lærarar og næmingar eru millum tey deyðu. Skottilburðurin fór fram á Debsirin Nonthaburi School í Bang Kruai-økinum í Nonthaburi-landspartinum. Sambært løgregluni drap gerningsmaðurin fyrst ommu sína og abbabeiggja [...] komu nógv skot: bang, bang, bang. So varð friðarligt, og síðani byrjaði tað aftur, sigur hann. Skúlin hevði í skúlaárinum 2025 umleið 3.100 næmingar og 147 lærarar. Hetta er annar skottilburðurin á einum [...] einum skúla í Thailand í ár. Í februar varð ein lærari dripin og ein næmingur særdur í einum skottilburði í Hat Yai í sunnara parti av landinum. Hóast Thailand hevur lutfalsliga strangar vápnalógir, hava fleiri