Trífløga við sálmum hjá Regini Dahl

Tað skerst ikki burtur, at Regin Dahl er okkara virknasti komponistur. Løg hansara eru so einføld og upprunalig, at tað t.d. ber illa til hjá okkum at hugsa, at lagið til ta bláu dukkuna ella til kamferkistuna einaferð bert vóru til í huga hansara. Vit hava lyndi til at halda, at tey altíð hava verið til eins væl og Nólsoyggin ella Enniberg.

Men tað sum fá hava havt kunnleika til, er at Regin eisini er ein framúrskarandi sálmakomponistur. Í fyrsta bindi av Atlantsløgum, sum kom í fjør, hevur Marianna Clausen skrivað niður ein hóp av sálmaløgum, sum Regin hevur gjørt, og tey flestu av teimum eru púra ókend.

Hetta vakti slíkan ans, og ynski er komið fram um at fáa høvi til at hoyra tær upptøkur, sum liggja til grund fyri hesum niðurskrivingum, og er tað so heppið, at upprunaupptøkurnar eru til. Tær vórðu tiknar upp í tíðarskeiðinum frá 1973 til 1977 í einum studii í Keypmannahavn. Táverandi formaður í Mentunargrunni Studentafelagsins Niels á Velbastað skipaði fyri upptøkunum, og hava bondini síðani verið væl goymd á Fróðskaparsetrinum. Nú eru upptøkurnar so flutt yvir á nýggjari miðlar, og tað var í tøkum tíma, tí tað vísti seg at tíðarinnar tonn eisini hevði gnagað tær, og vóru tær um at farast. Men flytingin eydnaðist, og nú hevur Stiðin gjørt eina trífløgu við sálmum, har Regin syngur og sjálvur hevur undirspæl við klaveri. Allir sálmarnir eru prentaðir í Atlantsløgum, men teir nógvu eru eisini prentaðir í føroysku sálmabókunum. Tveir av sálmunum eru danskir, og eru teir at finna í Salmebog for Kirke og Hjem.

Serliga tey ungu hava ynski um at sálmasangurin verður endurnýggjaður, og nú hava tey nakað at arbeiða við.

Hetta er tann fyrsta føroyska trífløgan. Sálmarnir eru 49. Kápumyndina á fløguni hevur Zacharias Heinesen gjørt. Lay-out arbeiði hevur Gramar á Velbastað gjørt, og tøkni er tað W.R.R.-studio sum hevur avrikað. Trífløgan Sálmar hjá Regin Dahl fæst í øllum plátubúðum og kostar 250 kr., ella bert 83 kr. fyri hvørja fløgu.


Stiðin