Talið av útlendskum skipum hevur í tíðarskeiðnum 4. desember til 21. januar, verið millum 8 og 17 um dagin. Mikudagin 21. januar vórðu 11 skip í føroyskum sjógvi, eitt úr Estlandi, trý úr Norra og Onglandi og fýra úr Russlandi.
Í 1997 fekk Færøernes kommando fráboðan um 804 útlendsk skip, ið vóru í føroyskum sjógvi.
Kanningarflogfarið hevur ikki staðfest ólógligan fiskiskap ella oljukanningar, meðan tað hevur gjørt sínar kanningar.
Bjargingar
Boð vóru eftir sjóverjuni 20. desember, tí ein maður var horvin, meðan menn høvdu verið og skotið haru.
Tjaldrið og Nim sigldu beinanvegin eftir fráboðina móti Gøtuvík og vóru har tríggjar tímar seinni.
Stutt eftir midnátt komu boð frá politistøðini í Runavík um, at maðurin var vilstur í mjørkanum, men var síðani funnin í øllum góðum.
Mánakvøldið 5. januar fekk Færøernes kommando eina fráboðan um, at ein maður umborð á enska trolaranum Sumbeam hevði mist fýra fingrar í eini arbeiðsvanlukku.
Orsakað av tí ringa veðrinum varð ikki møguligt at senda tyrluna avstað.
Triton varð tí sent avstað, og hálvan triðja tíma seinni var tað á staðnum. Eftir at sjúklingurin varð fingin umborð, varð stevnt móti Havnini, har sjúklingurin varð innlagdur á sjúkrahús.
Barnaheimið
Færøernes kommando hevur í eina tíð havt ein grunn, ið hevur til endamáls at hjálpa barnaheiminum.
Tann 13. desember í fjør vóru umboð frá Færøernes kommando á Barnaheiminum og góvu teimum smáu jólagávur.
Hetta gekk alt sera væl, og Barnaheimið bjóðaði kaffi og køkur, og børnini vóru, sum børn flest, sera glað fyri gávurnar.
Thetis
Í løtuni er tað verjuskipið Thetis, ið røkir uppgávuna at hava eftirlit við tí føroyska sjónum. Eftir ætlan skal verjuskipið Vædderen, avloysa Thetis seinni í hesum mánaðinum.