út, fært tú í hesi bók eitt frálíkt yvirlit ella útsýni yvir og frágreiðing um tey sjey tíðarhúshaldini í Bíbliuni, sum umfata frelsusøgu Guds við hesum heimi í fortíð, nútíð og framtíð. Í fororðunum lesa [...] og málsliga. Hon er prentað í Týsklandi og Torbjørn Marstein hevur týtt hana til føroyskt úr týskum. Bókin fæst í bókabúðunum og frá forlagnum fyri kr. 150,-. Limirnir í bókaringinum hjá Leirkerinum fáa [...] a á kongum bæði í Ísrael og Juda og hvørjir profatarnir vóru um somu tíð. Ikki minst áhugaverd eru tey tvey seinastu kortini yvir profetisku gongdina í endatíðini. Tvey eykaskeið eru í endanum av bókini
verður betri orðað í uppskotinum. -Eg veit væl, at nógv av hesum fer at verða við í treytunum í sambandi við útbjóðing, men spurningurin er, um vit ikki skulu geva hesi fyrstu signalini í lógini, um at hetta [...] stórt arbeiði í hetta. Hann fegnaðist eisini um, at tað í lógini verður tikin hædd fyri, at tað í mest møguligan mun verður føroysk arbeiðsmegi, ið talan verður um. Politisk semja -Vit í javnaðarflokkinum [...] eindømi ella í hvussu so er sera rár hending í tingini, so vóru tingmenn úr øllum flokkum samdir um, at hetta uppskotið var væl gjøgnumarbeitt og vildu tí geva tí eina positiva og góða viðgerð í nevnd. Sosialurin
n og landsstýrismenn vísa útjaðaranum í Føroyum. Tað letur ikki í nøkrum av teimum. Og so løgi tað ljóðar, letur heldur ikki í politikarunum, sum eru valdir í útjaðaranum. Páll Vang sigur, at miðsavningin [...] nakrantíð burturúr skuldini? Tvøroyrar kommuna er í eini serstøðu tí hon er einasta kommuna í landinum, sum hevur verið virkin í vinnulívinum Sjálvur ivist eg í, um tað var rætt. Men av skuldini hjá kommuni [...] á at búgva í eini kommunu við 16% í skatti og einari við 23% í skatti. Taka vit eini hjún, sum forvinna 400.000 krónur um árið tilsamans, hava tey 28.000 krónur minni at liva fyri um árið í teirri dýraru
at selja hann aftur í matvøruhandlinum, sigur danskur keypmaður, sum nú vil sleppa at keypa beinleiðis frá framleiðara í Føroyum. Í Sosialinum í gjár stóð lýsing frá handlinum Spar í Rønde, sum vil keypa [...] Góðskan er nógv betri enn tað, sum fæst aðrastaðni. Eta meira fisk Danir eta nógvan fisk í løtuni, sigur Else Lang. Tað hevur verið eitt lýsingarframtak í donskum sjónvarpi í longri tíð, sum skal fáa danir [...] keypa føroyskan fisk. Rønde er lítil býur inni í Århusvíkini. Júst í økinum, har føroysk vika hevur verið fyrr í hesum mánaðinum. Else Lang, sum eigur handilin, sigur, at tey kenna eitt sindur til Føroyar
er latið upp. Eitt annað er í vón. Meðan stjórin í Ísbú í Reykjavík, sum fyrr hevur lovað føroyskum kreditorum sínar pengar, nú hevur verri vónir um, at tað fer at eydnast. Í Oyndarfirði eru fólk við tíðini [...] felagið Ísbú hevur fyrr arbeitt fisk í Oyndarfirði. Men tað virksemið helt upp at fyrr í ár, og stjórin flutti av landinum. Hann arbeiðir nú fyri ein fiskakeypara í Göteborg í Svøríki. Men Ísbú hevur eina rímuliga [...] stjóri í Ísbú í Reykjavík, hevur fyrr sagt við Sosialin, at teir arbeiða við at rudda upp eftir tíðina í Føroyum. Og hann hevur meira enn einaferð sagt, at hann ætlaði sær til Føroya seinast í oktober
at tað nú er tað besta, men tað var tað, sum vit valdu at gera. Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 20. desember, í Runavík [...] útgávuna í eini tvey ella trý ár, men tað hevur gingið illa at fáa alt at passa saman, so fløgan kundi gerast. Fyri tað fyrsta skuldu allir tónleikararnir hava tíð til at koma í upptøkuhølini í senn, og [...] at geva eina fløgu út sjálvur. Líkist sær sjálvum Í summar fóru teir fimm í Eyðun Nolsøe Band undir upptøkurnar til fløguna hjá Eyðuni. Tikið varð upp í Føroyum, og tá allir fimm eftir summarfrítíðina fóru
fáa hana til høldar. Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast bingjan hjá ullavirkinum stóð í nánd. 100 tons av ull Í ár eydnaðist teimum at fáa 35 tons av ull til høldar [...] Brattaberg sigur, at peningurin, sum leypir av í jarðargrunninum fer nú aftur í landskassan. Áður varð undirskot og yvirskot flutt til komandi ár og varð sostatt verandi í grunninum. Hann heldur, at tað mátti verið [...] við einum heilum ullavirki, sum nú er tikið í brúk. Henda komandi mánaðin skulu maskinurnar roynast og beint eftir ársskiftið verður farið at spinna og kar-a av álvara. Í ullavirkinum eru ein skiljimaskina
heppið, at upprunaupptøkurnar eru til. Tær vórðu tiknar upp í tíðarskeiðinum frá 1973 til 1977 í einum studii í Keypmannahavn. Táverandi formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins Niels á Velbastað skipaði [...] m. Nú eru upptøkurnar so flutt yvir á nýggjari miðlar, og tað var í tøkum tíma, tí tað vísti seg at tíðarinnar tonn eisini hevði gnagað tær, og vóru tær um at farast. Men flytingin eydnaðist, og nú hevur [...] klaveri. Allir sálmarnir eru prentaðir í Atlantsløgum, men teir nógvu eru eisini prentaðir í føroysku sálmabókunum. Tveir av sálmunum eru danskir, og eru teir at finna í Salmebog for Kirke og Hjem. Serliga
lýsingum í sjónvarpi og í bløðunum. Handilsmiðdepilin hevur eisini skipað fyri onkrum smærri skeiði. M.a. hevur eitt verið í sølu og tænastu. Og í januar fer handilsskúlin at halda skeið fyri limunum í Han [...] handilslívið ment seg sera nógv, og í dag eru fleiri handlar enn nakrantíð. Sunrid Olsen, formaður í Handilsmiðdeplinum í Runavík, heldur, ein ein grund til, at handilslívið í Runavíkini stendur so sterkt, er [...] uppií. Men nú liggja teir um hálvthundrað limir. Ein kreppa, sum tann ið seig niðuryvir Føroyar fyrst í nítíarunum, rakar vanliga handilslívið báði fyrst og harðast. Men tað merkisverda hendi í Runavík,
pening. Kakaomunnur fæst til keyps Hetta afturvendandi tiltak hjá Lions, hevur nú í fleiri ár savnað fitt av fólki saman í plantasjuni. Her hava foreldur við børnum og onnur vitjað í fittliga stórum tali [...] hugnalig jólaløg. Um veðrið annars verður til vildar, kunnu ung og gomul aftur í ár fáa eina hugnaliga løtu í Viðarlundini nú sunnudagin, frá klokkan tvey til fýra.