Fótbóltur
Tey høvdu bíðað í nakrar vikur. Ja, onkur helt í tvey ár. Í so máta var tað helst hóskandi, at tað var á sjálvum tvey ára degnum fyri mest sum ófatuliga missin móti KÍ í 2006, at EB/Streymur loksins jarðaði alt tos um gummibein.
Sum útsendi tíðindamaðurin hjá Rás2 tók til, tá hann kom ígjøgnum til 3. hálvleik, so var bara eitt slag av gummi at finna á Mýruhjalla hendan dagin. Nevnliga gull-bamsurnar hjá Haribo. Ein tvítýdd viðmerking, sum helst sipaði til bæði gummibein og stóru bamsuna, sum nú var skotin.
Spældu fyri gullinum
Eingin ivi er um, at nógva tosið um gummibein seinastu vikurnar hevur nervað bæði spælarar og viðhaldsfólk hjá EB/Streymi seinastu vikurnar.
Men tó ikki meira enn so, at spælararnir – tá mest stóð á – prógvaðu, at teir væl og virðiliga vóru menn fyri at átaka sær uppgávuna sum FM-favorittar.
Nøkur av eyðkennunum í dystunum móti NSÍ og serstakliga B36 vóru merkt av nervum. Í verjustøðu vóru spælararnir als ikki nóg avgjørdir seinnu trý korterini móti B36, og við bóltinum tóktist spælararnir mest sum frystir, soleiðis at talan gjørdist um alibi-spæl heldur enn nakað skapandi av slagnum.
Men alt hetta var slept týskvøldið. Hóast veðurlíkindini ikki vóru av teimum bestu, so sást alt fyri eitt, at talan var um avgjørdar menn. Hóast Skála við vindinum í rygginum ofta flutti bæði bóltin og nógv fólk niðan móti brotsteiginum hjá EB/Streymi, so gjørdist talan ongan tíð av álvara um vandastøður. Ikki minst var Marni Djurhuus ein sannur brandur, sum hvørja tí einastu ferð timaði luftdystirnar somikið væl, at hann støðugt fekk beint bóltin burtur.
Og hóast mótvindin megnaði EB/Streymur eisini at spæla seg til sínar møguleikar fyri steðgin. Tann størsta átti Hans Pauli Samuelsen, sum gjørdist púra leysur eftir gjøgnumbrotsroynd frá Arnbirni Hansen, men kontrolleraði fluktarin endaði á stólparótini, áðrenn hann støkk í føvningin á liggjandi Vlada Filipovic í Skála-málinum. Og eina aðru ferð rullaði bólturin mest sum undir nøsini á Arnbirni T. Hansen, tá Skála-verjan ruddaði burtur.
Átta ótrúligir minuttir
Fótbóltur er eitt liðspæl, har allir mans so ella so eiga sín part í tí, sum hendir.
Men skal navn setast á hetjuna hjá EB/Streymi týsdagin, so er valið einfalt. Við sínum hat-trick var Arnbjørn T. Hansen maðurin, sum sparkaði gullið seinasta vegin til Margáir, og sum heild hevur Arnbjørn eisini verið ársins maður hjá EB/Streymi. Ikki minst fyrru helvt av kappingarárinum, har hann dyst eftir dyst var maðurin, sum koppaðu tøttum uppgerðum til fyrimuns til sín og EB/Streym.
Seinastu fimm dystirnar undan týsdegnum hevði áleyparin tó ikki funnið meskarnar. Og tað var ikki frítt, at áskoðararnir hugsaðu um 2006, tá hann tíðliga í seinna hálvleiki var bara nær við og næstan, tá bólturin skuldi sendast inn.
Men so var tað, at alt brádliga eksploderaði.
René Tórgarð sparkaði langt og høgt niðan á vøllin. Arnbjørn var kanska skeivu megin rangstøðumarkið, men linjuverjin helt flagginum niðri, og so var tað, at formatið varð sýnt. Rørslurnar vóru kanska gummi-bleytar, men sinnið var ísakalt í hvast, tá Arnbjørn hegnisliga tamdi bóltin í brotsteiginum, og so bankaði hann við vinstra-beininum bóltin upp undir tvørtræið. Og tá hann hesa ferð støkk niður røttu megin strikuna, var gullkósin sett.
Gummi-armar hjá málverjanum fingu alt fyri eitt armarnir hjá gestunum niður, tá René Tórgarð misti bóltin fyri føturnar á Obi, men tað vardi nú heldur ikki leingi. Eldur var komin í krútið hjá toppskjúttanum, sum hevði enn tvey mál í sær. Fyrru ferðina við framúr froward-málið, har hann tveitti seg fram og heilfluktaði innlegg í kassan, og seinnu ferðina við einum av hesum málunum, sum bara ektaðir málrevar skora. Arnbjørn mundi valla vita sjálvur, hvar bólturin var, men málini telja nú einaferð eins nógv, um tey verða gjørd við fótunum, høvdinum ella rygginum.
Alt hetta hendi innan bara átta ótrúliga minuttir, og so var annars eingin ivi um, at gullið var heima.
Saman við tveimum øðrum av lokalu hetjunum – Hans Paula Samuelsen og Sorin Anghel – kundi Arnbjørn lata seg skifta út, meðan søti tónleikurin av lógvabrestum rungaði um vøllin, og so var annars bara at bíða, til teir 90 minuttirnar og tríggir eyka av slagnum vóru runnir.
Saman við restini av beinkinum og hundraðtals viðhaldsfólkum kundi Arnbjørn tuska út á vøllin, og so var annars lagt upp til ball. Sjampanjupropparnir dundu um kapp við fýrverkið og nýggja gullsangin hjá EB/Streymi, meðan klemm, mussar og bara stór smíl sóust, hvar tú so enn vendi tær á Mýruhjalla.
Sorgblítt farvæl
Men mitt í gleðini var eisini sorgblídni at hóma.
Fyri bara trimum árum síðani var Skála fram til tað seinasta partur av kapprenningini um FM-gullið. Við einum liði, sum um hetta mundið spældi helst vakrasta fótbóltin í landinum, hevði Skála í tvey ár bergtikið føroyska fótbóltsheimin, men stóra lønin kom ongan tíð í formi av nøkrum gullmerkjum.
Tað gjørdist til nær við og næsta hjá Skála, sum síðani hevur linkað trýstið á boganum heilt nógv. Somikið nógv, at liðið hetta kappingarárið hevur veri ðí sera tungum sjógvi, og longu eftir triðja seinasta umfarið stóð greitt, at talan verður um leygardagsfótbólt.
Seinasti fótbóltssunnudagurin á Mýruhjalla á hesum sinni endaði við gulli. Men tað var nú ikki Skála, sum tók ímóti hesum. Tann dreymurin brast fyri trimum árum síðani.