Nú manglar okkum ein málslúkara

Fótbóltur: Nýggi venjarin hjá Leiftri sigur, at nú hevur hann bara eittans ynski eftir, sum ikki er gingið á møti, og tað er, at hann fegin vil hava ein málslúkara til Leiftur. Um hann eisini skal koma úr Føroyum er óvist

Maðurin, sum undirskrivaði sáttmálan við Sámal Joensen á Hotel Hafnia leygardagin var nyggi venjarin hjá Leiftri, Jens Martin Knudsen. Undir liðini á honum sat Steingrímur Erlendsson, sum er nevndarlimur í Leiftri, men sum hevur arbeitt í Føroyum í eina tíð. Tí kunnu vit á ein hátt siga, at Leiftur í løtuni hevur tveir umboðsmenn her á landi

Hóast Jens Martin ikki hevur tær stóru royndirnar, so er hann ikki bangin fyri at fara undir arbeiði sum venjari hjá íslendska felagnum.

? Eg havi arbeitt við fólki í so nógv ár nú, at tí ræðist eg ikki fyri. Eg havi eisini verið við í fótbólti í so nógv ár, at eg haldi meg vera rættiliga væl fyri í so máta eisini. Kortini er tað rætt, at eg havi ikki venjaraútbúgvingina, men hon fer at koma, sigur Jens Martin, sum uttan at blunka viðgongur, at hann hellur meira til ta norsku venjaraútbúgvingina enn ta donsku.

Hann sigur at tann norska passar betri til tann føroyska og íslendska mentalitetin enn tann danska, og at tað er orsøkin til, at hann eftir øllum sólarmerkjum at døma fer tann vegin, tá tað einaferð kemur so langt.

Jens Martin Knudsen verður eftir øllum at døma einasti útlendski venjarin í Landssímadeildini næsta ár, og samstundis verður hann fyrsti føroyingurin, sum verður venjari uttanlands. Hetta skuldi givið føroyskum leikarum nakrar møguleikar ? og venjarum nakað at hugsað um. Tí við hesum er tað prógvað, at føroyingar eisini kunnu standa seg uttanlands.


Mangla ein áleypara

Tá Jens Martin tók við sum venjari hjá Leiftri, vóru nakrir leikarar farnir úr felagnum, men tað heldur hann kortini ikki bila so mikið, tí eftir hansara tykki var hópurin í breiðara lagi.

? Tríggir leikarar eru farnir men tá vit hugsa um, at vit hini árini hava gjørt ávikavist 15 og 8 broytingar á liðnum ávikavist fyrsta og annað ári, so eru tríggir nýggir leikarar lítið av miklum, sigur Jens Martin, sum tí sær fram til at liðið frá bryjan verður betri samanspælt enn undanfarin ár.

Venjingin byrjar av álvara í marts mánað, og tað verður ikki fyrr enn tá, at teir tríggir føroyingarnir fara yvir.

Liðið fer á eina venjingarlegu í marts mánað, og tá skulu allir leikararnir verða møttir. Bæði íslendingar, brasiliumenn og føroyingar. Hvagar verður farið á venjingarlegu er ikki greitt enn, men tað verður tað innanfyri tvær komandi vikurnar.

Tá venjingin byrjar vónar Jens Martin, at tað hevur eydnast honum at fáa klørnar í ein málslúkara, tí tað er eftir hansara tykki tað einasta liðið saknar er ein málslúkara, sum skal gera málini.

? Eg fari nú at hyggja hvaðani vit kunnu finna ein slíkan, sigur Jens Martin Knudsen, sum ikki avvísir tíðindini, sum stóðu í Morgunblaðnum fyri kortum, um at Leiftur hevur eyguni eftir Heðini á Lakjuni.

Hann dylir tó heldur ikki fyri, at ein annar møguleiki er at hyggja í Íslandi ella onkrum øðrum norðanlandi.


Avloysa í Skotlandi

Hóast Jens Martin nú hevur gjørt sáttmála, so fer hann ikki at liggja á tí latu síðuni komandi mánaðirnar til íslendska kappingin byrjar aftur.

Sunnudagin fór hann umborð á flogbfarið vesturi í Vágum við kós móti Ayr, har hann skal verja málið komandi mánaðirnar.

? Hetta er alt nakað, sum er komið í lag síðani landsdystin í Prag og tað hevur gingið skjótt, sigur Jens Martin Knudsen.

Ayr seldi fyri stuttum málmann sín til Milwall, og tá eykamálverjin varð skaddur eftir tað, so var bara eitt at gera, og tað var at fáa fatur á einum nyggjum at seta í hansara stað. Teir vendu sær til Jens Martin og síðani gekk tað slag í slag. Upprunaliga ætlaðu teir, at eg skuldi vera við leygardagin, men tað bar so ikki til av familjuávum, sigur Jens Martin Knudsen, sum gjørdist pápi á triðja sinni fríggjadagin.

Men í annaðkvøld, tá Ayr United spælir aftur í næstbestu skotsku deildin, tá verður tað við Jens Martini Knudsen sum málmanni. Og hann ætlar at geva alt hann eigur mánaðirnar í Skotlandi.