at fáa atgongd til vápn í USA. Hetta krav hevur verið frammi fleiri ferðir áður, uttan at tað hevur eydnast at broyta skipanina. Tann sokallaða vápnalobbyin hevur barst sum úlvur á skóg fyri at forða fyri [...] fyri lógum og tiltøkum, sum skerja rættin til at eiga vápn. Og hon hevur sigrað hvørja ferð. Nú meðan alt USA syrgir tey deyðu og særdu í ófatiligu massakruni í Virginia spyrja vit hinumegin Atlantshavið [...] vápn mett sum amboð. Átti USA kanska at lært av europeisku mentanini! Tó at frí atgongd til vápn hevur verið partur av amerikonsku mentanina frá nýbyggjaratíðini, so er heimurin í dag vorðin so nógv minni
Fótbóltur Klassikarin í Gundadali hevur øðrvísi dimensión hesa ferð, enn hann hevur havt tað nógvu tey seinastu árini. Heimaliðið plagar at vera omanfyri klaksvíkingar á stigatalvuni, og sjálvsálitinum [...] fótbóltsevnini á HB liðnum. Spurningurin er, hvussu hesi skulu koma til kennar í góðari liðeind. Tað hevur nógv við hugburðin at gera. Hesa ferð hava Krzystof Popczynski og HB meiri ella minni knívin á barkanum [...] HB miðvøllinum ímóti KÍ, meðan Kári Nielsen eisini verður leikbannaður sunnudagin. HB verjuspælið hevur ikki verið serliga sannførandi, og spurningurin er, um Krzystof Popczynski fer at gera fleiri rokeringar
lygnarin, Djevulin, lokkar menniskju at flyta mørk. MØRK - sum Gud hevur sett okkum, fyri at ikki kaos skal valda í heiminum. Gud hevur givið okkum eini boð, ein lóg, eitt mark. Tú skalt elska Gud og tú [...] Jákup Vang Gud hevur sett nøkur mørk. Ja- eg segði GUD. Og - um tú heldur, at tú sleppur uttanum Gud, ert tú ein dári - ein idiot. Gud gav okkum ein frían vilja. Vit kunnu gera, hvat okkum lystir. Men [...] sjálvan. Við øðrum orðum. Tú mást ikki synda móti Guds fyriskipan. Øll vita, hvat eitt mark er. Og hevur tú eitt grundsytkki, so er mark til grannan. Og tað kanst tú ikki flyta, sum tær sjálvum lystir. Gud
keypa. Mikines hevur tí havt stóran tydning í síni fyri at marknaðarføra føroyska list og Føroyar sum land, eins og aðrir listarmenn hava tað í dag. Tað er einki at ivast í, at hann hevur eisini verið við [...] Ingávur av Reyni onkuntíð hevur sagt í samrøðum. Hóast tað er ein fjórðingsøld síðani Mikines andaðist er hann framvegis livandi millum tey, sum hava áhuga fyri list. At hann hevur er eitt gott pláss á føstu [...] føstu framsýningini í Listarskálanum er ein sjálvfylgja, og tað er at fegnast um, at ein ætlan hevur tikið seg upp at byggja eitt listarsavn í Mykinesi við verkum eftir málaran, sum var føddur og vaks upp
sum er vevað úr menniskjahárum, hevur fingið sera góð ummæli bæði her heima og í øðrum londum. Fleiri av verkum hennara eru at síggja í Listasavni Føroya. Tita hevur megnað at lyft vevingina upp á eitt [...] virðislønini fer Tita fyrst av øllum at brúka til at geva sær stundir til bara at gera sovorði, sum hon hevur hug til. At tað verður okkurt listarligt er lítið at ivast í. Tita er í løtuni í holt við fleiri [...] undangongukvinna og serfrøðingur í plantuliting og at nýta tilfar úr føroysku náttúruni yvirhøvur. Eisini hevur hon torað at brúkt annað tilfar enn tað vanliga og siðbundna; bæði menniskjahár og hestahár eru komin
