Tað eru liðin 2 ár síðan Tutl fór undir at skipa sølu av tónleiki gjøgnum Alnetið, og sum skilst á leiðaranum á Tutl, Kristiani Blak, so er ein ávís menning í hesi sølu. At byrja við var talan um óbeinleiðis sølu gjøgnum egna heimasíðu, men so hvørt tíð og pengar hava verið til taks, hevur fyritøkan ment um hendan táttin, og nú hava teir á Tutl samband við allan heimin gjøgnum Alnetið, og toppskorarin Ragnar í Vík hevur longu selt yvir 200 eintøk hendan vegin. Leggjast skal afturat, at tað bert eru útlendingar ið keypa fløgur gjøgnum Alnet handilin hjá Tutl.
Stutt eftir at Tutl avgjørdi at fara í gongd við alt hetta, fekst eitt samstarv í lag við eina fyritøku í Fraklandi. Annars hevur Tutl í dag mest samband við líknandi fyritøkur í Canada, Svøríki og Skotlandi. Og sum Kristian sjálvur sigur, danski marknaðurin er ein av teimum minst nýttu hjá Tutl, men tað kann jú eisini vera líkamikið hvar ein satsar, tí heimurin er stórur, og longi er at koma runt.
Tutl ger sera nógv burtur úr samstarvinum við útlendskar fyritøkur. Talan er einamest um fyritøkur, ið hava spesialiserað seg í at selja yvir Alnetið.
Eitt samstarv, ið hevur verið sera spennandi og eisini hevur víst úrslit, er við heimasíðuna theorchard.com. Her liggja túsundavís og aftur túsundavís av løgum inni. Til ber at fáa fløgurnar sendandi við at keypa gjøgnum hesa slóð, men eisini ber til at fáa løgini í mp3 formati gjøgnum í telduposti.
Vit spurdu Kristian Blak nærri um hetta samstarvið, og hann segði at avtalan var, at teir senda fløgurnar inn til felagið, ið tekur 30% í provisión fyri søluna.
Kristian sigur, at teir í Tutl hava selt fleiri enn 1000 fløgur síðani í oktober mánaði, og menning er alla tíðina viðvíkjandi søluni. Tað keðiliga er, at teir ikki hava ta tíð og orku, ið kundi ment tiltakið enn meira.
Fremstur á Alnetar topptindinum í Føroyum er okkara egni Hank Wiliams, Ragnar í Vík. Hann hevur selt yvir 200 fløgur hendan vegin. Eisini hava Aria selt omanfyri 100 fløgur, og Spælimennirnir hjá Kristian Blak hava selt nærum 200 eintøk gjøgnum Alnetið.
Kristian Blak sigur, at Glataðu Spælimennirnir hava selt næstan 100 ljóðfílir í USA ? sera spennandi.
Uppá spurning um hvat útlendingar ynskja av føroyskum tilfari, eru fleiri motivir. Eitt nú eru tað nøkur, ið vilja hava etniskan tónleik á føroyskum, meðan onnur vilja hava populeran tónleik. Her nevnir Kristian sjálvur Aria, sum hava fingið status sum Boyzone líknandi tónleikur av til dømis írum, ið sjálvir eiga bólkin Boyzone.
At enda í práti við Kristian Blak, frá Tutl, sigur hann at teir í Tutl í framtíðini fara at legggja størsta dentin á marknaðarføringina á Alnetinum, tí tað er jú her alt kemur at ganga fyri seg í framtíðini.
K.T.-hornið royndi slóðina, www.theorchard.com .
Fyrst fóru vit inn á hesa síðu, við at skriva heiti ovast á breddanum. Høgrumegin er ein eyka frame, har til ber at leita eftir ávísum stíli. Eisini ber her til at leita eftir einum og hvørjum navni.
Fyrst royndu vit at skriva Aria, og fram á skermin kom fløgan hjá klaksvíksbólkinum. Síðan royndu vit okkum við Blak, og millum úrslitini var sjálvur Kristian Blak. Her vóur 8 ymsar fløgur at velja ímillum, og um vit ynskja tað, ber til at heinta eina ljóðroynd av onkrum av løgunum, ið eru á fløguútgávunum. Hetta royndu vit eisini, og vit fingu fatur á lagnum Canzone Africana, ið er á fløguni Antitonale við Kristiani Blak.
Viðmerkjast skal, at tað er sera einfalt at heinta ljóðfílirnar, tí tær koyra í Real Player, og fyrimunurin við hesum forritið er, at hann spælir løgini eins skjótt og hann heintar tey, so talan er um live downloading. Vansin við Real Player er at góðskan er ikki góð, tað er næstan sum at lurta eftir Millumbylgju.
Minnast skal sjálvsagt á, at Tutl hevur sína egnu heimasíðu, ið finnst á www.tutl.com .