Parkeringspláss undir Slættaratindi

Góðveðursdagar eru oftani upp í hundraðtals fólk, ið leita sær niðan á hægsta fjall í landinum, og tá kann vera torført hjá øllum at fáa sett bilin frá sær á nøktandi hátt. Landsverk hevur tí víðkað um parkeringsmøguleikarnar á Eiðisskarði undir Slættartindi.

Plássið er gjørt soleiðis, at eisini vanligir bussar kunnu standa parkeraðir har uttan at koma út á vegin.

Játtanin á fíggjarlógini fyri 2012 er á hálva millión krónur, og hon verður somuleiðis nýtt til at gera ábøtur á vegin um Eiðisskarð, so umstøðurnar at møtast á vegnum nú gerast betri. Eisini verður tað lagaligari hjá størri akførum at nýta vegin.

Aðrar orsøkir til, at Landsverk hevur valt at raðfesta áðurnevndu ábøtur er, at vegurin um Eiðisskarð er tilbúgvingarvegur, um nakað skuldi hent við ella í Norðskálatunlinum. Tá ber til at nýta vegin um Eiðisskarð ístaðin.