klaksvíkingar læra at standa seg uttan Kurt Mørkøre. Seinastu vikurnar hevur verið eitt sindur av kapping um plássini á KÍ liðnum, sum ikki hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Um tað eydnast KÍ at fáa [...] sær úr høvuðsstaðnum. Hjá KÍ er tað greitt, at Kurt Mørkøre fer at spæla við fyri síðstu ferð. Hann hevur áður ikki minni enn tvær ferðir sagt barndómsfelagnum farvæl, men nú verður talan ógvuliga sannlíkt [...] verður ikki við í morgin. - Hóast vit kundu havt fingið uppaftur meiri burturúr síðsta sunnudag, so hevur avrikið og úrslitið móti B36 heilt víst givið okkum mót um, at tað skal bera til at fáa úrtøku burturúr
Fótbóltsprát Oftani hevur verið tikið til, at Mølin á Eiði er tann vøllurin í landinum - og kanska í Europa - sum hevur vakrasta umhvørvið. Men seinastu tíðina hevur ein onnur staðfesting eisini sníkt [...] hann, at hesin í nógvar mátar vísti styrkina, sum EB/Streymur hevur í løtuni. - Moralurin hjá okkum er í øllum førum í topp, nú tað hevur gingið so væl. Hesa ferð spæla vit ikki serliga væl, men vit vinna
sølan av hesum partabrøvum hevur havt stóran negativan »áhuga« í Vágoynni. Nógv hevur verið at sæð, hoyrt og lisið í fjølmiðlunum um søluna, men bert tann eini parturin hevur verið frammi. Tískil skal her [...] vita, at einasti núlivandi av stovnarnum vildi selja, fór eg at hugsa um hesa støðu. P/F Vesturvón hevur øll árini verið ein familjuogn, men var tað sum so ikki longur. Alt var vorðið so smábýtt, partaeigararnir [...] Niclasen sáli, sum tók stig til at stovna felagið, hevði ikki góðtikið gongdina í felagnum, sum hon hevur verið hesa seinastu tíðina. Við tí í huga tók eg avgerðina um at selja míni 3,60%, og fyri mítt viðkomandi
Nes kommunu. Hann varð afturvaldur í 2004, og síðani á nýggjárinum í 2005 hevur hann verið borgarstjóri í Nes kommunu. Símin hevur altíð verið ítróttaráhugaður. Sum so nógvir aðrir dreingir á Skálafjørðinum [...] Símin hevur síðani á nýggjárinum í 2005 verið borgarstjóri í Nes kommunu. Símin er ættaður av Nesi. Mamman, Hertha fødd Hansen, sum framvegis býr á Nesi, er ættað úr Gerðinum. Pápin var Daniel Jacob, sum [...] Símin, Torleif, Johan og Elsibeth. Símin býr á Toftum, og hini búgva øll á Nesi. Hugurin til sjógvin hevur altíð verið góður hjá Símini, sum bæði er bragdligur og fyrikomandi. Hann var bara ellivu ára gamalur
hálvfinaluni soleiðis, sum tað frammanundan varð roknað við. KÍ hevur innan tríggjar dagar spælt tvær ferðir 90 minuttir í Sreymnesi uttan, at tað hevur eydnast at fáa bóltin inn um stinna René Tórgarð í EB/Streyma [...] at lesa spælið, men KÍ hevur spælt seg til møguleikar, sum ivaleyst kundu havt borið mál við sær, um atteir høvdu havt álopsvápnini, sum EB/Streymur eigur. Gongdin higartil hevur víst, at KÍ eigur ikki [...] møguleika at endurvinna kappingina um Løgmanssteypið. Talan verður kortini ikki um sama steypið, tí tað hevur B36 jú vunnið til ognar. Í gjárkvøldið vann EB/Streymur 2-0 á KÍ. EB/Streymur tykist vera í góðari