Tað var køld luft ímillum Thomas Blachman og Pernille Rosendahl, tá ið X-Factor bjóðaði til tíðindafund í DR býnum fyrr í vikuni, sambært donskum miðlum.
Blachman hevur fleiri ferðir hesa vikuna sagt, at Pernille ikki hevur megnað at fáa tað besta úr Idu og Morten Benjamin, og at hesi tí eiga at fara úr X-Factor.
Men Pernille er ikki samd í hesum. Tað einasta hon hevur sagt er, at útsøgnin má standa fyri egna rokning hjá Blachman.
Pernille sigur við danskar miðlar, at hon heldur, at allir tríggir luttakarar hjá henni hava líka góðan møguleika fyri at vinna kappingina
Pernille staðfestir samstundis, at hon ikki verður X-Factor dómari næsta ár, tí at hon skal víðari við síni lívi nú.
Um tey halda orð, so vera hvørki Pernille Rosendahl ella Thomas Blachman á X-Factor skíggjanum í 2013.