Forsetin í Argentina, Cristina Kirchner, krevur, at Bretland skal ganga við til nýggjar samráðingar um rættindini til Falklandsoyggjarnar. Argentina legði kravið fyri ST í gjár, og tað hevur elvt til vreiði í London.
Bretski forsætisráðharrin, David Cameronm, sigur, at bretar fara at verja Falklandsoyggjarnar ímóti nýggjum ágangi, og hann sigur, at Bretland fer ikki at tingast um ræðisrættin til oyggjarnar.
Cristina Kirchner sigur, at bretar misnýta sína støðu sum fast limaland í ST-trygdarráðnum í málinum um Falklandsoyggjarnar.
-Vit vilja ikki hava kríggj aftur, og vit krevja heldur ikki, at nakar skal siga, at Falklandsoyggjarnar hoyra til Argentina. Men vit vilja hava samráðingar, segði Kirchner í gjár.
Næsta ár verður fólkaatkvøða í Falklandsoyggjunum, har fólkið fær høvið til at siga, hvørt tey vilja hoyra til Bretlands ella Argentina. Tað er frammanundan greitt, at nógv tey flestu velja Bretland.