29. november 1995 varð Lutafelagið Suðuroyar Ullavirki sett á stovn.
Og sjálvan tvey ára føðingardagin, 29. november 1997, varð trýst á knøttin, og maskinurnar settar ígongd.
Í einum rúmi við síðuna av liggja 35 tons av ull, sum hetta komandi hálvárið skulu spinnast og karðast.
Ein av stigtakarunum, Árni Brattaberg, sigur, at tað eru nøkur ár síðani, at tankin búnaðist um at gera eitt ullavirki.
Fyri nøkrum árum síðani, skipaði nakrar konur har suðuri, Karin Brattaberg, Jonhild Kjørbo, Kata Mortensen og Karin Johansen fyri tiltakinum ?Av rættini til plagg³.
Hetta var eitt tiltak at vita um tað bar til at fáa nakað burturúr føroysku ullini. Tey tóku ull inn, lótu hana spinna og virkaðu pløgg úr henni
Royndirnar vórðu so góðar, at tað endaði við einum heilum ullavirki, sum nú er tikið í brúk.
Henda komandi mánaðin skulu maskinurnar roynast og beint eftir ársskiftið verður farið at spinna og kar-a av álvara.
Í ullavirkinum eru ein skiljimaskina, ein rívimaskina og ein vulfur, har ið ullin verður rivin sundur í lagdir, ein spinnilinja, ein karðilinja, ein spolimaskina og ein hespimaskina.
Maskinurnar eru keyptar brúkar úr Haderslev í Danmark og eru síðani settur upp í gamla vaskiskúrðinum á Gørðinum, har ullavirkið er.
Spinnari er komin úr Danmark at standa fyri, men afturat honum fara fýra fólk at arbeiða á ullavirkinum.
1.000 eigarar um alt landið
Higartil eru einir 100 luthavarar í ullavirkinum.Teir flestu eru úr Suðuroynni, men í seinastuni eru eisini nógvir komnir afturat aðrastaðni í landinum.
Lutabrævið kostar 20 krónur fyri áseyðin.
Men tað ber eisini til at heilir hagar tekna seg fyri eitt lutabræv undir einum, og tá kostar tað 50 krónur fyri gyllinina.
Hetta eru upphæddir, sum verða goldnar einaferð með alla.
Og av tí, at hagar kunnu gerast lutahavarar undir einum, eru tilsamans einir 1.000 einstaklingar luthavarar í virkinum.
Ullavirkið hevði tann politikk, at tað skuldi betala seg at verða luthavari, tí teir fingu væl meiri fyri ullina, sum tey, ið ikki áttu lutabræv.
Tey, sum ikki vóru luthavarar, fingu fýra krónur fyri ullina, men luthavarar fingu átta krónur fyri kilo av skyldari ull og seks krónur fyri óskylda ull.
Hugskotið við at tey, sum eiga seyðin, eisini eiga felagið, var, at tey, sum eiga rávøruna, skulu fáa hægri prís sum frálíður.
Men tað tekur sína tíð at byggja vinnuna upp, leggur hann afturat.
Hann heldur, at skal hetta tiltakið eydnast, er avgjørt neyðugt at prísurin hækkar heilt fitt sum frálíður.
Men tað er eisini avgjørt neyðugt, at fólk skifta hugburð til ullina og eru sinnað at fáa hana til høldar.
Hann nevnir t.d., at ull í tonsatali er tveitt í bingjurnar hjá IRF, hóast bingjan hjá ullavirkinum stóð í nánd.
100 tons av ull
Í ár eydnaðist teimum at fáa 35 tons av ull til høldar.
Árni Brattaberg sigur, at tað hevur verið sagt, at eini 50 tons av ull fáast av seyðinum í Føroyum.
Sagt hevur verið, at tað eru einir 70.000 seyðir í Føroyum. Men eg haldi tað eru fleiri enn so, tí seinastu árini eru nógv farin at hava seyð á traðunum eisini.
Gamalt er, at eitt kilo av ull fæst av hvørjum seyði. Men tey, ið hava vigað, siga, at tað kemur mangan upp ímóti 1,5 kilo.
Eftir hesum er skjótt at rokna seg fram til, at tað munnu fáast út ímóti 100 tonsum av ull av seyðinum í Føroyum, verður alt tikið væl og virðiliga upptikið, sigur Árni Brattaberg.
Ullin er hartil góð. Tiltakið ?Av rættini til plagg³ vísti okkum, at føroyska ullin hevur frágera góðar eginleikar og at hon er fult á hædd við ull aðrastaðni í norðurlondum.
Litaður seyðir vekir áhuga
Árni Brattaberg sigur, at tað eru góðar vónir at sleppa av við ullina.
Ullin er góð. Men harafturat er tað næstan bara í Føroyum, at seyðurin hevur ymsar litir - og tað hevur vakt áhuga uttanlands.
At seyðurin hevur ymsar litir, ger, at vit kunnu lata tógv í ymsum litum, uttan at lita tógvið við kemiskum evnum.
Og nettupp tað, at vit kunnu gera eina náttúrvøru við náttúrligum litum hevur vakt áhugan hjá útlendskum keyparum.
Vistfrøðilig framleiðsla vindur uppá seg allastaðni og tað átti at verðið ein fyrimunur at spunnið tógv, sum ikki er kemiskt litað ella vaskað.
Men formaðurin í Ullavirkinum vónar sjálvandi, at nógvur føroyingar fara at keypa tógv, og hann roknar við, at nógv verður selt her.
Tí tey, sum eiga felagið, hava sjálvandi áhuga í at keypa tógv hiðani, og stuðla tí tann vegin.
