Skráin fyri frælsan ítrótt og súkkling í 1998 er nú løgd

Sum nakað nýtt verður í ár skipað fyri Grand Prix-kapping í renning

Deildarsambandið fyri súkkling og frælsan ítrótt hevur nú lagt ætlanina fyri 1998 um, hvørjar kappingar vera, og hvar tær fara fram. Byrjað verður við eini rennikapping í Runavík, har teinurin verður 10 kilometrar.

Sum nakað nýtt verður skipað fyri Grand Prix-kapping í renning. Kappingin verður skipað á tann hátt, at stig verða givin til teir bestu rennararnar, og á ólavsøku verður so tann, sum hevur samlað sær flest stig gjøgnum árið, kosin vinnari av Grand Prix Føroyar-renningini.

Fyrsta súkklukappingin verður í Klaksvík á norðoyastevnu, sum er vikuskiftið 6.-7. juni.

Eisini í ár verður skipað fyri súkklukappingini Statoil Kring Føroyar, men nær hon verður, fæst nærri at vita um seinni. Møguliga verða FM-kappingarnar í súkkling fluttar orsakað Kring Føroyar-kappingini.

Lýst verður í bløðunum undan teimum einstøku kappingunum við upplýsingum um, hvar tilmeldingin fer fram.

Í kappingarnevndini hjá DSF sita Heri Ziska, formaður, Jóhann Brend, næstformaður, Sølvi R. Hansen, skrivari, og Niels J. Jacobsen, nevndarlimur.