Fyrrverandi B36 venjarin hevur ført lið sítt, Kecsméti, til sigurs í steypakappingini í Ungarn, skrivar B36 heimasíðan. Tá Tomislav kom til felagið, hevði Kecsméti ongan tíð verið partur av fremstu deildini. Felagið hevði tá fingið nýggjarar eigarar og nakað av peningi, og í Tomislav hildu tey seg hava funnið mannin, sum skuldi føra liðið móti nýggjum hæddum. Og tað hevur hann gjørt, skrivar B36 heimasíðan víðari.
Longu fyrsta árið vann liðið seg í bestu deildina, og við vanliga kompromisleysa stílinum, har álop er besta verjan, setti Tomislav og hansara menn seg alt fyri eitt í respekt í bestu deildini.
Her hevur liðið verið fastur partur, og nú er so eisini fyrsta stóra steypið komið til høldar. Hetta hendi mikudagin, tá Kecsméti spældi móti Videton, sum í ár hevur vunnið ungverska meistaraheitið og sum eisini er eitt av siðvandu ungversku stórfeløgunum.
Á Puskás stadion í Budapest munaði siðvenjan tó lítið. Foxi Kéthévoama skeyt hat-trick í dysitnum, sum endaði við 3-2 sigri, og tað úrslitið ber við sær, at Tomislav og Kecsméti nú skulu fyrireika seg til europiskar uppgávur í komandi kappingarári.









