Fótbóltur: Christian Lamhauge Holst skoraði sítt fyrsta hat-trick í bestu donsku fótbóltsdeildini nakrantíð, tá Silkeborg vann 3-0 á HB Køge seinnapartin í gjár.
– Hetta er ein heilt serlig kensla. Ikki minst, tí at eg skoraði málini sum miðvallarspælari, sigur Christian Lamhauge Holst, sum er gamal áleypari og heldur, at hetta kemur honum til góðar nú.
– Sum áleypari vilt tú altíð skora mál, og soleiðis havi eg tað framvegis, hóast eg nú spæli longur afturi á vøllinum, sigur hann. Júst tað, at Christian ikki er í álopinum, tykist avgjørt ikki at vera nakar vansi hjá honum, kanska tvørturímóti.
– Nú eri eg ikki beinleiðis skjótur, so eg royni at passa tað soleiðis, at eg komi sníkjandi inn í feltið aftan fyri hinar. Sostatt fái eg nakrar kjansir, samstundis sum eg eri partur av uppbyggjandi spælinum, og tað dámar mær væl, greiðir Christian Lamhauge Holst frá.
Tað er í hesum síðstnevnda leikluti, at vit kenna Christian Lamhauge Holst best á føroyska landsliðnum. Hinvegin er tað ógvuliga smátt við málum í landsliðsbúnanum, og tað ilskast hann um.
– Tað er bæði undarligt og irriterandi, heldur hann.
Skemta við bronsuni
Fyribils kann Christian tó fegnast um tey níggju málini, hann hevur gjørt fyri Silkeborg í landskappingini ár. Tað eru bara tríggir spælarar, ið hava skotið fleiri mál enn hann, og hann og liðfelagin, Lecic, eru vandamesta álopsparið í donskum fótbólti. Tilsamans hava teir báðir staðið fyri 20 av teimum 39 málunum hjá Silkeborg.
Aftrat mongu málunum kann Christian Lamhauge Holst eisini fegnast um triðja plássið, hann og Silkeborg hava yvirtikið, eftir at bæði Esbjerg og Aab settu stig til. Tað eru tó 10 dystir eftir at spæla av kappingini og hann sigur eisini, at teir ikki hugsa um bronsukrónurnar enn.
– Men av og á skemta vit við, at tað hevði verið stuttligt, um vit sum uppflytarar megnaðu at halda triðja plássið, sigur hat-trick hetjan hjá Silkeborg, Christian Lamhauge Holst.