Í Fuglafirði eru fólk spent til fótbóltskappingina, ið stendur fyri framman. ÍF hevur fingið nýggjan venjara, Piotr Krakowski, og hann hevur fingið tveir polskar spælarar við sær til Føroya.
Talan er um 26 ára gamla álopsleikaran Mariniak Maciej og 30 ára gamla miðvallarleikaran Jaraczyk Jacek. Teir hava báðir spælt ovarlaga í polsku landskappingini, og Mariniak Maciej hevur eisini roynt seg í svenska felagnum GAIS í Göteborg.
Sum skilst eru teir báðir fegnir um at vera komnir til Føroyar, og teir trívast væl í Fuglafirði.
Tað er sum nevnt polski/føroyski venjarin hjá ÍF, Piotr Krakowski, sum hevur fingið teir báðar hendavegin. Piotr hevur eina fortíð í B71, og í fjør var hann venjari hjá FS Vágum. Ein annar póllendingur, Marek Vierzbicki, hevur spælt saman við Piotr í bæði B71 og FS Vágum, og ætlanin var eisini, at hann skuldi vera í Fuglafirði í ár., men í staðin endaði hann í KÍ.
Fuglfirðingar eru tó væl nøgdir við teir báðar Mariniak og Jaraczyk. Fyrr hevur ÍF havt onglendingar á vitjan, og í fjør vóru heili tríggir av slagnum í felagnum. Men sambært Hjalmar Joensen í fótbóltsdeildini hjá ÍF vóru teir ov ungir.
? Spælararnir hava gjørt greitt, at skal ÍF hava útlendskar spælarar, skulu tað helst vera royndir spælarar, sum kunnu læra nakað frá sær, sigur Hjalmar Joensen.
Hjalmar sigur, at fólk, sum hava skil fyri tí, og sum hava sæð teir báðar nýggju polsku spælararnar, geva teimum sera góð skoðsmál. Sjálvur hevur hann bert sæð teir til venjing einaferð, og tað var konditiónsvenjing, og teir tyktust vera væl fyri, sigur Hjalmar.
Gravgangur
eftir ÍF-arum
ÍF hevur fostrað nógvar góðar fótbóltsspælarar, og nú almenn kapping er millum feløgini um at fáa teir bestu spælararnar, hevur eisini verið gravgangur eftir fleiri reyðum og hvítum úr Fuglafirði.
Men ÍF varðveitir so at siga sama liðið, sum felagið hevði í fjør. Tann einasti, sum er ivasamur, er Bárður á Lakjuni, sum hevur fingið eitt tilboð frá GÍ. Hann hevur enn ikki tikið nakra endaliga avgerð, men í løtuni er hann tann einasti, sum er ivasamur.
Bæði GÍ og B36 hava ligið framvið eftir at fáa Bartal Eliasen, og hann hevur eisini verið settur í samband við HB, men nýstovnaða stuðulsfelagið hjá ÍF hevur syrgt fyri, at hann verður verandi, har hann er.
Egil Zachariassen býr í Runavík, men spælir eisini í ár við ÍF, hóast eitt av feløgunum í syðru helvt av Eysturoynni hevur spurt seg fyri hjá honum, og málmaðurin Erling Joensen verður eisini verandi, hóast okkurt annað felag hevur verið eftir honum.
? Tað er kortini stórur saknur í Símuni Eliasen og Magna á Lakjuni, sum eru í Danmark. Símun spælir við Aarhus Fremad, har hann roynir at bróta ígjøgnum, og tað er væl skiljandi, at ein ungur maður roynir at taka henda møguleikan, tá hann fær hann, sigur Hjalmar.
Hann sigur, at sjálvt felagið ÍF ikki hevur nakran spælara á lønarlistanum. Teir vilja ikki hava, at nakar óløntur spælari verður ónøgdur, tí summir fáa pengar og aðrir ikki. ÍF hevur heldur ikki gjørt sáttmála við nakran spælara.
? Vit hava ikki gjørt nakrar sáttmálar, men stuðulsfelagið varð stovnað í oktober í fjør við tí endamáli at varðveita spælararnar í ÍF umframt at útvega felagnum pening.
Hjalmar Joensen ber annars ótta fyri, at við gongdini, sum nú er, fara tað um nøkur ár at vera eini tvey-trý lið, sum fara at ganga á odda í føroyskum fótbólti, meðan hini halta aftaná.
? Eitt felag sum ÍF kann ikki útvega so nógvar pengar, at tað kann hava eitt heilt lið á lønarlistanum. Vit hava jú eisini flogbólt, kappróður og badminton at hugsa um, sigur hann. Hann vónar kortini, at tað kann gerast soleiðis, at um eitt felag keypir ein spælara frá ÍF, kann ÍF fáa eitt sindur av pengum fyri hann.
? Ein 20 ára gamal spælari, sum verður seldur, hevur kanska verið í felagnum, síðani hann var 7 ár. Felagið hevur brúkt nógva tíð, orku og pening upp á hann, og so er tað spell, um felagið ikki fær nakað burtur úr honum, tá hann verður vaksin, sigur Hjalmar.
Bitið seg fast í 1. deild
Seinastu árini hevur ÍF ligið og reikað millum botnin av 1. deild og toppin av 2. deild, men nú sær út til, at liðið hevur bitið seg fast í bestu deildini.
? Málið er at koma longur uppeftir. Nu má vera liðugt við elevatortilveruni, sum ÍF hevur havt seinastu árini, sigur Hjalmar.
Hann roknar við, at kappingin verður hørð í ár. Fyrsti landskappingardystur hjá ÍF verður á heimavølli móti KÍ. Í fjør vann KÍ ikki minni enn 9-1 í Fuglafirði, men hinvegin vann ÍF í Klaksvík ? eitt gott dømi um, hvussu trupult tað var at rokna ÍF út í fjør. Næsti dystur er á útivølli móti uppflytarunum úr Sumba, og Hjalmar heldur, at sumbingarnir eiga at verða tiknir í álvara.
Kappingarárið í fjør var rættiliga vinglut hjá ÍF. Liðið byrjaði væl og tá fýra umfør vóru spæld, lá liðið nummar tvey á stigatalvuni og hevði ikki tapt í landskappingini. Men so taptu teir 8-3 móti B36 í Gundadali, og so fór at ganga niðureftir. ÍF var kortini ongantíð í niðurflytingarvanda og endaði kappingina miðskeiðis á stigatalvuni.
Petur Simonsen var venjari í fjør, og í ár er tað altso Piotr Krakowski, sum stendur við róðrið. Umframt 1. deild skal hann venja 3. deild, 4. deild, unglingar, dreingir og smádreingir ? tilsamans seks lið! Men so hevur hann eisini Boga Lervig sum hjálparvenjara. Hann var eisini hjálparvenjari hjá Peturi Simonsen í fjør og er ivaleyst góður hjá venjaranum at hava, nú hann hevur ábyrgdina av seks ymiskum liðum.