Tunnlarnir ikki alment tiknir í brúk

Hvørjar ætlanir eru gjørdar um vegin frá bryggjuni/ferjuleguni á Syðradali og niðan í bygdina, og hvar skal vegurin verða? vil Mamy Dahl Sørensen m.a. hava at vita frá samferðslumálaráðharranum

Mamy Dahl Sørensen, løgtingsmaður, hevur sett Finnboga Arge, samferðslumálaráðharra fyrispurning, og spyr Mamy Dahl Sørensen, nær tunnlarnir og vegirnir millum bygdirnar í Kalsoynni verða liðugtgjørdir? Nær verður farið undir at gera ferjuleguna á Syðradali? Og hvørjar ætlanir eru gjørdar um vegin frá bryggjuni/ferjuleguni á Syðradali og niðan í bygdina, og hvar skal vegurin verða?


12 ár síðan

Í viðmerkingunum, sigur Mamy Dahl Sørensen, at fyri tólv árum síðan gleddust kalsingar og allir norðingar um, at loksins varð vegasamband bygdanna millum í Kalsoy. Men tunnlarnir eru ongantíð alment tiknir í brúk, tí teir als ikki eru búnir til tað. Í grundini er koyribreytin at sammeta við gomlu uppdyrkingarvegirnar, sum so dánt kundu brúkast til rossavognar.

? Á hvørjum ári kemur tilfar í oynna og koyrt á vegin millum Húsar og Knúksdal, men áðrenn asfalt kemur á, er tilfarið fokið burtur til ampa fyri tey, ið skulu gera nýtslu av bønum. Seinasta summar kom asfalt í oynna, men tað liggur enn, sum tað varð lagt í dunga í Knúksdali.


Ferjulega

?Tá ferjulega er gjørd á Syðradali verða møguleikarnir at búleikast í Kalsoynni broyttir í avgerandi mun. Bæði vinnumøguleikarnir í oynni, og møguleikarnir hjá teimum, sum hava sítt arbeiði ella vinna sær handliga- ella miðnámsútbúgving aðrastaðni bøtast so avgerandi, at Kalsoyggin veruliga fær møguleikar at mennast.

? Vegur er ongantíð gjørdur frá lendingini niðan í bygdina. Tað ber nóg illa til hjá einum ungum røskum pápa ella gubba at bjarga einum barnavogni frá »Barskor« niðan til húsa. Koyristól er ikki hugsandi at fáa fram tann vegin, í hvussu ikki á hjólunum. Vegurin má gerast beinanvegin, tí tað kann ikki góðtakast, at Syðradalsfólk ikki sum onnur hava koyriveg, sum farandi er eftir. Tað er ikki meira enn rímuligt, at vegasambandið verður frá lendingini suður um og beinleiðis niðan í sjálva bygdina, sum er stytsta farleiðin.

? Tað er prógvað ferð eftir ferð, at fólk hava sýnt dirvi og hegni at fara undir og reka vinnu, tá tað ber til. Men skal dirvið og hegnið ikki verða køvt í føðingini, so má eitt minstamark av sambandi verða til staðar. Hesin partur av útoyggjapolitikkinum kann loysast fyri Kalsoynna, um omanfyrinevndu spurningar kunnu svarast positivt, og positivu svarini verða til veruleika og ikki sum so ofta til orð og orð og aftur orð, men einki hendir í verki, sigur Mamy Dahl Sørensen í viðmerkingunum og samtykt er at landsstýrismaðurin skal svarað fyrispurninginum.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen