Breivik væntar sær fongsulsdóm

Anders Behring Breivik er sannførdur um, at tá Elisabeth Arntzen, dómari, fer at lesa niðurstøðuna hjá rættinum stutt eftir klokkan 9 í morgun okkara tíð, fer hon at siga, at Breivik var við sítt fulla vit, tá hann framdi sín yvirgang, og at hann skal í fongsul.

-Hann sigur, at hann hevur framt hesar ræðuligu gerðirnar við einum endamáli og einum motivi og ikki út frá hugsanarháttinum hjá einum sinnissjúkum manni, sigur verjin Geir Lippestad við norska kringvarpið.

Verjin sigur, at Breivik ætlar sær ikki at gera meiri við málið, um rætturin staðfestir, at hann var við sítt fulla vit, tá hann framdi sínar illgerðir.

Anders Behring Breivik hevur ikki verið saman við hinum fangunum í fongslinum, og sambært Geir Lippestad er Breivik bangin fyri, at okkurt hevði hent honum, um hann hevði verið saman við øðrum fangum.