merki í, at eg eri úr Føroyum, tá eg skal luttaka í Wien, men eg vænti ikki, at tað verður nakar vansi fyri meg. Eg ætli mær als ikki at dylja, at eg komi úr Føroyum, hóast eg í hesum sambandinum umboði Danmark [...] varð, at hon gjørdist nummar tvey. Hon fekk tí heitið sum Miss Earth. - Eg eri ómetaliga glað og stolt yvir at hava vunnið heitið sum miss Earth, sigur Turið Elinborgardóttir. Tí slepp eg eisini at umboða [...] ikki nýta smyrsl til framførslurnar, umframt at tað tykist sum, at størri dentur verður lagdur á innara vakurleika, sigur hon. - Tað virkar eitt sindur snedigt, at skula luttaka í Miss Earth, tí felagsskapurin
sonevnt sabbatsár. Eisini fer MFS at greiða frá sínum virksemi, umframt at Deirdre Hansen frá Íverksetarahúsinum fer at greiða frá um Fjarlestur. - Okkara vón er, at tit fáa sum mest burturúr degnum. Vit [...] reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving, sigur Holger Arnbjerg. Umframt at umboð fyri lærustovnar greiða frá ymisku lærustovnunum, so fara umboð frá Setrinum at greiða frá [...] tykkum staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar, so tú fært íblástur og ítøkiliga vegleiðing í, hvagar tú kanst fara. Brúkið eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi
var við til at leggja 100 ára hátíðarhaldið fyri Fylking, til rættis, heldur, at meiri átti at verðið gjørt á Tvøroyri fyri at fortelja fólki nú á døgum søguna um, at tað var á hesum staði, at føroyska [...] hesum árum síðani eru tað akkurát 100 ár síðani, at føroyska arbeiðararørslan av álvara sá dagsins ljós. Tað verður eisini ofta sagt, at tað var á Tvøroyri, at vøggan hjá føroysku arbeiðararørsluni stóð, og [...] arbeiðis. - Dømi eru um, at menn gingu arbeiðsleysir í mánaðir, tí teir stóðu á svartalista hjá arbeiðsgevarunum, segði Georg F. Hansen. Hann heldur tí, at ein minnisvarði átti at verið reistur yvir hesar
Olympisku Nevndina, soleiðis, at tað er vandi fyri at vit ikki longur kunnu luttaka, sigur forsetin í ÍSF. At IOC hevur yvirtikið partar av evropisku svimjingini kann ítøkiliga merkja, at føroysku svimjararnir [...] í hesum evropeisku svimjukappingunum og enntá vunnið heiðursmerki, men nú er vandi fyri at vit missa møguleikan at luttaka undir egnum flaggi, tí vit ikki eru limir í IOC. Tað vilja vit ikki góðtaka. Tað [...] andi Føroya, Petur Elias Petersen, í kjalarvørrinum av, at evropeiska svimjikappingin er seld til Olympisku Nevndina, sum kann føra við sær, at Føroyar ikki kunnu luttaka undir egnum flaggi. Trupulleiki
sjálvt, at tað ber ikki til at reka eitt heilsuverk, verður ikki tann peningur játtaðu, sum tað kostar at dríva eitt nøktandi heilsuverk við. - Tað sær út til, at hendan borgarliga samgonga hevur sett [...] m. Tey vita sum er, at alt er gloymt eftir fýra árum, tá ið val verður aftur. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag vísir á, at niðurpínda heilsuverkið ger, at fólk føla seg noydd at fáa sær privatar hei [...] - Vit síggja, at munurin ímillum rík og fátæk bara økist, og tað gongur ikki vika, har vit ikki hoyra um, hvussu okkara heilsuverk bløðir. Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag heldur, at tað sigur seg sjálvt
