Nú stendur Eyðun Nolsøe á egnum beinum.
Klaksvíkingurin hevur langt síðani víst, at hann hevur serstakar dygdir sum sangari, tónleikari og komponistur, men tá talan hevur verið um útgávur, hevur hann hildið saman við sínum Frændum.
Fimm eru fløgurnar við Frændum vorðnar til, men leygardagin gav Eyðun Nolsøe út sína fyrstu solofløgu, og heitið kundi ikki verið meiri einfalt og beinrakið, Solo.
? Eg havi droymt um hesa útgávuna í eini tvey ella trý ár, men tað hevur gingið illa at fáa alt at passa saman, so fløgan kundi gerast. Fyri tað fyrsta skuldu allir tónleikararnir hava tíð til at koma í upptøkuhølini í senn, og tað hevur ikki verið lætt, greiður Eyðun Nolsøe frá.
? Eftir Svart Gull fløguna hjá Frændur, sum kom fyrr í ár, vildi eg vísa, at eg hevði nakað nýtt at bjóða, og ikki bara nú skuldi geva uppsamlingar út. Hugskotið við Svart Gull var útmerkað, men tað gav mær hug ? meiri enn áður ? at geva eina fløgu út sjálvur.
Líkist sær sjálvum
Í summar fóru teir fimm í Eyðun Nolsøe Band undir upptøkurnar til fløguna hjá Eyðuni. Tikið varð upp í Føroyum, og tá allir fimm eftir summarfrítíðina fóru aftur til Danmarkar, har teir eru búsitandi, hildu teir fram við upptøkunum har. Fløgan er síðani ljóðblandað av tí roynda og virda Freddie Albrechtsen í Sun Studio.
? Skal eg royna at bólka tónleikin á fløguni, vildi eg kalla hann popputan beattónleik. Fólk, sum hava hoyrt fløguna, siga, at tey kenna meg aftur, og tað passar mær væl, sigur Eyðun Nolsøe.
? Eg royni á ongan hátt at fjala tað sum eg havi gjørt, og eg renni hvørki undan mínum stíli ella mínari fortíð í Frændum. Á nýggju fløguni havi eg ikki roynt at flyta meg frá nøkrum, sum eg havi gjørt ella til nakað nýtt. Eg havi gjørt tað rættiliga natúrligt, sum eg altíð havi gjørt, og tí er tað kanska ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur.
? Eg havi ein stíl, sum fólk ivaleyst kenna, og hann vil eg fegin halda fast um. Tað kemur so nógv út av tónleiki, at tað er gott at hava sín egna identitet ímillum alt tað. Og tað er heldur ikki so løgið, at fólk kenna meg aftur á nýggju fløguni, tí hóast tónleikur broytist við tíðini, er tað allatíðina tann sama keldan, eg brúki, tá eg skrivi tónleik.
Fyri fyrstu ferð á enskum
Á nýggju fløguni, sum nú fæst til keyps kring landið, eru 12 løg, 10 føroysk og tvey ensk. Eyðun Nolsøe hevur gjørt øll løgini, ein tekst hevur Steintór Rasmussen skrivað, og ein tekst hevur Eyðun gjørt saman við Steintór Rasmussen og Jógvan Andrias Joensen.
Hví ert tú farin at syngja á enskum?
? Í Frændum hava vit altíð sungið á føroyskum, tað hevur allatíðina verið okkara vørumerki, og eg haldi eisini fast um tað føroyska á mínari fløgu. Men eg hevði hug at royna meg á enskum eisini, og tá eg hevði sangirnar liggjandi, royndi eg fyri fyrstu ferð at syngja á enskum á eini fløgu.
? Orsøkin til, at eg tveir enskir sangir eru við á fløguni, er tí eg helt tað verða eitt fínt hugskot, og ikki tí eg ætli mær at gerast heimskendur. Hendan fløgan er gjørd til føroyska marknaðin, og dentur er eisini lagdur á føroyskar tekstir. Tað ger tað ikki verri, at eg nú havi tvey løg at vísa fram, skuldi okkurt stungið seg upp í útlondum.
Ikki eitt farvæl
til Frændur
Frændur gav fyrr í ár eina uppsamling av teirra útgávum, har teir tóku saman um teirra ískoytið til føroyskan tónleik seinastu 10 árini, og nú stutta tíð aftaná er Eyðun Nolsøe klárur við eini solofløgu.
Er hendan fløgan eitt endaligt farvæl til Frændur?
? Nei, tað er hon ikki. Hetta er eitt stig í menningini hjá mær sum tónleikari, at gera nakað einsamallur. Eg havi ikki kvett við Frændur, hóast tað er eitt sindur óvist hvat fer at henda har. Men skuldi høvi býðst til enn eina útgávu saman við Rana og Steintór, so verður tað ikki eg, sum verði forðingin.
