Danskur matvøruhandil vil keypa føroyskan fisk

Danskur matvøruhandil lýsir í hósdagsblaðnum eftir føroyskum fiski at selja. Tann føroyski fiskurin er alt ov dýrur at keypa vanliga vegin, tí ov nógvir millumhandlarar eru, og kann tí ikki seljast aftur til vanlig fólk, sigur keypmaðurin

Tað er næstan ómøguligt at fáa føroyskan fisk fyri slíkan prís, at til ber at selja hann aftur í matvøruhandlinum, sigur danskur keypmaður, sum nú vil sleppa at keypa beinleiðis frá framleiðara í Føroyum.

Í Sosialinum í gjár stóð lýsing frá handlinum Spar í Rønde, sum vil keypa føroyskan fisk.

Rønde er lítil býur inni í Århusvíkini. Júst í økinum, har føroysk vika hevur verið fyrr í hesum mánaðinum.

Else Lang, sum eigur handilin, sigur, at tey kenna eitt sindur til Føroyar, men at hendan vikan, sum verið hevur, hevur ávirkað til, at tey nú royna at fáa føroyskan fisk beinleiðis frá framleiðaranum.


Ring marknaðarføring

Tað er soleiðis, sigur Else Lang, at tey hava roynt at fingið fisk frá onkrum av teimum stóru útflytarunum, men tað tykist sera trupult.

»Viðhvørt vilja teir handla við okkum, og viðhvørt vilja teir ikki. Teir halda ikki avtalur, og tað ber ikki til at líta á.«

Og hava tey so endiliga fingið fatur á fiski, er hann so dýrur, at at kalla eingin hevur ráð at keypa hann aftur úr diskinum.

Tað ber ikki til, heldur Else Lang. Og grundin er tann, sigur hon, at tað eru alt ov nógvir millumhandlarar á vegnum, sum dýrka fiskin skammiliga, áðrenn brúkarin fær hann.

Hetta er júst tað, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, vísti á í samrøðu við Sosialin herfyri.

Og hon heldur ikki, at føroyingar duga serliga væl at eggja fólki til at keypa. Pakningurin er rætt ov slætt ov keðiligur, heldur hon. Alt líkist, og ov lítið verður gjørt burtur úr, at hetta er føroyskur fiskur, sum er nakað serligt.

Tí tað er hann, sigur Else Lang. Góðskan er nógv betri enn tað, sum fæst aðrastaðni.


Eta meira fisk

Danir eta nógvan fisk í løtuni, sigur Else Lang.

Tað hevur verið eitt lýsingarframtak í donskum sjónvarpi í longri tíð, sum skal fáa danir at eta meira fisk. Og hon heldur, at tað nú er farið at merkjast.

Men góðskan er ikki altíð líka góð, og prísurin er høgur.

»Men nú vita vit, at føroyskur fiskur er fyrsta floks, og hann vilja vit fegin keypa. Tí vit eru vís í, at vit kunnu selja hann víðari,« sigur Else Lang.

Og tað er nú, føroyingar skulu satsa, sigur hon.

Øll tosa um Barbaru, og føroyingar eru nakrir dólgar, um teir ikki útnytta tað.

Hon sigur, at hon kennir til, at ikki allir danir altíð hava tosað so positivt um Føroyar, men Barbara tykist bert fáa góða umtalu. Og tað smittar yvir á restina av landinum, sigur hon.

Annars liggur Rønde, sum sagt, í økinum, har føroyska vikan var fyrr í mánaðinum, og tað hevur eisini ávirka áhugan fyri føroyskum vørum.


Ferðafólkini

Tað koma nógv ferðafólk til umráðið um summarið, sigur Else Lang.

Serliga nógvir týskarar. Og teir vilja fegnir keypa fisk. Tað tykist, sum teir ikki fáa nokk av fiski í Týsklandi, tí teir keypa heim aftur við sær.

Høvdu týskararnir fingið tann góða, føroyska fiskin fyri ein sámuligan prís, ivast Else Lang ikki í, at tey kundu selt fyri milliónir.

Tað eru serliga ávís fiskasløg, sum føroyingar veiða, tey eru áhugaði í, sigur Else Lang.

Alifisk, so sum síl og laks, ber til at fáa allastaðni, men svartkalva og upsa halda tey mangla, sigur hon.

Tey hava ein dreym um, sigur Else Lang, at hava ein føroyskan fiskadisk burtur av standandi í handlinum. Okkurt serligt, sum líkist frá tí traditionella, sum fæst allastaðni.

Else Lang sigur, at tað eru eisini aðrir handlar í Danmark, sum saktans kundu selt meira føroyskan fisk, um til bar at fáa hendur á honum beinleiðis frá framleiðaranum.


Tað ber til

Eitt av fiskavirkjunum, sum sjálvt selur sína framleiðslu, er Fiskavirkið í Gøtu.

Páll Gregersen, stjóri, sigur, at tað ber væl til at handla við smáar keyparar, bara hesir gjalda fyri vøruna.

Fiskavirkið selir hvørja viku til kundar, sum bara keypa nøkur hundrað kilog, og tað ber væl til.

Hjá teimum er mest talan um feska og saltaða vøru, sigur Páll Gregersen. Men tað ber eins væl til at selja fryst til smáar kundar, heldur hann.

Ein trupuleiki, sum hevur verið, tá talan hevur verið um at selja feskt, var tann, at so ringt var at fáa ta røttu nøgdina, tá hon skuldi brúkast.

Fyrr var neyðugt at keypa heilar lastir, hóast tú bert skuldi brúka eitt lítið sindur. Hetta er heilt ørðvísi nú, ein rættilig uppboðssøla er komin, sigur Páll Gregersen.

Hann heldur, at um viljin er at handla við smáar kundar, ber tað eisini til. Eingin orsøk er til ikki at lata regluliga til ein kunda, hóast hann er lítil.

Páll Gregersen sigur, at Fiskavirkið hevur kundar, sum lata upp til 10 krónur meira fyri føroyskan fisk, enn annan, tí teir vita, at góðskan er í lagi.

So tá nú ein kundi meldar seg og vil keypa føroyskan fisk fyri góðskuna skuld, er skilagott at royna.