tríggjar tímar seinni. Stutt eftir midnátt komu boð frá politistøðini í Runavík um, at maðurin var vilstur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góðum. Mánakvøldið 5. januar fekk Færøernes kommando eina [...] Talið av útlendskum skipum hevur í tíðarskeiðnum 4. desember til 21. januar, verið millum 8 og 17 um dagin. Mikudagin 21. januar vórðu 11 skip í føroyskum sjógvi, eitt úr Estlandi, trý úr Norra og Onglandi [...] Onglandi og fýra úr Russlandi. Í 1997 fekk Færøernes kommando fráboðan um 804 útlendsk skip, ið vóru í føroyskum sjógvi. Kanningarflogfarið hevur ikki staðfest ólógligan fiskiskap ella oljukanningar, meðan
Fuglafirði í ár., men í staðin endaði hann í KÍ. Fuglfirðingar eru tó væl nøgdir við teir báðar Mariniak og Jaraczyk. Fyrr hevur ÍF havt onglendingar á vitjan, og í fjør vóru heili tríggir av slagnum í felagnum [...] ovarlaga í polsku landskappingini, og Mariniak Maciej hevur eisini roynt seg í svenska felagnum GAIS í Göteborg. Sum skilst eru teir báðir fegnir um at vera komnir til Føroyar, og teir trívast væl í Fuglafirði [...] fortíð í B71, og í fjør var hann venjari hjá FS Vágum. Ein annar póllendingur, Marek Vierzbicki, hevur spælt saman við Piotr í bæði B71 og FS Vágum, og ætlanin var eisini, at hann skuldi vera í Fuglafirði
nevndur Kalle, fyrr búsitandi í Vági, nú búsitandi í Ålborg, 79 ára gamal. 6. februar Martin Jespersen, vanliga nevndur Martin á Hólum, Hvalba, 88 ára gamal. Jógvan Lamhauge, Runavík, 77 ára gamal. Louisa Lindenskov [...] Vang, ættaður úr Froðba, búsitandi í Tórshavn, 84 ára gamal. 9. februar Lilly Hentze, fødd Lisberg, úr Fámjin, 80 ára gomul. 10. februar Jacob Midjord, á Høvdanum í Fuglafirði, 81 ára gamal. Theodor Jacobsen [...] Jens Christian Holm, ættaður úr Hvalba, búsitandi í Keypmannahavn, 79 ára gamal. 11. februar Agna Mattes, fødd Djurhuus, ættað úr Porkeri, búsitandi í Løgten, 82 ára gamal 12. februar Jens Otto Djurhuus
hann hevði livað, hevði hann í frið og náðum havt bert tvær gongur á sínum andaliga haga, og í hesum báðum vóru øll menniskjuni. Í aðrari tey ringu, avlagaðu, tey, sum vóru í parti við harra Punthavn og [...] millum Elsbu og Tórmann hvørvur so líðandi í tí politiska spælinum. Í tí fyrsta triðinginum av skaldsøguni er hon ein fastur táttur í søgugongdini, meðan hon í restini av bókini bara kemur fyri sum tvey [...] sum hann er. Humor Skemtið í »Leikum fagurt« er í høvuðsheitum ein blandingur av satiru og spei. Tað er tí rættiliga øðrvísi enn í teimum undanfarnu bókunum hjá høvundanum. Í »Leikum fagurt« er tað eitt
bogaskjótikapping í Runavík einari mann-móti-manni kapping. Sum vera man er hetta eitt sera spennandi slag av kapping, og var tað einki undantak hesaferð. Í recurve-bólkinum komu hesi at skjóta í hálvfinalunum: [...] sum báðir vóru í finaluni í seinastu kapping. Aftur hesaferð var sera javnt, bert eitt stig í hvørjum umfari. Albert førdi 2-0, men tað eydnaðist Schandorff at koma upp á javnleik 2-2. Í seinasta umfarinum [...] R&N-kappingin verður skotin, og hesa ferð verður hon í ítróttarhøllini í Vági leygardagin 28. mars. Í sambandi við kappingina fara bogaskjúttarnir at hava opið hús í ítróttarhøllini, har møguleiki verður fyri at
