Í sambandi við at Telefonverkið hevur fyrireikað eina umlegging av telefonstøðini í Runavík til digitalstøð, hevur telefonsambandið hjá feløgum undir hesi telefonstøðini verið nakað órógva, eins og seinkingar hava verið í avgreiðsluni.
Men nú sær út til, at hesir trupulleikar verða loystir.
Hóskvøldið 19. mars verður tann gamla støðin í Runavík sløkt og nýggj digitalstøð verður sett til í staðin.
Hetta merkir, at felagar ið byrja við 47, 48 og 49 ikki kunnu nýta telefonina í ein hálvan tíma frá uml. kl. 20.00.
Seinni hetta kvøldið ber til, at ringja til telefon 42999 og boða frá breki, ella um okkurt er komið skeivt fyri.
Hetta sigur Telefonverkið í einum tíðindaskrivi.
Samstundis heita teir á felagarnar, um at kanna um tær tænastur teir høvdu frammanundan framvegis eru virknar.
Telefonnummar 42999 svarar til kl. 22.00.
Telefonverkið ger vart við, at tá støðin er digitaliserað, er klártónin í horninum, beint sum hornið verður lyft av.
Tá støðin er digitaliserað, kunnu felagar undir hesi støð eisini nýta tænastur sum t.d. vís nummar, víðaristilling o. s. v.