ordiligt æl og tvey jugoslavisk mál afturat« Hørð orð fullu eisini eftir dystin. At lærutíð okkara í altjóða fótbólti als ikki er av enn, og at føroyska liðið krossfesti seg sjálvt
trøll til, bæði stór og smá, har ið hvørt trøll hevur sína heilt egnu søgu og persónsmensku. „Hasin er pápi at hesum og hatta er mamman“, sigur hon mær, sum um var tað ein verulig og livandi trøllafamilja [...] henda framsýning fingið meg og onnur við mær at smílast, tí hesi trøll eru so ótrúliga livandi og stuttlig, har ið tað menniskjaliga og humor verður lýst ígjøgnum hesi fittu og vælmeinandi trøllaskepilsir [...] brosar eins og maður sín, og ikki at gloyma tey mongu trøllaeyguni, sum hyggja eftir tær, tá ið tú trýnir inn á gólvið. Hon fortelir okkum um trøllini, og her kunnu vit trøllvaksnu eins væl og børn okkara
eisini fegnast um triðja plássið, hann og Silkeborg hava yvirtikið, eftir at bæði Esbjerg og Aab settu stig til. Tað eru tó 10 dystir eftir at spæla av kappingini og hann sigur eisini, at teir ikki hugsa [...] , sigur Christian Lamhauge Holst, sum er gamal áleypari og heldur, at hetta kemur honum til góðar nú. – Sum áleypari vilt tú altíð skora mál, og soleiðis havi eg tað framvegis, hóast eg nú spæli longur [...] føroyska landsliðnum. Hinvegin er tað ógvuliga smátt við málum í landsliðsbúnanum, og tað ilskast hann um. – Tað er bæði undarligt og irriterandi, heldur hann. Skemta við bronsuni Fyribils kann Christian tó fegnast
verður gingið aftur og fram og flutt stað úr stað. Og gamalt er, at tann, sum siglir nógv, fiskar lítið. So einki sær út soleiðis. Men Magnus Fríði verður sitandi. Hann tekur inn og hyggur at reiðskapinum [...] framvið og heldur kós longri út á vatnið. Teir munnu ætla sær Út í Oyrar, tosa tey. Og so hendir tað. Flotið fer undir, og eitt síl hevur tikið. Ikki var tað stórt, men tað var tó eitt síl, og dagurin [...] langt og vigaði eitt pund. Tað situr ein smádrongur so hugagóður við tráðu á einum stabba niðan fyri Leitisrætt. Tað er Magnus Fríði úr Vestmanna, sum er við pápabeiggjanum og systkinabørnunum og fiskar
vøllin, og so var annars bara at bíða, til teir 90 minuttirnar og tríggir eyka av slagnum vóru runnir. Saman við restini av beinkinum og hundraðtals viðhaldsfólkum kundi Arnbjørn tuska út á vøllin, og so var [...] sipaði til bæði gummibein og stóru bamsuna, sum nú var skotin. Spældu fyri gullinum Eingin ivi er um, at nógva tosið um gummibein seinastu vikurnar hevur nervað bæði spælarar og viðhaldsfólk hjá EB/Streymi [...] r – tá mest stóð á – prógvaðu, at teir væl og virðiliga vóru menn fyri at átaka sær uppgávuna sum FM-favorittar. Nøkur av eyðkennunum í dystunum móti NSÍ og serstakliga B36 vóru merkt av nervum. Í verjustøðu
ein drúgvur og harður teinur, har súkklararnir skiftivís súkkla í lendi millum grót og eyru og aðrar løtur á grúsi og asfalti. Ringa veðrið seinastu vikuna hevði við sær, at lendið var vátt, og tað gjørdist [...] landinum, og hann økti leiðsluna stútt fyri hvørt umfar og kom tí fyrstur á mál við tíðini 3 tímar, 16 minuttir og 35 sekund. Galdandi fyri kappingina er, at teinurin skal vera oman fyri 60 kilometrar, og at [...] Winther Olsen fekk hat trick, tá hann um vikuskiftið vann triðja FM heitið í fjallasúkkling í greinini MTB Marathon. Eins og í hinum báðum FM kappingunum kegði Helgi Winther Olsen hart út og setti trýst á
áttatiárunum. Klæðir og móti frá Hopo-tíðini, úlpur og annars arbeiðs- og sjóðklæðir frá Sjóklædnavirkinum, myndir á veggunum og filmsbrot verða sýnd fram, og ein spennandi og virkin tíð, har rættiliga varð [...] hegnisligu og listarligu væl lýstu vinnusøgu. Óluva Klettskarð hugleiddi um søguna hjá virkinum, soleiðis sum kennir hana og minnist hana frá tíðini, hon búði hjá Brynhild og Holgar Poulsen í sjeyti- og áttatiárunum [...] cowboy-buksum og 120 úlpur um dagin umframt øll sjóklæðini, tað boðar alt frá eini virknari tíð, hat tað á virkinum starvðust 50 seymikonur, tá tað var mest. 4 sølubúðir, tvær í Klaksvik, ein í Havn og ein úti
Felagið hevði tá fingið nýggjarar eigarar og nakað av peningi, og í Tomislav hildu tey seg hava funnið mannin, sum skuldi føra liðið móti nýggjum hæddum. Og tað hevur hann gjørt, skrivar B36 heimasíðan [...] deildina, og við vanliga kompromisleysa stílinum, har álop er besta verjan, setti Tomislav og hansara menn seg alt fyri eitt í respekt í bestu deildini. Her hevur liðið verið fastur partur, og nú er so [...] meistaraheitið og sum eisini er eitt av siðvandu ungversku stórfeløgunum. Á Puskás stadion í Budapest munaði siðvenjan tó lítið. Foxi Kéthévoama skeyt hat-trick í dysitnum, sum endaði við 3-2 sigri, og tað úrslitið
horninum, men har stóð eingin, og so slapp eitt annars illa tikið horna í knæhædd at ferðast inn í málteigin, har Rúni Nolsøe var maðurin, sum fekk rættað av og sent bóltin í kassan. Og so fall EB/Streymur saman [...] Fótbóltur EB/Streymur hevur enn bæði mál og stig ti góðar, tá tosað verður um vitjanir hjá HB í Gundadali. Hetta varð staðfest sunnudagin, tá HB vann ein tryggan sigur, og onkursvegna tykist eisini, sum er [...] einar tríggjar ferðir, tá Sorin Anghel meira og minni leysur royndi seg, men inn vildi bólturin ikki. EB/Streymur hevði annars lagt eina hampuliga varna og einfalda spæliætlan til dystin móti HB. Ikki