Spara 10% í olju við lemmum úr Vági

? Skiparin á stóra flakatrolaranum úr Klaksvík, Skálaberg, hevur bara góðar royndir av teimum nýggju trollemmunum úr Vági

? Hetta var ein góð íløga.

Róin Biskopstø, skipari á Skálaberg, úr Klaksvík, angrar ikki, at teir gjørdi av at fáa sær teir nýggju trollemmarnar úr Vági umborð á hendan stóra flakatrolaran.

Tað var fyri nøkrum árum síðani, at teir á Skálaberg gjørdi av at skifta teir vanligu lemmarnar út við teir nýggju úr Vági.

Og tað hava hava teir bara havt góðar royndir av.

Lemmarnar úr Vági eru nýskapandi í alheims fiskivinnuni, tí teir eru gjørdir eftir heilt nýggjum grundreglum.

Tað er flúgviverkfrøðingurin, Helgi Larsen, sum hevur uppfunnið teir.

Hann hevur nevniliga brúkt vitan sína um um luftstreymar, tá ið hann formaði nýggju lemmarnar.

Og tað stóra patentið við teimum, er, at teir eru gjørdir útfrá tí grundreglu, at somu lógir eru galdandi í vatni sum í luftini.

Síðani lemmarnir komu fram, hava teir vakt ans víða hvar, bæði her heima og uttanlands.

Millum teir stóru bátarnir, sum hava útvegað sær teir nýggju lemmarnar, eru teir bæaðir stóru flakatrolararnir í Klaksvík, Skálaberg og Sundaberg.

? Vit vóru teir fyrru at fáa okkum hesar nýggju lemmarnar Men vit reypaðu so nógv av teimum, at Sundaberg fekk sær eisini nýggjar lemmar úr Vági, sigur Róin Biskopstø.


Nógv lættari at fáast við

Skiparin á Skálaberg sigur, at tað eru fleiri stórir fyrimunir við teimum nýggju lemmunum.

? Teir eru nógv lættari at fáast við enn teir gomlu vóru.

? Eitt nú ber tað til at royna á nógv verri botni enn vit kundu fyrr.

? Har vit fyrr ofta stóðu fastir, kunnu vit nú toga uttan trupulleikar.

? Helst kemur tað av tí, at teir ganga teir ikki so fast í botninum, sum teir gomlu.

? Men teir eru eisini nógv lættari at hála og enn er tað ongantíð komið fyri at tað er blivið óklárt hjá okkum ella farið runt, tá ið vit hava skotið.

Spara 10% í olju

Men ikki minst heldur skiparin á Skálaberg, at ein stórur fyrimunur er, at teir nýggju lemmarnir krevja væl minni motororku enn teir gomlu gjørdu, tá ið toga verður.

Og tað førir við sær, at teir spara heilt fitt av olju við hesum nýggju lemmunum.

? Tað hevur víst seg, at síðani vit fingu hesar nýggju lemmarnar, er oljunýtslan hjá okkum fallin 9-10%, sigur Róin Biskopstø.

Og tað er ikki so heilt lítið.

Tí Skálaberg brúkar umleið 10 tons um døgnið.

Sostatt gera teir nýggju lemmarnar, at Skálaberg sparir eitt tons av olju um døgnið, tað eru 1.000 litrar

Og tað munar tá ið roknskapurin skal gerast upp á nýggjárinum, tí hvør liturin kostarkostar 1,50 krónur, ella har á leið. Tvs, at Skálaberg sparir 1.000 - 1.500 krónur um dagin í olju.

Hinvegin kunnu aðrir trolarar, teir minnu, sum eisini hava brúkt teir nýggju lemmarnar, vísa á eina en størri sparing í oljunýtsluni, síðani teir eru farnir at brúka teir nýggju lemmarnar.

Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Sundaberg. Men eftir, hvat skilst, hava teir somu góðu royndir av nýggju lemmunum, sum Skálaberg hevur


Hava fiskað 365 tons

Teir á Skálaberg siga, at hinvegin hava teir nýggju lemmarnir ikki ført við sær, at teir hava fiskað meir.

Men skiparin vísir eisini á, at enn eru teir ikki vísir í, at teir hava fingið ta røttu stødina umborð.

? Vit eru kortini so mikið væl nøgdir við hesar nýggju lemmarnar, at vit hava bílagt okkum nýggjar.

Men teir eru størri enn teir, vit hava nú.

? Og tá kann tað henda, at tað eisini fer at vísa seg aftur í betri fiskiskapi, sigur Róin Biskopstø.

Hann sigur, at lemmarnir, sum Sundaberg hevur fingið, eru størri enn teir á Skálaberg, men fiskiskapurin hjá Sundaberg hevur eisini verið heldur frægari enn tann hjá Skálaberg.

Annars er ikki tann heilt stóri fiskiskapurin eystanfyri í løtuni, tó at tað er hampiligt kortini.

Tað eru nú tveir mánaðir síðani Skálaberg fór hendan túrin og higartil hava teir fingið 365 tons av flaki.

Teir ætla at fiska í tveir mánaðir afturat og at koma heim til jóla.