tær fara fram. Byrjað verður við eini rennikapping í Runavík, har teinurin verður 10 kilometrar. Sum nakað nýtt verður skipað fyri Grand Prix-kapping í renning. Kappingin verður skipað á tann hátt, at stig [...] verða FM-kappingarnar í súkkling fluttar orsakað Kring Føroyar-kappingini. Lýst verður í bløðunum undan teimum einstøku kappingunum við upplýsingum um, hvar tilmeldingin fer fram. Í kappingarnevndini hjá [...] vinnari av Grand Prix Føroyar-renningini. Fyrsta súkklukappingin verður í Klaksvík á norðoyastevnu, sum er vikuskiftið 6.-7. juni. Eisini í ár verður skipað fyri súkklukappingini Statoil Kring Føroyar, men nær
Eins og undanfarin ár hevur limanevndin í FK-Eysturoy boðað til ársfund, har allir limir í FK eru vælkomnir. Fundurin verður hildin á Sjómansheiminum í Runavík mánadagin 16. mars klokkan 19.30. Skráin [...] sambært lógum felagsins. Eins og onnur ár skipar FK-Eysturoy fyri fyrilestri á fundinum. Í ár fer eitt umboð fyri MBM-kjøt í Hósvík, at halda fyrilestur um føroysku kjøtframleiðsluna. FK bjóðar luttakarunum ein
verður. Í Eysturoynni verður fundurin 16. mars kl. 19.30 á Sjómansheiminum í Runavík. Har koma umboð frá M.B.M.-kjøt at greiða frá føroyskari kjøtframleiðslu. Fundurin í Havn verður 17. mars kl. 19.30 í matstovuni [...] matstovuni í Hoyvík. Har verða áhugaverdir stuttir filmar vístir. Til ber at fáa flutning til og úr Hoyvík hetta kvøldið. Tað er bert at boða handlinum í miðbýnum frá hesum frammanundan. Í Klaksvík verður [...] kúlanum í Klaksvík at greiða frá um matvanar. Fundurin í Vágum verður 24. mars kl. 20 á Hotel Vágum. Á hesum fundinum kemur eisini okkurt áhugavert at verða á skránni. Lýst verður við hesum í handlinum
við farmaskipi, ger vart við seg í brøvum til systrina. Men Anna er her rættur høvuðspersónur, og lesarin fylgir henni bæði í frásøgn sum í tí undanfarnu bókini, og í dagbóksbrotum, har teir innastu tankarnir [...] orðaðir. Anna fer at ganga í realskúla í Havn, og verður nú hvønn dag noydd at fara úr tí trygga umhvørvinum á Argjum til skúlan í tí ótryggu Havnini. Floksfelagarnir eru í fyrstuni ikki serliga vinarliga [...] flákra í allar ættir, so fortelur Sólrun Michelsen so sjarmerandi, at undirritaði læt seg tøla. Og eg ivist ikki í, at børn halda tað vera stuttligt at hoyra og lesa hesar frásagnir frá barnaárum í 50unum
seinkingar hava verið í avgreiðsluni. Men nú sær út til, at hesir trupulleikar verða loystir. Hóskvøldið 19. mars verður tann gamla støðin í Runavík sløkt og nýggj digitalstøð verður sett til í staðin. Hetta merkir [...] Í sambandi við at Telefonverkið hevur fyrireikað eina umlegging av telefonstøðini í Runavík til digitalstøð, hevur telefonsambandið hjá feløgum undir hesi telefonstøðini verið nakað órógva, eins og seinkingar [...] telefonina í ein hálvan tíma frá uml. kl. 20.00. Seinni hetta kvøldið ber til, at ringja til telefon 42999 og boða frá breki, ella um okkurt er komið skeivt fyri. Hetta sigur Telefonverkið í einum tíðindaskrivi