Fótbóltur
EB/Streymur hevur enn bæði mál og stig ti góðar, tá tosað verður um vitjanir hjá HB í Gundadali.
Hetta varð staðfest sunnudagin, tá HB vann ein tryggan sigur, og onkursvegna tykist eisini, sum er EB/Streymur í ferð við at fáa okkurt slag av kompleksi mótvegis HB.
Í øllum førum hevði felagsliðið møguleikarnar at skora hesaferð. Serliga fyri steðgin var heilt nær við einar tríggjar ferðir, tá Sorin Anghel meira og minni leysur royndi seg, men inn vildi bólturin ikki.
EB/Streymur hevði annars lagt eina hampuliga varna og einfalda spæliætlan til dystin móti HB. Ikki óvæntað varð størsti denturin lagdur á verjupartin, meðan álopsparturin mest snúi seg um at senda langt niðan til Hans Paula og Sorin, sum so máttu klára paragraffirnar sjálvir. Nakað sum eisini tóktist at rigga væl, tá HB ofta flutti liðið dekan ov langt niðan í royndunum at trýsta. Og einar tvær ferðir sóu EB/Streyma viðhaldsfólkini helst bóltin í kassanum, tá Anghel royndi seg, men í báðum førum smoygdi bólturin sær tó framvið.
HB hevði tó eisini sínar møguleikar. Hans á Lag og Tór-Ingar Akselsen mannaðu aftur álopspartin, og serliga hevði Andrzej Pacek ilt við at fylgja teimum. Í einum trimum førum var vánalig timing frá póllendska verjuleikaranum beinleiðis atvoldin til vandamiklar HB-atsóknir, og tað var merkisvert, at ongar flytingar vórðu gjørdar, tá eitt nú Fróði Clementsen samstundis royndi seg í eini óvandari støðu á høgra miðvølli.
Skolaði inn
Sum gongdin var fyri steðgin, so var tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn nakað mál kom, og tann tíðina var skjótt runnin.
Seinni hálvleikur var bara tveir minuttir gamal, tá Rasmus Nolsøe sendi horna innfyri úr høgru. Var rætt atborið, so hevði EB/Streymur helst havt ein mann á fimm-metra horninum, men har stóð eingin, og so slapp eitt annars illa tikið horna í knæhædd at ferðast inn í málteigin, har Rúni Nolsøe var maðurin, sum fekk rættað av og sent bóltin í kassan.
Og so fall EB/Streymur saman. Restina av dystinum tóktist tað bara vera ein spurningur um, hvussu trivaligur HB-sigurin skuldi gerast. Rúni Nolsøe økti til 2-0 eftir eitt laaangt HB-álop, og Tór-Ingar Akselsen økti til 3-0 upp á brotsspark, sum hann sjálvur var atvoldin til.
At enda slapp liðskiparin at gera sítt hat-trick, tá hann sendi fríspark av brotsteigarmarkinum flatt í netið. EB/Streymur var fallið fullkomuliga saman, og tó at teir høvdu onkrar vandamiklar atsóknir eftir hetta, var tað meira eitt tekin um, at HB nú tók nakað lættari upp á uppgávuna.
Vantandi tiltrúgv
Samanumtikið má sigast, at hóast dysturin hevði eina skiftandi gongd, so avdúkaði henda ávíkavist styrkir og veikleikar hjá vertum og gestum.
Hjá HB tykist tað vera ein avgjørd styrki, at menn vita, at ein fótbóltsdystur verður spældur í 90 minuttir. Hóast allir lutir ikki alla tíðina rigga eins væl, so eru ongantíð tekin um, at spælararnir fella í fátt. Heldur verður hildið á fram í royndunum at spæla seg fram til møguleikar, og sum tað so ofta er sætt, so gevur hetta tolsemið at enda úrslit.
Tað er millum annað hendan dygdin, sum hevur givið felagnum trý gullmerki á rað, og hinvegin eru tey trý gullmerkini helst eisini ein av orsøkunum til sjálvsálitið, sum ger tað møguligt at spæla við slíkum toli. Altso eitt slag av positivum ringvirkningum.
Hjá EB/Streymi er tað hinvegin júst hetta tolið, sum tykist vanta í løtuni. Tí hetta er langt ífrá einasta ferðin, at liðið hevur spælt væl eina langa løtu, fyri síðani at fella heilt saman, tá mótburðurin kemur. Tað bendir á, at trúgvin upp á egin evni ikki er tann rætta í løtuni, og júst hendan trúgvin er ein grundleggjandi fortreyt, um munagott úrslit skal spyrjast burturúr á einum fótbóltsvølli.