Eins og undanfarin ár hevur limanevndin í FK-Eysturoy boðað til ársfund, har allir limir í FK eru vælkomnir.
Fundurin verður hildin á Sjómansheiminum í Runavík mánadagin 16. mars klokkan 19.30.
Skráin fyri fundin verður sambært lógum felagsins.
Eins og onnur ár skipar FK-Eysturoy fyri fyrilestri á fundinum.
Í ár fer eitt umboð fyri MBM-kjøt í Hósvík, at halda fyrilestur um føroysku kjøtframleiðsluna.
FK bjóðar luttakarunum ein drekkamunn og okkurt afturvið.