Men hvussu er tað at standa fyri eini fløgu einsamallur, tá tú áður altíð hevur arbeitt saman við øðrum komponistum?
? Tað er sjálvandi ein broyting. Á útgávunum hjá Frændum hava vit verið tríggir, sum hava skrivað tónleikin, og tí hevur hann verið rættiliga fjølbroyttur. Tað er sjálvandi ein styrki við tí, men tá tú skrivar allan tónleikin til eina fløgu sjálvur, er tað lættari at fáa ein reyðan tráð at ganga ígjøgnum.
? Hendan fløgan er ein solofløga sammett við Frændur, men tað er framvegis ein bólkur, sum gevur hana út, tí allir limirnir í bólkinum hava sett síni fingramerki á tónleikin.
? Sjálvt um eg ikki havi roynt at flutt meg burtur frá tí, sum eg áður havi gjørt, havi eg roynt at gera tónleikin so nýggjan og originalan sum gjørligt, og um tað hevur eydnast, mugu fólk sjálvi meta um.
Eingir politiskir tekstir
Hvat syngur tú um?
? Kærleikin er rættiliga gjøgnumgangandi sum evni á fløguni, og tað er ikki av ongum, tí mær dámar væl at yrkja um kærleika. Kærleikin rúmar so nógvum, og hann viðkemur øllum. Tað eru nógv aspekt í kærleikanum, og eg syngi eisini um sjalusi, eymleika, og okkurt er eitt sindur hálovandi.
Hvussu við teimum politisku tekstunum, sum vit kenna frá Frændum?
? Tað eru eingir politiskir tekstir við á hesi fløguni. Eg havi ikki havt hug til at yrkja moraliserandi ella við hugburði, og seta lurtaran í eina støðu, har hann skal gera av, um hann er samdur ella ósamdur við mær. Eg havi yrkt meiri frítt, og havi lagt meg eftir at fáa orð og tónleik at smelta saman, og harvið skapa stemningar, sum eg vóni lurtararnir fáa nakað burtur úr at hoyra.
? Tað liggur eisini ein útviklingur í tekstunum, tí teir eru rættiliga persónligir, og snúgva seg um nakað, sum eg haldi meg hava verið ígjøgnum, og sum fólk flest eisini munnu kenna aftur. Tað er aftur hetta við menningin av tær sjálvum, tú upplivir nógv, lærir av hendingum, og tú gerst klókari. Hjá mær liggja so nakrir sangir eftir og vísa á nakað, sum eg havi verið ígjøgnum
? Tónleikur snýr seg um at skapa stemningar, og tað hava vit eisini arbeitt miðvíst við á nýggju fløguni, bæði við vali av ljóðførum, klangum, orðum og tónleiki. Vit kenna jú øll til, at tónleikurin kann ávirka okkum, at vit blíva glað ella kedd av at hoyra onkran tónleik, og eg vóni, at hendan fløgan kann geva fólki eitt upplivilsi í so máta.
Teir fimm gjørdu
alt sjálvir
Núverandi manningin í Eyðun Nolsøe Band, sum umfamt Eyðun sjálvan er Rógvi á Rógvu, Leivur Thomsen, Jón McBirnie og Magnus Johannesen, hevur spælt saman í meiri enn eitt ár, og teir ætla at halda fram at spæla.
? Tað hevur týdning, at bólkurin ljóðar samanspældur á eini fløgu, og skal hann gera tað, mást tú hava spælt saman í eitt longri tíðarskeið. Tað hava vit gjørt, og tað vóni eg eisini hoyrist aftur á fløguni, sigur Eyðun Nolsøe.
? Tað hevur verið rættiliga tilætlað, at vit fimm í bólkinum hava gjørt alt á fløguni. Vit hava ikki havt aðrar tónleikarar ella sangar við, og sjálvt um tað ivaleyst hevði verið hóskandi, hava vit valt at gera alt sjálvir.
Tað vil siga, at Eyðun Nolsøe eigur allar røddirnar á fløguni, hann syngur bæði solo og kór.
? Vit hugsaðu um at fáa aðrar sangarar at syngja kór, men tað endaði við, at vit fimm gjørdu allar upptøkurnar sjálvir. Tað er eingin sum sigur, at tað nú er tað besta, men tað var tað, sum vit valdu at gera.
Eyðun Nolsøe ætlar sær at spæla í Føroyum á jólum. Í løtuni er ætlanin at spæla í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn 20. desember, í Runavík 2. jólakvøld, og kvøldið eftir í Klaksvík. Eisini er ætlanin at gera ein túr til Suðuroyar at spæla um sama mundi.