Ársfundirnir í Føroya Keypssamtøku

Regluligu ársfundirnir í Føroya Keypssamtøku, verða nú hildnir í teimum ymsu deildunum.

Á fundunum verða limanevndir og stjórnarumboð vald. Annars kemur at verða greitt frá virkseminum í felagsskapinum sum heild.

Umframt hetta verður eisni okkurt annað á skránni. Drekkamunnur við onkrum góðum afturvið verður eisini.

Fundurin í Suðri skuldi havt verið 10. mars, men orsakað av vánaliga veðrinum, varð hann útsettur. Lýst verður seinni nær hann verður.

Í Eysturoynni verður fundurin 16. mars kl. 19.30 á Sjómansheiminum í Runavík. Har koma umboð frá M.B.M.-kjøt at greiða frá føroyskari kjøtframleiðslu.

Fundurin í Havn verður 17. mars kl. 19.30 í matstovuni í Hoyvík. Har verða áhugaverdir stuttir filmar vístir. Til ber at fáa flutning til og úr Hoyvík hetta kvøldið. Tað er bert at boða handlinum í miðbýnum frá hesum frammanundan.

Í Klaksvík verður fundurin eisini 17. mars kl. 20 á Sjómansheiminum. Her fer Johanna á Tjaldrafløtti, leiðari av Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík at greiða frá um matvanar.

Fundurin í Vágum verður 24. mars kl. 20 á Hotel Vágum. Á hesum fundinum kemur eisini okkurt áhugavert at verða á skránni. Lýst verður við hesum í handlinum seinni.