r vísa, at hetta kann tátta ímóti milliónini. Gagnnýta sjóvarhitaskipanina til skoytubreyt Við at veita hita frá skipanini fáa vit avlopskulda. Kuldan ynskja vit at gagnnýta. Ætlanir eru um at leiða kuldan [...] sjóvarhitaskipan verður gjørd, ið fer at veita orku til íbúðirnar. Somuleiðis verða ítróttarhallirnar, svimjihøllin og seinni skúlarnir eisini knýttir at hesi skipan. Hetta fer at geva Klaksvíkar Kommunu eina trivaliga [...] hesari ætlan er, at dentur er lagdur á ein umhvørvisvinarligan miðbýð, har gagnnýtsla, endurnýtsla, umhvørvið og orkusparingar eru tann reyði tráðurin, ið førir Klaksvíkar Kommunu nærri at tí grønu vangamyndini
og tí er ómøguligt at hava eftirlit við øllum flogførum, sum á øllum flogvøllum í ES. Tað merkir, at hóast eitt flogfelag ikki stendur á listanum, er tað ikki altíð tað sama sum at tað lýkur øll trygdarkrøvini [...] listanum kann sjálvt seta tiltøk í verk fyri at bøta um trygdina, og tá ið tað metir, at tey lúka øll krøv, kunnu tey heita á loftferðslumyndugleikarnar um at verða strikað av listanum. Tilsamans eru næstan [...] Tað verður ofta sagt, at føroyingar eru allastaðni. Og tað er nokk ein ávísur sannleiki í, at føroyingar ferðast nógv ímillum lond, bæði í frítíðini, men sanniliga eisini í arbeiðsørindum. Og í tí sambandi
fleiri føroyskum kvinnum, sum eru stavnsbundnar í Danmark, tí at lógin sigur, at tær ikki kunnu flyta heim til Føroya við barni sínum, uttan so, at pápin gevur loyvi til tess. Sosialurin hevur hitt Siri Hovsgarð [...] dóttur. Beint áðrenn Siri gjørdist varug við, at hon var við barn, vóru tey farin hvør til sítt. Men orsaka av, at eitt barn nú var ávegis, valdu tey at royna aftur. Sæð í bakspeglinum var tað kanska [...] merkti, at eg ikki kundi flyta heim aftur til Føroya uttan so, at hann gav mær loyvi. Men eg trúði ongantíð tað kundi fara so langt, sigur Siri. Hóast hon kendi til donsku reglugerðina um, at felags
vit ikki yvir, at málið er at vinna FM. Tað sá einki út inntil fyri ikki so nógvum vikum síðani. Nú eru vit trý stig frá toppinum. Um tað skal eydnast at vinna FM, so er týdningarmikið at vinna á heimavølli [...] sera illa við, at Hans Jørgen Djurhuus nú er leikbannaður. Víkingur hevur ikki tapt seks tær seinastu ferðirnar, og eingin ivi er um, at góði hugburðurin hjá Hans Jørgeni hevur verið við til at sett futt í [...] miðvøllin. -At spæla í Sarpugerði ímóti Víkingi er ein av dystunum, sum vit gleða okkum til. Tað vera nógvir áskoðarar, og eg rokni við, at talan verður um fínan fótbóltsdyst. Støðan sigur, at nógv stendur
býráðnum um at fáa ferð á ætlanina at fáa lív í miðbýin og at skipa hann betri. Eitt nú heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning at fáa ætlaða parkeringshúsið á Vaglinum til einar 80 bilar gjørt. Tað [...] hann. Hann ásannar, at treytirnar fyri at hava virksemi í miðbýnum eru rættiliga lagaligar, og tí fáa tey neyvan gjørt nakað við, at kondittaríið nú verður pizzaria. Men hann ætlar at taka málið upp í býráðnum [...] um vikuskiftið frættist, at tað skal verða eitt pizzaria. Hetta harmar býráðslimin, tí hann heldur, at nú er tað ov nógv av tí góða. – Tað er øgiliga keðiligt fyri miðbýin, at kondittaríið ikki verður