Bergur Nónklett
-----
Onkur hugsar kanska, at vit kunnu bara njóta av tí, sum vit síggja! Ella er ein onnur dimensión til? Man tað verða nakað um tað at okkurt stýrir okkara tonkum?
Summi menniskju fáa mestsum trupulleikar av pástandinum, sum sigur, at tað yvirnatúrliga er veruligt, tí at tað er ikki prógvað, og at tað brýtur við náttúrulógirnar! Og hvat so um tað brýtur við náttúrulógirnar? Er tað nakað logiskt við at siga, at tað yvirnatúrliga kann ikki verða, tí at tað brýtur við náttúrulógirnar? Tað er ólogiskt!
Hesar heimsmyndirnar eru sjónligar í dag har summi siga at tað yvirnatúrliga er ikki og summi (eg inkluderaður) siga at tað yvirnatúrliga er verðuligt.
Hvør hevur rætt? Er bara tað natúrliga verðuligt?
Lat meg til seinast sáa iva við hesum svarinum: Fólk hava also uppliva tað yvirnatúrliga.