Og vit hava so tann fyrimunin afturat, at tað er gamalt í Føroyum at virka burturúr ull. Næstan hvør einasta genta og kona dugir at binda, so handverkið duga vit frammunandan.
Men tað veldst sjálvandi alt um dygdina á tógvnum.Árni Brattaberg sigur, at ullin verður flokkað.
Tey fara at gera trý sløg av tógvi: Tórgv at binda við, tógv at veva við og tógv til teppi.
Tvær miljónir
Nú ullavirkið er liðugt, kostar tað tvær miljónir.
Lántøkan er 1,2 miljónir. Hinar 800.000 krónurnar eru luthavarar, ábyrgdarpeningur og stuðul frá Vágs, Sumbiar og, Hvalbiar kommunu, Vinnulívsgrunninum og Stuðulsgrunninum fyri syðru helvt í Suðuroy.
Og Árni Brattaberg hevur góðar vónir um, at tað fer at bera til.
Tíverri verður nógv ull í dag brend og fer upp í royk.
Men fáa vit gjørt eld og svidnaroyk um til pening, er ikki so lítið vunnið, heldur hann.
Nú eru nøkur ullavirki í landinum, og tað hevur gingið ógvuliga strilti. Hvat fær teg at halda, at tað fer at ganga frægari hesuferð.
Ja, tað eru nøkur virkið. Men tað er bara Norðoya Spinnarí sum ger eitt sindur við føroyska ull. Annars verður bara tikið ímóti ullini, at senda av landinum. Tað mátti verið frægari at skapt eitt sindur av virðisøkingini í Føroyum, heldur Árni Brattaberg.
Heilt neyðugt at fáa innsavningarskipan
Árni Brattaberg sigur, at skal tað eydnast at fáa nakað burturúr teirri føroysku ullina, er heilt neyðugt at fáa eina góða innsavningar og flokkingarskipan.
Tað er eitt sera tungt tak at savna ullina inn og flokka hana. Bara tann parturin kostar einar seks krónur fyri kilo.
Hann sigur, at fyri trimum mánaðum síðani heittu 10 feløg í Føroyum, sum fáast við ull, á landsstýrismannin í landbúnaðarmannin, Ivan Johannesen, um at stuðla eini innsavningarskipan.
Feløgini søkti um 300.000 krónur á fíggjarlógini komandi ár til eina innheintingar, góðskingar og flokkingarskipan.
Men Ivan Johannesen segði nei.
Hann segði, at hann hevði ikki heimild í lógini at lata slíkan stuðul.
Men samstundis boðaði hann frá, at hann ikki er sinnaður at gera eina serliga heimildarlóg av prinsipiellum orsøkum.
Árni Brattaberg sigur, at tað var eitt vónbrot at fáa slíkt svar.
Tað var øll ullavinnan í Føroyum, sum sendi áheitanina, og tað minsta hevði verið, at hann kallaði vinnuna saman til fundar at tosa um málið, heldur hann.
Hann sigur, at ein slík innsavningarskipan er heilt neyðugt, skulu búnaðarmenn, ikki minst í útoyggj hava møguleika at sleppa av við ullina.
Tað er eisini neyðugt at flokka ullina, so skil fæst á henni so spunavirkini hava møguleika at keypa hana.
Árni Brattaberg sigur, at peningurin, sum leypir av í jarðargrunninum fer nú aftur í landskassan. Áður varð undirskot og yvirskot flutt til komandi ár og varð sostatt verandi í grunninum.
Hann heldur, at tað mátti verið frægari at 300.000 av avlopinum varð brúkt til eina innsavningarskipan heldur enn at fara aftur í landskassan.
Fingu ikki bílig lán
Ullavirkið í Suðuroy hevur eisini roynt at fáa broytt jarðarlógina so at jarðargrunnurin fekk heimild at stuðla spunavirkjum eisini, eins og hann stuðla fóðurvirki.
Úr jarðargrunninum hevði borið til at fingið lán fyri eini 3% í rentu, og tað er stórur munur á tí, og so at skula betala vanligu peningastovnunum tvær, tríggjar ferðir so nógv í rentu.
Jaðararráðið heitti á Landsstýrismannin um at broyta jarðarlógina so at grunnurin kundi fíggja spunavirki.
Men heldur ikki hesum vildi Ivan Johannesen ganga á møti.
Jarðarráðið metir at tiltakið at byrja ullavirki í Suðuroy er áhugavert og at fíggjarætlanin er haldgóð.
Verður ullavinnan stimbra, kann tað skapa nøkur arbeiðspláss, tað kann hækka útflutningsvirðið og tað kann geva búnaðarmonnum hægri inntøku.
Seinast, men ikki minst, kann ullavinnan hava við sær, at ullin ikki framhaldandi verður ein umhvørvistrupulleiki, til skaða og skomm fyri fugl, seyðaeigarar og fólkið alt, segði jarðarráðnum í áheitanini á landsstýrismannin.
Men Ivan Johannesen svaraði aftur, at tað hevði verið kappingaravlagandi.
Og tað skilir Árni Brattaberg púra onki av, tí tað er ongin, sum ger nakað við føroyska ull, sum er.
Hvussu kann tað vera kappingaravlagandi, táið ongin virkar føroyska ull sum er, spyr hann.
Árni Brattaberg sigur, at hesi bæði málini eru ikki slept enn.
M.a. hava 10 løgtingslimir lagt uppskot fyri tingið um at broyta jarðarlóggávuna, so at grunnurin kann figgja ullavirki. Og málið um innheintingarskipanina verður eisini tikið upp.