Sólrun Michelsen: Argjafrensar. 146 síður við myndum eftir Beintu Johannesen og Útiløgukattar. 123 síður. Báðar eru givnar út av Bókadeild Føroya Lærarafelags í ávikavist 1994 og 1996.
»Argjafrensar« eftir Sólrun Michelsen er sett saman av smásøgum og hendingum úr uppvøkstrinum hjá systkjunum Onnu og Jákupi. Tíðarskeiðið er 50ini, og bygdin er Argir. Hetta var eitt mundi, tá ið barnagarðar vóru rárir, bilarnir sum lundi á jólanátt, og børnini sluppu tí at liva og láta, næstan sum teimum lysti. Í mangar mátar eitt himmalskt skeið at vaksa upp.
Baksýnið var kortini dapurt. Sjóvinnubankin fór á heysin í 1952, árini aftan á vóru aðalverkføll, virkir fóru av knóranum, fólk mistu hús og heim, og pengar vóru als eingir. Samfelagið tóktist at standa stilt í fleiri ár, til gongd aftur kom á seinnu helvt av 50unum.
At pengarnir ikki eru nógvir, merkir lesarin, men annars ger kreppan ikki nógv vart við seg í frásagnunum hjá Onnu. Hon er tað, sum sigur frá og er alter ego hjá høvundanum. Tann næstan javngamli beiggin, Jákup, er henni kortini so at siga altíð undir lið. Vaksnamannaheimurin og barnaheimurin bera bara við hvønn annan av og á og ganga annars sína parallellu leið.
Tey einstøku brotini eru nettupp støk brot og ikki samansjóðaði til eina medvitna heild, sum t.d. »Tornið á heimsins enda« hjá Williami Heinesen. Lesarin hoyrir um alskyns spøl, kráku- og skurapisur, um jólahald og hjemmelavara á nýggjárinum og mangt, mangt annað. Einahelst Jákup kemur sær tíðum í óføri, men hann dugir samstundis óvanliga væl at lofta sær. Einaferð, tey eru og ferðast hjá eini mostur í Sundalagnum, kemur ein tarvur eftir børnunum, men Jákup steðgar tarvinum við at skjóta eftir honum við sleingjubyrsu.
Hóast søgurnar ikki gera eina heild, og tí lætt kundu kenst lesaranum at flákra í allar ættir, so fortelur Sólrun Michelsen so sjarmerandi, at undirritaði læt seg tøla. Og eg ivist ikki í, at børn halda tað vera stuttligt at hoyra og lesa hesar frásagnir frá barnaárum í 50unum.
Good night Irene
»Útiløgukattar« er framhald av »Argjafrensum« - og kortini ikki. Bøkurnar eru nevniliga rættiliga ólíkar. »Argjafrensar« var ætlað børnum, »Útiløgukattar« er ungdómsbók. »Argjafrensar« var ikki søgd í einari eyðsæddari tíðarrøð - tú kanst saktans býta tey flestu brotini um, uttan at tað nervar heildina - »Útiløgukattar« fer fram í tíðarrøð, har frásøgukvinnan eldist og tilvitskan veksur.
Anna sigur frá sum áður, og Jákup, sum siglir við farmaskipi, ger vart við seg í brøvum til systrina. Men Anna er her rættur høvuðspersónur, og lesarin fylgir henni bæði í frásøgn sum í tí undanfarnu bókini, og í dagbóksbrotum, har teir innastu tankarnir verða orðaðir.
Anna fer at ganga í realskúla í Havn, og verður nú hvønn dag noydd at fara úr tí trygga umhvørvinum á Argjum til skúlan í tí ótryggu Havnini. Floksfelagarnir eru í fyrstuni ikki serliga vinarliga sinnaðir ímóti einum bygdarfrelli - og so er tað danski skúlastjórin. Hon er ikki mjúk at strúka. Høvundurin dugir væl at fáa fram ræðsluna hjá næminginum fyri skúlastjóranum, sum »kommanderar og deilir inn á lærarar og næmingar, hvørt um annað«. Men eisini, at tað finst ein riva í tí ræðandi brynjuni. Rivan kemur til sjóndar, tá ið skúlastjórin tárandi lesur »Terje Vigen« fyri næmingunum, og eftir hetta ræðist Anna ikki hesa kvinnuna líka illa.
Anna er á einum vegamóti. Hon er bæði barn og ávegis inn í eina nýggja ørkymlandi, men spennandi verð. Øðrumegin stendur hon upptøkuroynd í einum klubba a la Tom Sawyer, og hinumegin hevur hon staðið upptøkuroyndina til realskúlan. Báðir heimar takast í henni, men spakuliga tekur tann nýggi yvir.
Sum frá líður trívist hon at ganga í realskúla, spælir hondbólt, fær vinkonur og fer at ganga í dans. Fyri okkum, sum vuksu upp um sama mundið sum høvundurin, eru lýsingarnar sum at verða flutt aftur í tíðina. Vit kenna okkum aftur í frásøgnini og kenslurnar kvaklast við. Vit síggja skúlan fyri okkum, lærarar, kondittaríið, dansihølini og orkestrini.
Tá ið skaldsøgan er av, hevur Anna eisini roynt at vera ólukkuliga forelskað og at sleppa burtur úr tí. Hon gleðir seg til at beiggin skal koma heim og at fara til Íslands við hondbóltsliðnum. Hóast hon á ein hátt leingist aftur til barnaárini, sum hon minnist sum stuttlig og spennandi, eru seinastu orðini: »samanumtikið er alt kanska ikki so galið«. Anna er komin til sættis við tað, hon kortini ikki sleppur undan.
Bøkurnar báðar eru rættiliga ymiskar, og høvundurin er greidliga mentur frá fyrru bókini til seinnu, men bæði »Argjafrensar« og »Útiløgukattar« eru ein fragd at lesa.