Livialdurin er hækkaður støðugt tey seinastu umleið 200 árini, og tað er einki, sum bendir á, at steðgur kemur í hesa gongdina, sigur granskarin Helge Brumborg við norska kringvarpið.
Í fjør var meðal livialdurin hjá norskum monnum 79 ár, og serfrøðingar meta, at í 2100 verður hann 90 ár. Hjá kvinnum var meðal livialdurin í fjør 83 ár, og hann verður sambært serfrøðini 93 ár, tá hendan øldin endar.
Helge Brumborg sigur við NRK, at betri viðgerð fyri krabbamein og hjartasjúkur er ein orsøk til, at livialdurin hækkar, og hetta saman við betri livikorum, betri bústaðarviðurskiftum og øðrum kann gera, at norskir menn fara at liva 93 ár í meðal og norskar kvinnur 99 ár, sigur granskarin.
Hann leggur afturat, at heilsan er meginorsøkin til, at fólk liva longri, og at serliga eitt hevur sera stóran týdning - at færri roykja.










